Løgmanssteypið
Fuglfirðingar høvdu møguleika at ogna sær sessin, sum bara heimavøll í fjórðingsfinalunum við sær, men fyri at hetta skuldi eydnast, skuldu tvinnir lutir passa saman.
Fyrst og fremst, so mátti dysturin í Havn millum HB og VB ikki enda við javnleiki, og hartil skuldu fuglfirðingarnir so vinna ein so trivaligan sigur sum gjørligt. Og helst somikið trivaligan, at hóast KÍ skuldi vunnið í Havn á B36, so skuldu fuglfirðingarnir hava betra málmunin.
Einvegis
Og hetta riggaði eisini alt samalt hjá ÍF. At ósigurin hjá VB í Havn gjørdist somikið trivaligur, betraði sjálvandi um fortreytirnar, men sigurin hjá ÍF var av slíkum slag, at teir av álvara bøttu um málmunin.
Gamaní eydnaðist TB at javna, eftir at Magni á Lakjuni hevði lagt fuglfirðingarnar framum, men síðani gekk bara ein veg. Álopini skolaðu oman móti TB-málinum, og ikki færri enn átta ferðir eydnaðist heimaliðnum at fáa úrtøku úr hesum.
Móti endanum fekk TB pyntað nakað um, men úrslitið staðfesti enn einaferð, at fuglfirðingar so sanniliga ætla at gera um seg í ár. Spurningurin er so, hvørt spruttandi stríðsviljin og spæligleðin, sum ofta eyðkennir ein uppflytara fyrstu tíðina, eisini fer at standa við, tá farið verður undir landskappingina.
Toftamenn úti
Á Toftum plagar GÍ vanliga at standa seg væl, men fyri tað nógva var líkt til, at teir skuldu hava tað ógvuliga trupult leygardagin.
Hóast spælið í dystinum sum so ikki var nakað at reypa av, so vóru tað aloftast toftamenn, sum dugdu betri at stýra leðurkúluni, men mál spurdust tó ikki burturúr. Aloftast varð talan um ov nógv trillarí og ov lítið beinleiðis spæl, og tí kom verjan hjá GÍ sjáldan í nakrar trupulleikar.
Alt bendi á ein málleysan javnleik, og spentu heimaáskoðararnir høvdu helst langt síðani roknað út, at helt hetta saman við javnleikinum á Mølini, so kom B68 hóast alt víðari. Men seinastu løtuna snaraði alt tó skeiva vegin. Í einum skjótálopi eydnaðist GÍ at yvirspæla B68-verjuna, soleiðis at Krzystof Popczynski gjørdist leysur, og hann sveik ikki, nú hann fekk møguleikan at geva átjanda av 18 møguligum stigum.
Og tá EB/Streymur so í evstu løtu vissaði sær sigurin í dystinum móti Skála, fór øll vónin hjá B68. Nú skuldu teir ikki bara javna, men skora tvær ferðir fyri at koma víðari, og nær hesum komu teir ongantíð seinastu lítlu løtuna.
Tað tykist eftir bólkaspælið, sum hevur B68 enn ikki funnið røttu javnvágina á liðnum eftir dyggu frágongdina í vetur, og tó at toftamenninir altofast eru seigligir, so hava úrslitini í steypakappingini ikki sannført nakran um, at teir skulu miðja ovarliga á talvuni í ár.
Gøtumenn tykjast hinvegin vera væl fyri. Í vetur hava annars nógv suff verið at hoyrt úr Gøtu, har tey siga seg hava ov lítið av fólki, men higartil hevur úrtøkan so verið 100%. Spælið hevur hinvegin ikki verið so heilt flótandi, men megna teir eisini at skava stigini saman í landskappingini, so munnu tey ikki vera so nógv, sum leggja í listarliga partin av avrikunum.
B68-GÍ 0-1 (0-0)
0-1 Krzystof Popzcyinski
ÍF-TB 8-3
1-0 Magni á Lakjuni
1-1 Hallur Christiansen
2-1 Bartal Eliasen
3-1 Hanus Eliasen
4-1 Eyðálvur Petersen
5-1 Bartal Eliasen
6-1 Magni á Lakjuni
7-1 Bartal Eliasen
7-2 Bárður Dimon
8-2 Høgni á Lakjuni
8-3 Olivur Abrahamsen










