sindur serstøk. - Okkara uppgáva er at konsentrera okkum um marknaðin fyri portiónir, og tað er hetta, sum vit arbeiða við og vóna at kunna finna út av áðrenn langt um líður, sigur stjórin. Tá Salm Pro [...] soleiðis við at fáa í lag avtalur, sum ganga yvir eina longri tíð, men beint í løtuni er trupult at siga, nær virksemið væntandi verður tikið uppaftur. Virksemið er ikki meiri niðurlagt enn tað, leggur stjórin [...] felagið fær avtalur um veitingar av portiónum sum gera, at virksemið hjá Salm Pro í Fuglafirði skjótt kann takast uppaftur. Alarar meirilutan Sosialurin fer ikki at tvinna steðgin, sum nú er á laksavirkinum
tað er ov langt millum rúsirnar. - Eg eri nokk vorðin meir sjálvkritisk við árunum. Tí er upplivingin av, at skrivingin mest sum bara flýtur av sær sjálvum, eisini vorðin meir forkunnug, sjálvt um eg framvegis [...] havi altíð ivast í, um nakar dugur er í tí, eg skrivi. Í so máta hevur M.A. Jacobsen virðislønin givið mær frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist [...] luftini. Søgan um gentuna er bert eitt av mongun smáum brotum í eini frásøgn sum vísir, hvørjar avleiðingar ymisk kor í uppvøkstrinum kunnu hava á vaksna lívið. Og Sólrún Michelsen dylur ikki yvir, at søgurnar
fiska. Við á túrinum vóru 13 mans og var farið var fríggjadag 13. Hetta var lítið hildið um millum heimafólkið, at bróta slíkan sið og útfordra lagnuna. Túrurin yvir gekk væl, og teir høvdu sera gott fiskarí [...] búsettust í Havn. Sigmar og Emma eiga ein son, Birgir, ið er giftur við Agnieszku úr Pólandi, og eiga tey tvey børn: Emmu og David Sigmar. Nú Sigmar er vorðin pensionistur, brúkar hann nógva tíð saman við [...] starvi. Hann er sera røkin og hevði altíð vælhildnar bilar. Í 1972 gjørdist Sigmar sjeyndadags adventistur, og hevur hann m.a. verið umboð í skúlaráðnum í Adventistaskúlanum í fleiri ár. Sigmar er giftur við
Tað er langt síðan og tíðir broytast. At hjúkla um smáar aktørar er júst ein av góðu yvirskriftunum í nýggja álitinum um ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. At menna tað smáa, sum ikki rennir okkum um koll [...] har Hilton við matstovuni Hallartún um somu tíð sum Brandan lat upp longur uppi við útsýni oman í Hoydalar, og nýggjasta her uppi er ølbryggjumatstovan Oy, ið nú er komin í gongd sum eitt nýtt kontinentalt [...] fram og er ein veruleiki úti um landið. ##med4## Hotellið Brandan og matstovan Húsagarður hava limaskap í Green Key eins og Norðurlandahúsið, uttanfyri ringvegin. Um grøni felagsskapurin er týdningarmiklari
ikki longur er hóskandi til ta frælsu støðu, ið vit hóast alt nú hava í ríkisfelagskapinum, men hetta er ein onnur søga. Ein kundi farið eitt stig víðari og spurt, hví eingin Danmarkarnevnd er á Føroya løgtingi [...] Tað er ikki heilt lætt at meta um politiska týdningin av slíkari vitjan. Men tað er vanlig semja um, at samstarv millum parlamentarikarar úr ymsum londum hevur vaksandi týdning. Slíkt samstarv er ein [...] klókari av stað aftur, sera góðir. Skráin er drúgv og fjølbroytt og gestirnir hava eitt gott høvi til at kunna seg um land, náttúru, búskap, mentan og vinnulív. Um hetta er bert alt gott at siga og vónandi nýta
oljufelag, um felagið ikki er skrásett í eini telduskrá, sum nevnist F-Pal. Hendan telduskráin er fimm ára gomul og yvir 2000 virkir eru knýtt at henni. Fyri at kunna standa á hesi telduskrá, so er neyðugt [...] At sleppa upp í part at fáa arbeiði í oljuvinnuni er ikki lætt. Skulu føroyskar fyritøkur gera sær nakrar tankar um at fáa lut í oljuíðnaðinum, eitt nú í Bretlandi, so liggur hart arbeiði fyri framman, [...] sleppa upp í part, um tey lúka treytirnar oljuídnaðurin setir sínum undirveitarum og bara tí. Allar fyritøkur sum arbeiða innan oljuvinnu skulu lagast til oljuvinnuna og ikki umvent. Hetta er samandrátturin
tíðindablaðii, biði eg um umbering fyri, um okkurt ið rættað er, ella borið er fram fyrr, endurtekur seg í hesi grein míni. Við fakfelagskvøðu. Árni Háldal/ f.v. næstform.ini. Samanumtikið er tí mangt sum bendir [...] forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni. Forsorgarhjálp Í grundregluni
úr hesum. Móti endanum fekk TB pyntað nakað um, men úrslitið staðfesti enn einaferð, at fuglfirðingar so sanniliga ætla at gera um seg í ár. Spurningurin er so, hvørt spruttandi stríðsviljin og spæligleðin [...] hjá VB í Havn gjørdist somikið trivaligur, betraði sjálvandi um fortreytirnar, men sigurin hjá ÍF var av slíkum slag, at teir av álvara bøttu um málmunin. Gamaní eydnaðist TB at javna, eftir at Magni á Lakjuni [...] varð talan um ov nógv trillarí og ov lítið beinleiðis spæl, og tí kom verjan hjá GÍ sjáldan í nakrar trupulleikar. Alt bendi á ein málleysan javnleik, og spentu heimaáskoðararnir høvdu helst langt síðani roknað
Hann er fíggjarliga kraftsentrið, har livistøðið er hampiliga gott. Fólkatalið her er ein knøpp millión. Landið er stórt, og vegakervið er so sum so. Kortini er busssamband um alt landið. Har er ofta [...] liggur, er slumm við stórum fátækradømi. Hetta er uppi í fjøllunum í 4-4.500 metra hædd. Tey síggja beint á fjallið Illimani, sum er 5-6.000 metur høgt, og her er bæði vakurt og stórsligið. Her er luftin [...] liggur um níggju milliónir, sum fyri tað mesta er blandingur av spaniólum og indianarum. Spanskt er høvuðsmálið, men annars eru eini 50 mál, sum verða tosað av ymiskum fólkabólkum. Tey flestu er katolikkar
seg langt út yvir tað, sum teir nakrantíð hava gjørt síðani. Eg havi dystin á videobandi, og har sæst, hvussu óvanligur stríðsviljin er. Takklingarnar flúgva um eysturríksku spælararnar, og tað er púra [...] Løkin. Saknar profilar Nú 15 ár seinni spælir føroyska fótbóltslandsliðið framvegis ímóti teimum stóru, og úrslitini eru á góðari leið, hóast tað er langt ímillum sigrarnar. Tað er nógv hent í føroyskum [...] skjótari á tí góða undirlagnum. Men eg veit ikki, um hetta hevur gjørt so stóran mun, tá ið vit spæla á grasi. Tað vísir seg, at um grasvøllurin ikki er heilt slættur, so hava vit trupulleikar, sigur Abraham