Føroyskar fyritøkur onga serstøðu

Aberdeen, Sosialurin: Tað hoyrist javnan, at føroyskar fyritøkur sleppa ov lítið upp í part í oljuvinnuni og tað dryppar ov lítið av til føroyska vinnulívið. Men framtíðin fer at vísa, at vit sleppa ikki nakað sum helst, bara tí vit eru føroyingar. Føroysk virkir sleppa upp í part, um tey lúka treytirnar oljuídnaðurin setir sínum undirveitarum og bara tí. Allar fyritøkur sum arbeiða innan oljuvinnu skulu lagast til oljuvinnuna og ikki umvent. Hetta er samandrátturin av tí fimm føroyskar fyritøkur fingu burturúr eini vitjan í Aberdeen í hesi vikuni. Oljufelagið Agip, sum stendur fyri næstu boringini undir Føroyum var vertur fyri føroyingunum.

At sleppa upp í part at fáa arbeiði í oljuvinnuni er ikki lætt. Skulu føroyskar fyritøkur gera sær nakrar tankar um at fáa lut í oljuíðnaðinum, eitt nú í Bretlandi, so liggur hart arbeiði fyri framman, at gera seg dugnaligari, at laga seg til og at lúka krøv.
Í Bretlandi fær ein fyritøka neyvan nakað arbeiði frá einum oljufelag, um felagið ikki er skrásett í eini telduskrá, sum nevnist F-Pal. Hendan telduskráin er fimm ára gomul og yvir 2000 virkir eru knýtt at henni. Fyri at kunna standa á hesi telduskrá, so er neyðugt, at virkið lýkur tey strangastu krøvini oljufeløgini stilla til undirveitararnar.
-Summir oljufelag seta onnur krøv, umframt tey, sum skulu lúkast fyri at fáa plássí F-Pal og hjá okkum er fyrsta kravið trygdin til eitt virkið, sum skal gera eina uppgávu fyri okkum. Vit hyggja eftir trygdarkrøvunum og um arbeiðsskaðar eru hendir á fyritøkuni í seinastuni. Tá vit velja eina fyritøku til eina uppgávu, so er umframt trygdarkrøvini, prísviðurskiftini og dygdin av arbeiðinum avgerandi avgerandi, sigur Ian Miller frá Agip.
At eitt felag ger sítt arbeiði til lítar hevur nógv at siga fyri oljufeløgini.
-Vit hava ofta lyndi at fara aftur til somu veitararnar, gera teir eitt gott arbeiði. Hetta er rættuliga menniskjasligt. Tað er oljufelagið, sum í seinasta enda hevur ábyrgdina fyri øllum, og tí hevur tað ovurstóran týdning, at arbeiði verður gjørt innan karmarnar av okkara kørvum, sigur Ian Miller frá Agip.
Í føroyaska ferðalagnum vóru fýra fyritøkur úr Eysturoynni., KJ-Hydraulik úr Fuglafirði, El-Service av Skála, Normek úr Norðagøtu og Atlantic Supply Base úr Runavík. PAM Offshore Service úr Havn var eisini við á ferðini.
Mikudagin var ferðalagið og vitjaði umborð á framleiðslupallinum Tiffany, sum liggur nakað eystanfyri Hetland. Farið var við tyrlu og føroysku fyritøkurnar sóu her við egnum eygum, hvørjar uppgávur liggja fyri framman og hvat skal til fyri at føroyingar kunnu luttaka í oljuvinnu. Í Aberdeen hittu føroysku fyritøkurnar umboð fyri møguligar komandi samstarvsfelagar í Bretlandi. Onkrar av fyritøkunum høvdu verið í samband við hesar fyritøkur fyrr og eisini vórðu nýggj sambond vóru knýtt.. Ferðalagið kom heim aftur hóskvøldið við Atlantic Airways og nú sodnar tað, sum kom burtur úr. Føroyskar fyritøkur hava allar møguleikar at lutaka sum undirveitarar til oljuvinnuna í Bretlandi, tær skulu bara verða eins dugnaligar og kappingarneytarnir. Oljan undir Føroyum gevur okkun ongar sersømdir úti í heimi.