Tað gongst striltið hjá flogverksmiðjuni Boeing at leggja seinastu hond á tað nýggja ferðamannaflogfarið Boeing 787, sum hevur fingið heitið Dreamliner. Í gjár varð kunngjørt, at tað fyrsta flogfarið verður ikki latið fyrr enn í triðja ársfjórðingi í ár, og tað er trý ár seinni enn upprunaliga ætlað, skrivar Reuters.
Boeing hevur havt fleiri tekniskar trupulleikar við tí nýggja flogfarinum, og hesaferð er tað eitt óhapp undir einari royndarflúgving í november, sum hevur fingið verksmiðjuna at bíða við at lata tað fyrsta flogfarið. Samstundis vil verksmiðjan hava betri tíð til at royna ymsar telduskipanir í flogfarinum.
Serfrøðingar siga, at seinkingarnar hava kostað Boeing nógvar pengar, og at hetta fer at síggjast aftur í roknskapinum fyri 2010, sum verður lagdur fram seinni í dag.