Føroyskur fótbóltur manglar profilar

 Vit hava nógv betur skúlaðar fótbóltsspælarar nú, enn vit høvdu fyri 15 árum síðani, men vit mangla individualistarnar, sigur Abraham Løkni, ein av hetjunum frá Landskrona-bragdinum fyri júst 15 árum síðani

Landskrona

Tað var kanska størsta løtan í føroyskari fótbóltssøgu, tá ein vágamaður eitt mikukvøld fyri 15 árum síðani, knallaði bóltin í málið í Landskrona.
Tað var fullkomiliga óveruligt, at eitt føroyskt landslið í sínum fyrsta veruliga undankappingardysti í altjóða fótbólti skuldi fáa eitt mál.
Og at hetta so gjørdist tað vinnandi málið ímóti eini sterkari europeiskari fótbóltstjóð, gjørdi bara alt meira óveruligt.
Sparkið hjá Torkil Nielsen gjørdist sensatiónin, sum rungaði um heimin. Føroyingar vóru fullkomiliga við síðuna av sær sjálvum í langa tíð, og málið kickstartaði eina nýggja tíð í føroyskum fótbólti við regluligum altjóða uppgávum, framgongd og pengum.
Síðani hava føroyingar spælt einar 80 altjóða dystir í EM og HM-undanakapping, og seks ferðir síðani hevur tað eydnast føroyingum at vinna, men eingin sigur hevur verið sum tann í Landskrona, og tað fer neyvan nakar at vera aftur sum hann.
Tað var tað fyrsta stigið  arbeiðssamir amatørar, sum bastu stórsnútaðum yrkisspælarum. Alt var nýtt og stórt, og tí var sensatión størri, enn um Føroyar í dag skuldu gjørt eitt bragd og vunnið á eini stórari europeiskari fótbóltstjóð.

Stríðsvilji og heppni
11 mans spældu við í dystinum í Landskrona, og teir avrikaðu allir nakað óvanliga stórt. Helst mundi tað vera størsta fótbóltsløtan hjá teimum øllum, tá ið teir skaptu eina tí størsta senstatiónina í europeiskum fótbólti nakrantíð.
 Tað var stórt fyri meg, tá ið eg spældi við OB fyri fyrstu ferð, men dysturin ímóti Eysturríki er tann størsta løtan, sum eg havi havt í fótbólti, sigur Abraham Løkin, sum spældi á miðvøllinum á føroyska landsliðnum.
 Sigurin læt seg gera, tí alt bleiv fokuserað upp á vilja og stríð. Menn góvu seg seg langt út yvir tað, sum teir nakrantíð hava gjørt síðani. Eg havi dystin á videobandi, og har sæst, hvussu óvanligur stríðsviljin er. Takklingarnar flúgva um eysturríksku spælararnar, og tað er púra vilt, hvussu vit stríðast.
Tað var eisini niðurstøðan hjá altjóða fjølmiðlunum, sum eftir sjokkið royndi at koma fram til eina frágreiðing um, hví føroyska liðið hevði vunnið. Stríðsviljin og kollektivið sigraðu.
 Eysturríksku spælararnir undirvurderaðu okkum uttan iva heilt alvorliga nógv, og so skulu vit heldur ikki gloyma, at vit høvdu neyðuga heppnið í dystinum, sigur Abraham Løkin.

Saknar profilar
Nú 15 ár seinni spælir føroyska fótbóltslandsliðið framvegis ímóti teimum stóru, og úrslitini eru á góðari leið, hóast tað er langt ímillum sigrarnar.
 Tað er nógv hent í føroyskum fótbólti hesi 15 árini. Graslíkið broytti fótbóltsspælið. Spælararnir gjørdust tekniskt betur fyri og kundu spæla nógv skjótari á tí góða undirlagnum. Men eg veit ikki, um hetta hevur gjørt so stóran mun, tá ið vit spæla á grasi. Tað vísir seg, at um grasvøllurin ikki er heilt slættur, so hava vit trupulleikar, sigur Abraham Løkin.
 Feløgini gera eitt miðvíst ungdómsarbeiði, FSF hevur fleiri ungdómslandslið, og tí hava vit nógv betur skúlaðar spælarar nú, enn vit høvdu fyri 15 árum síðani. Men eg sakni individualistarnar í føroyskum fótbólti. Hyggur tú eftir Landskrona-liðnum, so var tað eitt sterkt landslið, og har vóru fleiri profilar, sum kundu gera tað óvæntaða.
 Høvdu spælararnir, sum mannaðu Landskrona-liðið, vant fimm ella seks ferðir um vikuna, sum spælararnir gera nú, so veit eg ikki, hvat tað kundi blivið til, sigur Abraham Løkin.

Betri umstøður til teir bestu
Abraham Løkin heldur, at skal føroyskur fótbóltur menna seg enn meira og fáa enn betri úrslit, so mugu umstøðurnar hjá teimum bestu spælarunum gerast betur.
 Landsliðið er nú so væl skipað á vøllinum, at tað fær valla verið betur. Allir spælararnir kenna sínar leiklutir og vita, hvat teir skulu gera. Men tá ið vit troyttast, gera vit onkur mistøk, sum gera at vit tapa dystirnar.
 Skal føroyska landsliðið gerast enn sterkari, so ber tað ikki til, at spælararnir arbeiða dagin langan og venja fimm kvøld um vikuna. Vit mugu hava yrkisspælarar, og í løtuni er loysnin á tí, at spælararnir fara uttanlands at spæla. Vit skulu ikki halda, at bara tí at vit skifta venjaran, so fer alt at broytast, sigur Abraham Løkin.
Hann og hinir á tí tiltikna Landskrona-liðnum hava eina uppliving saman, sum teir ongantíð fara at gloyma. Tað var størsta løtan í føroyskum fótbólti nakrantíð. Kvøldið tá ið Føroyar stóðu fyri størstu sensatiónini í europeiskum fótbólti í nógv ár  ja, kanska nakrantíð.
Tað var 12. september, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki.

- - - -

Fakta

Føroyar- Eysturríki
EM-undakapping, Idrottsplatsen, Landskrona
12. september 1990 kl. 19.00. 1.266 áskoðarar
1-0: Torkil Nielsen, 62.
Føroyar: Jens Martin Knudsen, NSÍ  Julian Hansen, Stenløse, Mikkjal Danielsen, MB, Jóannes Jakobsen, HB, Tummas Eli Hansen, B36, Jan Dam, HB  Allan Mørkøre, KÍ, Abraham Hansen, NSÍ, Torkil Nielsen, SÍF, Kári Reynheim, B36  Kurt Mørkøre, KÍ
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kaj Leo Johannesen, HB, Poul Enok Hansen, GÍ, Magni Jarnskor, GÍ, Jens Erik Rasmussen, MB, Gunnar Mohr, HB.
Venjari: Páll Guðlaugsson