Við flogfarinum í kvøld kom ein bólkur frá Politiets Aktionsstyrke og ein bólkur frá Forsvarets Frømandskops til Føroya. Tað er sera sjáldsamt, at serdeildir frá donsku løgregluni og verjuni koma til Føroya. Men soleiðis er støðan í kvøld, og Portalurin skilir, at orsøkin er, at skipið hjá Greenpeace, Esperanza, er á veg í føroyskan sjógv.
Portalurin hevur verið í samband við Politistøðina í Havn, men har fæst einki at vita. Boðini eru, at Peter Thaysen, politikommiserur, skal ringja.
Danskir miðlar hava eisini fingið frænir av, at politiið er í gongd við okkurt stórt í Føroyum, men teir fáa heldur einki at vita.
Ein kelda upplýsir fyri Vágaportalinum, at Esperanza ætlar at søkja at West Pooenix boripallinum, sum borar eftir olju í føroyskum sjóøki.
Vit vænta at frætta meira frá politinum seinni.










