112 ára gamal krígsveteranur deyður

- Eg drekki whisky í kaffi, og onkuntíð drekki eg reint whisky. Eg royki eisini sigar, men eg blási roykin út, segði Richard Overton.

Í gjár doyði elsti krígsveteranurin í USA, Richard Overton, 112 ára gamal, og sagt verður, at hann eisini var elsti maður í USA. 

 

Tað er CNN, sum ber hesi tíðini, eftir at familjan hjá Overton hevur váttað deyðsfallið. Familjan upplýsir, at hin gamli varð lagdur inn á sjúkrahús við lungnabruna, áðrenn hann doyði.

 

Undir seinna kríggi gjørdi hann tænastur fyri amerikanska herin á oyggjum í Kyrrahavinum.

 

Tá Richard Overton varð heiðraður í 2013 á degnum, tey í Ameriku rópa Veterans Day, segði táverandi forsetin, Barack Obama, at Overton eitt nú var í Pearl Harbor, Okinawa, og hann var eisini í Iwo Jima.

 

Sjálvur hevur Richard Overton sagt, at hann kom sær livandi úr hesum stríði við Guds náði. Tá hann fylti 112 ár í mai mánaði í ár, varð hann eisini heilsaður av amerikanska herinum á Tvitter.

 

Í 2013 segði Richard Overton, at honum ikki dámar at hugsa, ei heldur snakka um kríggið, og hann segði, at hann hevði ”gloymt alt hatta har…”, sum hann tók til.

 

Tað var eisini í 2013, at hann segði í amerikanskum miðli, at hóast høga aldurin, var hann leysur av øllum heilivági.

 

- Eg drekki whisky í kaffi, og onkuntíð drekki eg reint whisky. Eg royki eisini sigar, men eg blási roykin út og andi hann ikki niður í meg, endurgav CNN hann fyri at siga.