Orð/mynd: Marianna Holm Jacobsen
Tíðliga í september mánaði fingu teir 50 næmingarnir í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt boð um at svara ynskilistanum til starvsvenjing.
Frank Jacobsen, ið er vegleiðari á skúlanum, og hevur ábyrgdina av starsvenjingunum, hevði tí nógv at gera um hetta mundið.
Hann fór beinanvegin í holt við tað, og ta síðsta staðið til starvsvenjingina kom ikki uppá pláss fyrr enn eina lítla viku áðrenn næmingarnir skuldu í starvsvenjing, nevniliga í viku 3 í ár.
- Tað tekur langa tíð at fáa heili 50 næmingar inn í starvsvenjing. Men tað er umráðandi, at eg fái gjørt tað skjótast møguligt, tí um hesa tíðina vóru nevniliga fýra skúlar í landinum, sum skuldu í starvsvenjing.
- Tey flestu vilja vera í Havn, og tí er kapping um plássini, sigur Frank Jacobsen, vegleiðari á Skúlanum við Løgmannabreyt.
At fáa allar næmingarnar í starvsvenjing er ikki bert tað, ið Frank ger. Eftir at øll eru farin í starvsvenjing, fer hann út til næmingarnar at vitja tey ymsu støðini.
Í hesum førum er tað ikki bert Frank, ið fer at vitja tey, av tí at flokkurin er so stórur, men eisini Brynhild Jacobsen, flokslærari.
- Tað er ein partur av arbeiðnum hjá mær at skula vitja næmingarnar. Har eg havi verið, hava tey allar flestu fingið nógv burturúr, og lært nógv, sigur Frank Jacobsen.










