A-landsliðið fer við pengunum

Altjóða avbjóðingarnar hjá yngru landsliðunum fækka, nú A-landsliðið hjá monnum er vorði veruleiki

Hondbóltslandslið

Tað vóru mong, sum fegnaðust, tá HSF fyri trimum árum síðani kunngjørdi, at nú skuldi ferð aftur setast á A-landsliðini hjá monnum og kvinnum. Ein partur av ítøkiliga úrslitinum av hesum var at síggja nú í januar mánaði, tá A-landsliðið hjá monnum fýra ferðir á rað spældi EM-undankappingardyst fyri fullsettari høll.
Ein onnur ítøkilig avleiðing ? sum ikki hevur fingið eins nógva umrøðu ? er, at Hondbóltssambandinum tørvar munandi størri peningaupphæddir, um alt landsliðsarbeiðið skal koyra.

Feløgini fíggjaðu
Arbeiðið við landsliðnum byrjaði tó afturi í 1993, tá nýggja nevndin í HSF setti sær fyri, spakuliga at byggja landsliðsaktivitetin upp. Tað varð hildið at vera skilabest, um arbeiðið tá byrjaði við yngru landsliðunum, soleiðis at vit eftir ávísum áramáli høvdu fleiri leikarar, sum høvdu verið í landsliðsskipanini frá ungum árum, og sum tískil høvdu betri fortreytir at standa seg, tá krevjandi uppgávurnar við A-landsliðunum stóðu fyri framman.
Pengar skuldu sjálvandi til, og fyri at fíggja hendan aktivitetin varð samstarv fingið í lag við feløgini. Hetta varð skipað so, at fyri hvørt atgongumerkið, sum selt varð til landskappingardystirnar, fekk HSF 10 krónur. Hartil rindaðu feløgini eitt ávíst gjald fyri hvønn landsliðsleikara, sum tey høvdu. Allir peningurin, sum HSF fekk á hendan hátt, varð oyramerktur til arbeiðið við yngru landsliðunum.
Tá veddingarpengarnir frá Dansk Tipstjeneste komu nøkur ár seinni, varð somuleiðis avrátt, at eisini hendan upphæddin skuldi oyramerkjast til ungdómslandsliðini, soleiðis at hesi nú høvdu eitt enn tryggari grundarlag at standa á. Um sama mundið varð so eisini avrátt at fara í holt við A-landsliðini. Til at fíggja hendan partin varð serstakur stuðulsbólkur settur á stovn, og umframt tær sponsoravtalur, sum gjørdar vórðu kring landsliðsarbeiðið, vórðu eisini gjørdar sponsoravtalur við Føroya Tele og Poul Hansen um at verða høvuðsstuðlar fyri ávíkavist lands- og steypakapping. Tað vil við øðrum orðum siga, at pengarnir frá atgongumerkjum, gjaldið frá feløgunum og veddingarpengarnir frá Dansk Tipstjeneste framvegis vóru ætlaðir ungdómslandsliðnum.

Samtyktirnar broyttar
Hetta var eisini veruleikin fram til seinasta aðalfundin hjá HSF. Men eftir øllum at døma hevur ikki gingist nóg væl at fáa pening inn til A-landsliðið. Í øllum førum vórðu samtyktirnar tá broyttar soleiðis, at pengarnir frá atgongumerkjum, feløgum og ítróttarvedding ikki longur eru oyramerktir til yngru landsliðini, men ístaðin til landsliðsarbeiðið sum heild.
- Tað er rætt, at viðtøkurnar vórðu broyttar á seinasta aðalfundi, soleiðis at nevndin í HSF nú hevur størri rásarúm, tá gerast skal av, hvussu pengarnir skulu nýtast, sigur Petur Ove Petersen, formaður í HSF.
Hinvegin heldur formaðurin tað ikki vera rætt, tá sagt verður, at hetta fer at raka aktivitetin við yngru landsliðunum.
- Vit gjørdu av at minka nakað um hendan partin, og tó at minkingina var nakað størri, enn vit ætlaðu, so hava vit als ikki slept hesum partinum. Talan verður tó helst ikki um undankappingardystir, men ætlanin er, at yngru landsliðini skulu sleppa við til millumtjóða kappingar av ymsum slag. Eitt nú eru fleiri slíkar kappingar í Danmark og Svøríki, har tað eisini er vanligt, at onnur ungdómslandslið taka lut. Soleiðis slepst helst undan, at vit eitt nú skulu ferðast til Hvítarusslands fyri at fáa bank frá heimsmeistarunum, og tí átti hetta bæði ítróttarliga og fíggjarliga at verið ein fyrimunur, heldur altso Petur Ove Petersen.
Petur Ove viðgongur tó, at tað neyvan verður í ár, at hesar avbjóðingarnar verða. Fyrst og fremst sigur hann, at tey nú skulu gera eina eftirmeting av, hvussu undankappingin hjá manslandsliðnum hilnaðist, og síðani verður gjørt av, hvussu hinir partarnar av landsliðsarbeiðinum skulu skpast.