Leikbann fyri at stúta mótstøðumann

Risin á miðvøllinum hjá Everton, Marouane Fellaini, hevur fingið leikbann í tríggjar dystir fyri at stúta Stoke verjuspælaran, Ryan Shawcross.

 

Hendingin fór fram um vikuskiftið, tá Stoke og Everton spældu javnleik 1-1. Gjøgnum allan dystin vóru fleiri tvídystir millum Marouane Fellaini og Ryan Shawcross. Tað eini ferðina var belgiski miðvallarin so óður, at hann sendi høvdið við nógvu krúllunum í anditið á Ryan Shawcross.

 

Dómarin sá ikki støðuna, sum annars er til beinleiðis reytt kort. Enska Fótbóltssambandið hevur tí møguleika at revsa Everton spælaran eftir dystin. Tað hava teir gjørt, og leikbannið er galdandi fyri teir komandi tríggjar dystirnar, skrivar Daily Mail í dag.

 

Marouane Fellaini, sum fleiri ferðir er settur í samband við eitt nú Chelsea, hevur biðið um umbering fyri hendingina. Everton hevur ikki óvæntað góðtikið dómin.

 

Dysturin hevur annars fingið nógv umrøðu í ensku fjølmiðlunum, sum viðgerða fleiri støður í dystinum, har menn hildu fast í hvørjum øðrum í samband við serliga deyðbóltsstøður. Fleiri og fleiri tykjast rógva fram undir, at dómarar nú skulu til at revsa spælarar, sum halda í øðrum spælarum í samband við eitt nú deyðbóltar. Tað er ikki óvanligt at síggja menn verða hálaðar um koll í brotsteiginum uttan at dómarnir lata við seg koma.

 

Marouane Feallini er 25 ára gamal, og vann var kosin til besta spælaran í Premier League í novembur mánaði.