Donsku vertirnir til Melodi Grand Prix

Tað verða Lise Rønne, Nikolaj Koppel og Pilou Asbæk, sum skulu leiða stóra tónleikatiltakið í Danmark í mai.

 

Tá Danmark í mai verður vertur fyri tí heilt stóra tónleikatiltakinum, Evropeiska Melodi Grand Prix, verða tað Lise Rønne, Nikolaj Koppel (v.m.) og Pilou Asbæk (hm.), sum skulu leiða tiltakið.

 

Tað hevur Danmarks Radio kunngjørt á tíðindafundi í Keypmannahavn.

 

Tá Danmark í 2001 seinast var vertur fyri hesum stóra tónleikatiltaki, vóru tað Natasja Crone og Søren Pilmark, sum leiddu tiltakið, og tað gekk ikki betri enn væl, sum danskir fjølmiðlar málbera seg.

 

Ein viðmerkjari hjá BBC gav tá dønunum báðum kelinøvnini, Tandfeen og Doktor Død.

 

Í ár skulu teir tríggir vertirnir, Lise Rønne, Nikolaj Koppel og Pilou Asbæk, leiða trý tiltøk, tvær semifinalur ávikavist 6. og 8. mai - og stóru finaluna leygardagin 10. mai.