at eini donsk hjún sluppu við lívinum frá einari flogvanlukku í Nepal í morgun. 21 fólk vóru í flogfarinum, og nepalska flogfelagið, sum átti flogfarið, sigur, at bara seks av teimum 21 sluppu við lívinum [...] millum teirra, sum sluppu livandi frá vanlukkuni. Uttanríkisráðið sigur, at tey donsku hjúnini eru flutt á eitt sjúkrahús í býnum Pokhara, og sendistovan í Katmandu hevur sent eitt av sínum starvsfólkum til [...] venda aftur, tí flogskiparin hevði boðað frá onkrum tekniskum trupulleikum. 18 ferðafólk vóru í flogfarinum, og manningin taldi trý.
Við flogfarinum í kvøld kom ein bólkur frá Politiets Aktionsstyrke og ein bólkur frá Forsvarets Frømandskops til Føroya. Tað er sera sjáldsamt, at serdeildir frá donsku løgregluni og verjuni koma til Føroya [...] soleiðis er støðan í kvøld, og Portalurin skilir, at orsøkin er, at skipið hjá Greenpeace, Esperanza, er á veg í føroyskan sjógv. Portalurin hevur verið í samband við Politistøðina í Havn, men har fæst einki
seks umførum í Royalu liguni. FCK var á heimavølli í Parkini ímóti norska Tromsø. Uppgerðin var søgulig á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at takið var á undir fótbóltsdysti, soleiðis at Parkin [...] Úrslitið á tunga og óslætta vøllinum var 3-0 til heimaliðið, sum gjørdi øll málini undan nógva vindinum í 1. hálvleiki. Halmstad vann á heimavølli 2-1 á OB, og í Tróndheimi vann Rosenborg 1-0 á Esbjerg [...] fótbóltinum. Eg fekk í vikuni ein lítlan vøddaskaða frammanfyri á lærinum, og tað varð hildið óneyðugt at taka nakrar kjansir, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni hjá sær. Næsti dysturin hjá FCK verður hóskvøldið
Radio kunngjørt á tíðindafundi í Keypmannahavn. Tá Danmark í 2001 seinast var vertur fyri hesum stóra tónleikatiltaki, vóru tað Natasja Crone og Søren Pilmark, sum leiddu tiltakið, og tað gekk ikki
hendingina: - Ungi maðurin er helst sloppin út á flogbreytina í heimbýi sínum, Charlotte í North Carolina, og hevur síðani goymt seg í hjólrúminum á flogfarinum, verður sagt. Løgreglan hevur kannað tvey flogfør [...] flogfør sum komu frá Charlotte til Boston henda dagin. Her komu teir fram á hand- og fingramerki í øðrum teirra, og sum svara til tey hjá dronginum. Og skaðin sum tann 16 ára gamli hevur fingið, týðir eisini [...] valdi at krógva seg í hjólrúminum. Og tað verður eisini kannað, hvussu hann yvirhøvur kundi sleppa út á flogbreytina.
Haagen Wittorff, soleiðis: - Um onkur kann siga nakað um, hvat hendi í flogfarinum, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við meg á Facebook. Kvinnan skrivar seg sum "den omkomnes kæreste". [...] Løgreglan í Grønlandi váttar, at ein persónur mikudagin doyði í einum flogfari á veg úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq í Grønlandi. Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Preben Kleist, váttar yvirfyri Sermitsiaq
Bjóðaðu av Tað skiltist á øllum brøgdum longu frá byrjan, at onkur fór at bjóða av á síðsta teininum, tí mestsum beinanvegin royndu súkklarar at sleppa frá hinum. Og longu á Langasandi høvdu tríggir súkklarar [...] Egholm fyrstir um fjallaspurtin á Oyggjavegnum, men tá teir blivu tiknir aftur, var greitt, at kappingin um fjallatroyggjuna fór at verða avgjørd á síðsta fjallaspurtinum á Velbastaðhálsi. Har vísti Torkil [...] Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe. Á veg oman frá Áargeil eftir Gundadalsvegnum var Hafsteinn tann fremri, men í síðsta svinginum setti Torkil trumfin á og yvirhálaði innanfyri, so tað eydnaðist
Tað gongst striltið hjá flogverksmiðjuni Boeing at leggja seinastu hond á tað nýggja ferðamannaflogfarið Boeing 787, sum hevur fingið heitið Dreamliner. Í gjár varð kunngjørt, at tað fyrsta flogfarið verður [...] upprunaliga ætlað, skrivar Reuters. Boeing hevur havt fleiri tekniskar trupulleikar við tí nýggja flogfarinum, og hesaferð er tað eitt óhapp undir einari royndarflúgving í november, sum hevur fingið verksmiðjuna [...] fyrsta flogfarið. Samstundis vil verksmiðjan hava betri tíð til at royna ymsar telduskipanir í flogfarinum. Serfrøðingar siga, at seinkingarnar hava kostað Boeing nógvar pengar, og at hetta fer at síggjast
komin at taka ímóti flogfarinum, tá tað setti seg á Farnborough-flogvøllin. Fleiri av teimum ovastu leiðarunum í Boeing-fyritøkuni vóru við flogfarinum. Mike Bryan, sum var flogskipari á teirri fyrstu ferðini
hevur átikið sær at reka virkið. Meps rekur eisini virkið á Eiði, gamla Norðís. Hóast einki fiskaarbeiði er á landi í Havn, kemur nógvur fiskur upp á land. Landingarmiðstøðin hjá Barinum tekur ímóti fiski [...] Arbeiðarafeløgini í Havn strongdu á fyri at fáa fiskaarbeiði í gongd aftur í Havn, og líkt er til, at tað verður til nakað. Men tað er óvist nær, tí fyrst skulu ymiskar ábøtur gerast á húsið. Tórshavnar kommuna [...] kommuna keypti bygningin. Tað lak illa, og tí er takið skift út. Onkrar abøtur skulu gerast aftrat. Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag keyptu maskinurnar, sum verða settar í eitt felag, og