fáa hana til høldar. Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd. 100 tons av ull Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar [...] at tað hevur verið sagt, at eini 50 tons av ull fáast av seyðinum í Føroyum. Sagt hevur verið, at tað eru einir 70.000 seyðir í Føroyum. Men eg haldi tað eru fleiri enn so, tí seinastu árini eru nógv farin [...] verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina. Maskinurnar eru keyptar brúkar úr Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum
Verður tað, sum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, gerst tað torførari at verða útróðrarmaður í Føroyum. »Vit kunnu ikki góðtaka, at lógin verður gjørd soleiðis, at helvtin av okkara [...] Michelsen. Hann sigur, at til dømis eru feløgini í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Sandoynni limir í Meginfelag Útróðrarmanna. Hóast roynt hevur verið í fleiri dagar at fáa orð á John Petersen, landsstýrismann [...] seinastu 90 dagarnar og hava avreitt í minsta lagi 15 kg. fyri hvønn mannin. Eftir nýggja uppskotinum hjá John Petersen, verður reglan tann, at báturin skal hava avreitt fyri í minsta lagi 10.000 krónur fyri
Bíðilistin í Klaksvík longri enn í Havn Seinastu mánaðirnar hevur nógv verið tosað og skrivað um landa bíðilistan til barnaansing í Tórshavnar kommunu. Í síðstu viku varð nevnt í útvarpinum, at sløk 400 [...] ring ella verri aðrastaðni í Føroyum. Í Klaksvík eru 160 kommunal ansingarpláss í dag, men hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin á plássum. Seinastu tølini vísa, at tørvur er í minsta lagi á líka nógvum [...] t.v.s. 100% aftrat teimum plássum, sum eru í dag. Fólkatalið í Tórshavnar kommunu er umleið 3,5 ferðir størri enn í Klaksvík, so um vit falda bíðilistan í Klaksvík við 3,5, hevði talan verið um 550 manglandi
silvur á Oyggjaleikunum, ella Petur Niclasen, sum í fleiri ár hevur verið ein av allarstinnastu spælarunum í Føroyum, vóru við í Íslandi. Hesir eru báðir í Danmark, og ístaðin fyri teir, vóru nakrir yngru [...] Seinasta vikuskiftið var føroyska landsliðið í borðtennis í Íslandi til eina trílandakapping í sambandi við, at íslendska borðtennissambandið, BTÍ, fylti 25 ár fyrr í mánaðinum. Føroyingarnir vóru saman við [...] okkurt settið. Besta úrslitið var helst í tvímansleiki, har Eyðun Luid og Birgir Carlsson bert tepurt taptu í triðja setti, 19-21, fyri íslendsku meistarunum. Spælararnir í opnu kappingini vóru eisini sterkir
meiningsfult innihald, sum í stórum er í tráð við teir tankar, sum vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt okkum um neyðugar broytingar á hesum øki. Viðvíkjandi heitinum á fundinum í kvøld, so er tað rættiliga [...] ikki frammanundan fastlæstir. Støðan í dag er annars hon, at Tjóðveldisflokkurin er farin so langt, at hann krevur loysing her og nú. Heldur í dag enn í morgin. Í hesum fær hann onga undirtøku frá øðrum [...] hjá donsku stjórnini, professarin í løgfrøði Alt Ross, brúka orðið »ríkisfelagsskapur«, men at teir í staðin brúktu orðið »ríkiseind«. Orsøkin var hon, at felagsskapur í løgfrøðiligari talu bert er millum
MBF komin at enda. Hon var ein av teimum fáu, sum áhaldandi hevur verið virkin í MBF, síðan tann dag MBF varð stovnað í 1981. Í 1980 sendi ST út boð um allan heim, at árið 1981 skuldi útnevnast til Ár teirra [...] studentsprógv í 1951 fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til korrespondent í enskum, týskum og fronskum. Heimafturkomin starvaðist hon sum skrivari ymsastaðni til hon tók við skrivarastarvinum í MBF. Valið [...] avgerandi, um ein felagsskapur skal síggjast aftur í samfelagnum. Vansin í slíkum felagsarbeiði er jú tann, at tað altíð vera nógv fólk, som koma og fara í nevndararbeiðinum, og um tá ikki ein er, ið kann
kvæðamentan okkara heimarætt í skúlanum, og heimarætt fær okkara kvæðamentan í nýggju fólkaskúlalógini, sum fær gildi frá 1. august 1998. Í §8, sum er um kravd undirvísingarevni í hóskandi lærugreinum og á [...] Kvæðamentan, kvøðing/føroyskur dansur. Í hesum sambandi hevur nevndin í Sláið Ring sett eina »Undirvísingarnevnd í Sláið Ring«, sum skal kunna dugna skúlamyndugleikunum í fyrireikingini og vegleiðingum innan [...] frá ungdómi í einum av okkara stóru dansifeløgum, um at fáa Sláið Ring at formidla kontakt millum ungdóm í teimum ymsu feløgunum, og gera tað møguligt at samla ungdóm (15-25 ár) úr øllum Føroyum til eitthvørt
og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika. Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai [...] vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin. ? Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar [...] Føroyar at gera, og sum teir ætla sær at vitja. ? Gongst sum ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast, og hvussu verður við pengum. Vit
komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin. Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin støða tikin til hendan spurningin [...] Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku pressuni [...] høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri. Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at fiskiskapurin var í hæddini, tá skipini byrjaðu.
at oljan skal í land í Føroyum. -Sjálvandi er tað gott at hava tað við í lógini, men tað kann sjálvandi vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður at taka olju í land í Føroyum. Tingmaðurin ávaraði ímóti [...] sum teir. Oljan í land, men Heine O. Heinesen helt fyri, at høvi fór at verða at viðgera lógaruppskotið í smáutun í Vinnunevndini, men hann tók onkra grein fram og vísti eisini á greinina í lógini um, at [...] ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini og í viðmerkingunum, tí hetta sampakkar væl við tað, sum Vinnunevndin varð kunnað um í Noregi. Hann vísti eisini á, at norðmenn hava verið