Miðbýarætlanin skumpar húsvognarnar út

Tey sum fyrr hava búð í húsvogni á summarfestivalinum, á tjaldingarstaðnum aftanfyri stóra pallin, sleppa ikki at endurtaka upplivingina í summar á sama hátt.

Tey sum fyrr hava búð í húsvogni á summarfestivalinum, á tjaldingarstaðnum aftanfyri stóra pallin, sleppa ikki at endurtaka upplivingina í summar á sama hátt.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, setti í oktober mánaði í fjør spakan í nýggja Biskopstorgið, sum er nýggja miðbýarætlanin í Klaksvík, og tað torgið er júst har sum nógvir gestirnir á summarfestivalinum plaga at parkera húsvognarnar.

 

-Vit hava næstan verið forkelaði við at hava búð backstage. Uttanlands er vanligt at tú skalt ganga eitt sindur áðrenn tú kemur til konsertøkið. Hetta er ein broyting sum vit helst vildu sloppið undan, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summarfestivalinum, í samrøðu við Rás2.

 

-Geniali kampingbýurin sum vit hava havt í nøkur ár verður ikki uppá sama máta í ár. Vit skulu nú finna útav, saman við kommununi og kunningarstovuni hvørjir møguleikar verða til húsvognar. Tað kann verða at tað verða færri pláss til húsvognarnar í ár, ella at vit finna pláss til sama talið, men so verður økið meir spreitt, enn tað fyrr hevur verið. Ein tanki hevur verið at gjørt nýtt øki til húsvognar úti í Klaksvíksgarðinum. Har er ein handil og ikki so langt at ganga heim í býin, sigur Erik Biskopstø.

 

Í fjør var økið har ítróttarhallirnar eru uppií tjaldingarøkinum. Hetta riggaði sera væl til familjur tí bæði svimjihøllin og barnalandið er í ítróttarøkinum, greiðir Erik Biskopstø frá.