Styrkja norðurlendskt samstarv

Mikudagin savnast um hálvt hundrað politikarar úr útnorðuri og ES-londum á Hotel Føroyum
Endamálið við fundinum er fyrst og fremst at kortleggja teir trupulleikar, sum eru millum ES og londini í útnorðuri á fiskivinnupolitiska økinum.
Í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum, sigur formaðurin í Útnorðurráðnum, Birgir Ármannsson, at endamaliði er at staðfesta tey felags øki, sum londini í útnorðuri kunnu semjast um. Hetta skal so síðani nýtast sum fundament í samráðingum og samskifti við umheimin. Herundir - og ikki minst - eisini ES.
Hvørki Føroyar, Grønland ella Ísland eru í dag limir í ES, og á fiskivinnuøkinum hava londini enn ikki funnið eina felags ætlan - strategi - mótvegis ES. Heldur ikki hóast ES-avgerðir á fiskivinnuøkinum í stóran mun hava og fáa ávirkan á hesi lond.
Í august mánaði í fjør var niðurstøðan hjá Útnorðurráðnum, at miðjast skal ímóti, at londini tosa við einari rødd mótvegis umheiminum, soleiðis at tey á hendan hátt betri kunnu verja egin áhugamál. Og tað verður so millum annað hetta, sum verður á skránni á fundinum í Føroyum.
Millum fyrilestrarhaldararnar verður Harry Koster, sum er ovastur fyri deildini fyri bilateralar avtalu í ES innan fiskivinnu. Rögnvaldur Hannesson, fiskivinnuøkonur og professari við norska Handilsháskúlan. Ásmund Kristoffersen, stórtingslimur og formaður í umhvørvis- og náttúruverndarmálum í Norðurlandaráðnum. Kjartan Hoydal fyri the North Eas Atlantic Fisheries Commision og Ásmundur Guðjónsson, sum er fiskiveiðuráðgevi hjá norðurlendska ráðharraráðnum.