a herin á oyggjum í Kyrrahavinum. Tá Richard Overton varð heiðraður í 2013 á degnum, tey í Ameriku rópa Veterans Day, segði táverandi forsetin, Barack Obama, at Overton eitt nú var í Pearl Harbor, Okinawa [...] Okinawa, og hann var eisini í Iwo Jima. Sjálvur hevur Richard Overton sagt, at hann kom sær livandi úr hesum stríði við Guds náði. Tá hann fylti 112 ár í mai mánaði í ár, varð hann eisini heilsaður av amerikanska [...] Í gjár doyði elsti krígsveteranurin í USA, Richard Overton, 112 ára gamal, og sagt verður, at hann eisini var elsti maður í USA. Tað er CNN, sum ber hesi tíðini, eftir at familjan hjá Overton hevur váttað
hava búð í húsvogni á summarfestivalinum, á tjaldingarstaðnum aftanfyri stóra pallin, sleppa ikki at endurtaka upplivingina í summar á sama hátt. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, setti í oktober [...] oktober mánaði í fjør spakan í nýggja Biskopstorgið, sum er nýggja miðbýarætlanin í Klaksvík, og tað torgið er júst har sum nógvir gestirnir á summarfestivalinum plaga at parkera húsvognarnar. -Vit hava næstan [...] sum er ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum, í samrøðu við Rás2. -Geniali kampingbýurin sum vit hava havt í nøkur ár verður ikki uppá sama máta í ár. Vit skulu nú finna útav, saman við kommununi og
misjavnt. Í leitishaga er seyðurin so vánaligur sum neyvan áður, men í Hovi frættist frá so góðum ári, sum sjáldan.?? Í Hvalba siga menn, at í størru høgunum er ógvuliga misjavnt, alt eftir hvar í haganum [...] at flestu staðni, og í summum hagapørtum hevur vektin verið avbera góð, frætta vit av Viðareiði.?? Eisini mitt í landinum verður latið væl at. Í Nólsoy kom okkurt veðurlambið upp í 50 pund, og tað má sigast [...] hagarnir liggja fyri í mun til høgættina, sum hevur verið ógvuliga dominerandi, verður sagt úr Suðri.?? Í hinum endanum av landinum verður sagt, at árið hevur roynst rættiliga gott, og í summum høgum hevur
lesandi á hægri útbúgvingum fáa nú lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum. Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg, sum varð lagt fram í dag. Í grannalondunum fáa lesandi lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar, men [...] higartil hava føroysk lesandi ikki fingið lestrarstuðul í juli mánaði. Hetta skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fegnast um hetta týdningarmikla framstig. [...] at lesa í Føroyum. Tí hava sett okkum sum mál, at føroyski lestrarstuðulin skal vera kappingarførur við tann danska, so tað ikki eru fíggjarligar orsøkir, sum gera, at fólk aftra seg við at lesa í Føroyum
Orð/mynd: Marianna Holm Jacobsen Tíðliga í september mánaði fingu teir 50 næmingarnir í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt boð um at svara ynskilistanum til starvsvenjing. Frank Jacobsen, ið er vegleiðari [...] Hann fór beinanvegin í holt við tað, og ta síðsta staðið til starvsvenjingina kom ikki uppá pláss fyrr enn eina lítla viku áðrenn næmingarnir skuldu í starvsvenjing, nevniliga í viku 3 í ár. - Tað tekur langa [...] næmingar inn í starvsvenjing. Men tað er umráðandi, at eg fái gjørt tað skjótast møguligt, tí um hesa tíðina vóru nevniliga fýra skúlar í landinum, sum skuldu í starvsvenjing. - Tey flestu vilja vera í Havn,
sýningunum. Genturnar, ið fyri góðari viku síðan kappaðust í estetiskum í Estlandi, vera við, og amboðsgenturnar, ið fyri mánaði síðan vóru á venjingarlegu í Nakskov, somuleiðis. Her kunnu vit líka skoyta uppí [...] NM-kapping í Íslandi, ið verður um eina góða viku. Føðingardagsár Felagið fylti 30 ár í heyst og hevur havt ymisk tiltøk á skránni, t.d. eitt stórt barna- og familjutiltak í badmintonhøllini í novemburmánaði [...] naði, og gallasýningar í Norðurlandahúsinum í februar. Onkur innsløg frá gallatiltakinum vera eisini at síggja leygardagin. Annars verður framsýningin sum hon plagar, og aftur í ár verður tað við glæmuljósið
teir trupulleikar, sum eru millum ES og londini í útnorðuri á fiskivinnupolitiska økinum. Í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum, sigur formaðurin í Útnorðurráðnum, Birgir Ármannsson, at endamaliði [...] londini í útnorðuri kunnu semjast um. Hetta skal so síðani nýtast sum fundament í samráðingum og samskifti við umheimin. Herundir - og ikki minst - eisini ES. Hvørki Føroyar, Grønland ella Ísland eru í dag [...] lond. Í august mánaði í fjør var niðurstøðan hjá Útnorðurráðnum, at miðjast skal ímóti, at londini tosa við einari rødd mótvegis umheiminum, soleiðis at tey á hendan hátt betri kunnu verja egin áhugamál.
stendur fyri tørni. Sunnudagin verða fyrstu dystirnir í landskappingini hjá teimum vaksnu leiktir, og er talan í fyrsta lagi um kvinnurnar, sum fara í eldin. Í Havn koma føroyameistararnir úr VB á vitjan hjá [...] einki at ivast í, at tær vilja heilt upp í oddin í ár. Sunnudagin fáa tær vitjan av Kyndli, og so er spurningurin, hvørt nøkur ábending um styrkina hjá liðunum báðum verður at síggja í hesum dystinum. [...] vita, hvørt VB aftur í ár fer at seta sær kós móti gullmerkjunum, ella um Neistin hinvegin hevur ment seg til eitt av liðunum, sum fara at tosa við um gullið. Í Klaksvík hevur Stjørnan í ár sett sær høg mál
venjingina í Brøndby í januar mánaði í 1998 fór krossbandið aftur. ? Eftir at bert 15 minuttir vóru farnir av míni fyrstu venjing í Brøndby, reyk krossbandið aftur, og tað var so mín tíð í Brøndby, sigur [...] støðuna lættari. Venur í dag HB-kvinnurnar Í 2000 flutti Sigmund aftur til Føroya, har hann í dag er í læru í klædnahandlinum Skálki. Fótbólturin er tó ikki heilt sleptur, tí í dag er Sigmund venjari hjá [...] Sigmund í 1994 slapp inn á designaraskúla í Danmark, fluttu tey til Farum at búgva. - Ætlanin var, at vit skuldu vera í Danmark í eitt ár fyri fyrst, men hetti broyttist skjótt, tí okkum dámdi væl í Danmark
góðtikið dómin. Dysturin hevur annars fingið nógv umrøðu í ensku fjølmiðlunum, sum viðgerða fleiri støður í dystinum, har menn hildu fast í hvørjum øðrum í samband við serliga deyðbóltsstøður. Fleiri og fleiri [...] dómarar nú skulu til at revsa spælarar, sum halda í øðrum spælarum í samband við eitt nú deyðbóltar. Tað er ikki óvanligt at síggja menn verða hálaðar um koll í brotsteiginum uttan at dómarnir lata við seg [...] seg koma. Marouane Feallini er 25 ára gamal, og vann var kosin til besta spælaran í Premier League í novembur mánaði.