Arbeiðarafeløgini í Havn strongdu á fyri at fáa fiskaarbeiði í gongd aftur í Havn, og líkt er til, at tað verður til nakað. Men tað er óvist nær, tí fyrst skulu ymiskar ábøtur gerast á húsið.
Tórshavnar kommuna keypti bygningin. Tað lak illa, og tí er takið skift út.
Onkrar abøtur skulu gerast aftrat.
Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag keyptu maskinurnar, sum verða settar í eitt felag, og hetta felag fer at leiga maskinurnar út til fyritøkuna Meps, sum hevur átikið sær at reka virkið.
Meps rekur eisini virkið á Eiði, gamla Norðís.
Hóast einki fiskaarbeiði er á landi í Havn, kemur nógvur fiskur upp á land. Landingarmiðstøðin hjá Barinum tekur ímóti fiski frá fleiri bátum.










