Føroyanevnd á ferð

Oddagrein:

Tað er ikki sørt áhugavert, at meðan sambandið millum Danmark og Føroyar var nógv fastari og tættari, enn tað er í dag, var eingin Føroyanevnd á Fólkatingi. Men so hvørt, sum vit fremja fleiri og fleiri yvirtøkur, tykist áhugin á Fólkatingi fyri Føroyum at vera vaksandi. Stovnsetingin av eini serstakari Føroyanevnd á Fólkatingi má metast sum eitt prógv um hendan vaksandi áhuga. Tað kann so ikki vera arbeiðsbyrðan av málum Føroyum viðvíkjandi, sum hevur elvt til hesa nevnd, tí mál viðvíkjandi Føroyum á Fólkatingi gerast alt færri og færri. Afturat hesum kemur, at nógvir føroyingar og ikki minst nógvir danir halda, at føroyska umboðanin á Fólkatingi eigur at verða tikin av, tí hon ikki longur er hóskandi til ta frælsu støðu, ið vit hóast alt nú hava í ríkisfelagskapinum, men hetta er ein onnur søga.

 

Ein kundi farið eitt stig víðari og spurt, hví eingin Danmarkarnevnd er á Føroya løgtingi. Kanska er orsøkin hon, at har er áhugin fyri ríkisfelagskapinum ikki eins stórur og áhugin á Fólkatingi. Sama ger – vit velja at taka stovnsetingina av eini Føroyanevnd sum eitt ynski hjá Fólkatinginum um at verða betur kunnað um føroysk viðurskifti og sostatt betur at kunna viðgera tey fáu men týdningarmiklu mál Føroyum viðvíkjandi, sum koma upp á Fólkatingi. Vitan og kunning kunnu bert vera at gagni, og tí kunnu vit staðfesta, at so leingi, sum Føroyar eru í ríkisfelagskapinum, so er tað bara gott, at Fólkatingið hevur eina Føroyanevnd, og henda nevnd skal altíð vera vækomin til land okkara.

 

Ein spurningurin er annars, hvat ið Føroyanevndin fær av kunning um føroysk viðurskifti. Fara vit eftir ferðaskránni, so eru møguleikarnir fyri, at fólkatingslimirnir fara klókari av stað aftur, sera góðir. Skráin er drúgv og fjølbroytt og gestirnir hava eitt gott høvi til at kunna seg um land, náttúru, búskap, mentan og vinnulív. Um hetta er bert alt gott at siga og vónandi nýta bæði gestir og vertir hetta frálíka høvið til at kunna og til at knýta bond. Altjóða samstarv fer alt meira fram umvegis persónlig netverk, og skal ein slík vitjan tískil ikki undirmetast.

 

Tað er ikki heilt lætt at meta um politiska týdningin av slíkari vitjan. Men tað er vanlig semja um, at samstarv millum parlamentarikarar úr ymsum londum hevur vaksandi týdning. Slíkt samstarv er ein viðurkenning av, at altjóða politiskt samstarv ikki skal verða latið yvir til ráðharrar og embætisfók eina, men at lóggevararnir eisini eiga at taka lut í hesum samstarvi og at ávirka samstarvið. Vitan, kunning og góð persónlig sambond eru mennandi fyri gott og gagnligt samstarv landa millum. Samstarvið millum Danmark og Føroyar á alt fleiri økjum minnir hóast ríkisfelagskapin alt meira um eitt samstarv millum tvey suveren lond. Eitt gott samband millum tingfólk úr báðum londum kann tí bert gagna báðum pørtum og kann vitjanin hjá Føroyanevndini tí bert metast sum eitt gott tiltak.