Teir 2-300 áskoðararnir, sum vóru komnir til Statoil-støðina í Gundadali at fylgja við endanum á stóru súkklukappingini Statoil Kring Føroyar, fingu undirhald til tað síðsta, tá teir blivu vitni til ein sera spennandi endaspurt millum teir báðar fremstu súkklararnar, Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe.
Á veg oman frá Áargeil eftir Gundadalsvegnum var Hafsteinn tann fremri, men í síðsta svinginum setti Torkil trumfin á og yvirhálaði innanfyri, so tað eydnaðist honum at fáa smoygt sær framum og hildið fast, líka til komið var um mállinjuna. So tætt var millum teirra, at tíðin tó var tann sama.
Í góðveðrinum í gjár var tíðin upp á tríggjar tímar, seks minuttir og 30 sekund eisini tann næstbesta, sum hevur verið, síðani farið var undir at brúka 109 kilometra langa teinin úr Tjørnuvík, umvegis Saksun og Gomlurætt, áðrenn trý umfør verða súkklað í Havnini.
Serliga stuttligt var tað hjá súkklarunum, at fólk stóð fram við vegnum fleiri staðni á teininum, og eitt nú í Hvalvík og Streymnesi stóðu børn við fløggum og fagnaðu súkklarunum. Tað var ikki sørt, at tað minti um myndirnar, vit plaga at síggja frá Tour de France og teimum stóru kappingunum.
Bjóðaðu av
Tað skiltist á øllum brøgdum longu frá byrjan, at onkur fór at bjóða av á síðsta teininum, tí mestsum beinanvegin royndu súkklarar at sleppa frá hinum. Og longu á Langasandi høvdu tríggir súkklarar fingið eitt fitt petti millum seg og hinar, og tað var ikki sørt, at sensatiónin lá og lúrdi.
Eli J. Christiansen, Áslakkur Nesá og Kjartan Egholm sluppu avstað, og teir bara øktu um frástøðuna aftur til restina av feltinum allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Men so við og við gjørdist ófriðarligt longur afturi, har fleiri royndu at skræða seg leysan, so ferðin øktist í feltinum.
Tá so komið var í Kollfjarðardal, byrjaðu tríggir teir fremstu í kappingini samanlagt at arbeiða seg miðvíst fram ímóti teimum trimum útbrótarunum. Og í drúgvu mótbrekkuni niðan á Oyggjarvegin vísti formurin og orkan seg at gera mun, so útbrótararnir til síðst blivu tiknir aftur.
Í brekkuni niðan frá Norðradalsskarði var orkan uppi hjá Áslakki og Kjartani, so teir ikki orkaðu at fylgja við, tá Torkil og Hafsteinn høvdu tikið teir, meðan eitt sindur meira var í Eli, sum fylgdi favorittunum báðum allan vegin til Gomlurætt og ikki misti takið, fyrr enn leiðin aftur lá niðan ímóti Velbastaðhálsi.
Longur afturi í feltinum vóru fleiri smáar kappingar í kappingini, og tað var ikki sørt, at tað blivu fleiri duellir, so hvørt sum teir 19 súkklararnir komu á mál í Gundadali. Onkuntíð vóru tveir, sum kappaðust um at koma fyrri um mállinjuna, og í onkrum føri tríggir súkklarar, so endaspurtarnir gjørdust væl fleiri enn vanligt.
Báðir vóru fegnir
Sum sagt, so eydnaðist Torkili Veyhe at vinna tann altavgerandi endaspurtin og koma fyrstur á mál, og hann var sjálvandi vælnøgdur, tí við hesum megnaði hann at vinna tveir av trimum endaspurtum ímóti Hafsteinni. Tann fyrri var í Saltangará, har hann eisini á síðstu metrunum megnaði at koma avgerandi framum, meðan Hafsteinn hevði munin í Vági, har tað næstan var fast ímillum teirra.
– Eg eri ótrúliga væl nøgdur við at vinna í dag. Samanlagt kundi eg fingið betri úrslit, men eg eri nøgdur við annaðplássið í kappingini, umframt at eg vann fjallatroyggjuna. Samanumtikið hevur tað verið í lagi, segði Torkil Veyhe, sum eftir lokna kapping kundi staðfesta, at tað hevði verið hart.
Fyri fjórðu ferð á rað vann íslendingurin Hafsteinn Ægir Geirsson kappingina, og hann var sjónliga fegin um tað hesa ferð: – Serliga hesin síðsti teinurin var harður, tí Torkil setti ferðina sera høgt, so eg hevði ilt við at fylgja honum. Hetta er harðasta kappingin higartil, so eg eri sera fegin um, at eg kortini megnaði at enda sum vinnari samanlagt, segði Hafsteinn Ægir Geirsson.
Tilsamans 22 súkklarar vóru við í Statoil Kring Føroyar hesa ferð, men bara 13 av teimum vóru við allan vegin og gjøgnumførdu teir tilsamans 324 kilometrarnar. Tvær kvinnur, Durita Holm og Súsanna Skylv Sørensen, bjóðaðu monnunum væl av, og eisini var hesa ferð ein minni kapping í kappingini í bólkinum +45, har íslendingurin Gunnlaugur Jónasson gjørdist tann drúgvasti.
Komandi ár verður kappingin fyri fjúrtandu ferð, men tá verður hon øðrvísi enn undanfarnu árini, tí nú verður skift frá einstaklingakapping til liðkapping, so tað leggur upp til eina ikki minni taktiska og spennandi kapping í framtíðini. Sum skilst, er ætlanin at hava tríggjar súkklarar á hvørjum liði.
Í kassa fyri seg
Torkil vann fjallatroyggjuna
Á trimum av teimum fýra teinunum vóru tilsamans seks fjallaspurtir, ið góvu trimum teimum fremstu ávíkavist trý, tvey og eitt stig. Bara í Sandoynni, har súkklað var við einkultstarti, var eingin fjallaspurtur.
Tá súkklað var í Eysturoynni hósdagin, var Torkil Veyhe fyrstur um Eiðisskarð, við Hafsteinni Ægir Geirsson og Gudmundi Joensen í hølunum. Men um Gøtueiði hevði Hafsteinn munin á Torkili og Gudmundi.
Í Suðuroynni fríggjadagin var Hafsteinn fyrstur um Fámjinsskarð, framman fyri Torkil og Gunnar Dahl-Olsen, men á Hestinum var Torkil tann fyrsti, við Hafsteinni og Gudmundi aftan fyri seg.
Sunnudagin í Streymoynni vóru teir tríggir útbrótararnir, Eli J. Christiansen, Áslakkur Nesá og Kjartan Egholm fyrstir um fjallaspurtin á Oyggjavegnum, men tá teir blivu tiknir aftur, var greitt, at kappingin um fjallatroyggjuna fór at verða avgjørd á síðsta fjallaspurtinum á Velbastaðhálsi.
Har vísti Torkil enn eina ferð sína styrki og vann, meðan Eli eisini fekk hildið Hafsteinn aftan fyri seg, og sostatt gjørdist Torkil vinnari av fjallatroyggjuni við 13 stigum, meðan Hafsteinn fekk 11 stig. Síðani hevði Eli fimm stig, Gudmundur trý, Áslakkur tvey og Gunnar og Kjartan hvør sítt.
ÚRSLITATALVA, SUM EISINI MÁ BRÓTA FRÁ VANLIGA TEKSTINUM:
Statoil Kring Føroyar 2008
Endaliga støðan eftir 324 kilometrar:
1. Hafsteinn Ægir Geirsson 09:52:30
2. Torkil Veyhe +00:01:58
3. Gudmundur Joensen +00:14:21
4. Eli J. Christiansen +00:21:28
5. Áslakkur Nesá +00:24:24
6. Gunnar Dahl-Olsen +00:25:16
7. Kjartan Egholm +00:27:56
8. Gunnlaugur Jónasson +00:35:56
9. Andrass Joensen +00:47:57
10. Sverri Mohr Edvinsson +01:06:13
11. Jón Bogason Ellingsgaard +01:28:55
12. Durita Holm +01:40:18
13. Evald Rasmussen +03:29:51