egið bakarí í Kollafirði. Jacob giftist í 1949 við Annu, fødd Samuelsen, úr Kollafirði. Tey bygdu sær hús har, og Jacob gjørdi sær bakarí í kjallaranum. Arbeiðsbýtið teirra millum var at hann bakaði, og hon [...] hann var 73 ára gamal í 1991 legði hann frá sær sum bakari og læt bakaríið í Kollafirði aftur. Tó hava bakaraovnarnir verið dúgliga brúktir síðani tí, tí leingi eftir at hann stongdi, bakaði Jacob til [...] gevur dunnunum at eta, og nú um summarið hevur hann úr at gera við at taka sær av dunnungum. Fyrr, tá hann var betur gongdur, tók hann sær eisini av seyði, men so langt niðan í bøin klárar hann ikki longur
Tá vit vitjaðu í Suðuroy herfyri, vóru vit sjálvandi inni á gólvinum á bakarínum hjá Hans Olaf á Tvøroyri. Henda morgunin hevði hann staðið síðan tíðiga náttina fyri, og nú stóð hann og gjørdi klárt til [...] Jú, hugflognum bagir einki, tá lýsast skal við góða bakstrinum hjá Hans Olafi Johannesen, sum lærdi til bakara og kondittara í Vági, har hann varð liðugur í 1994. Eftir at hava arbeitt sum bakari í Danmark [...] sum rakti, men tá vóru eisini fýra bakarí í Suðuroynni. At vera bakari er ikki ein arbeiðsdagur frá klokkan 08 til 16, sum hjá so mongum øðrum, ið arbeiða vanligan dag uppi á landi. - Tá tú rekur bakarí
soleiðis at hava til sítt lívsstarv, - nei, tað er óhugsandi. At skula fara til fara til arbeiðis kl. 8 á morgni og so fara til hús aftur, tá ein er vorðin 67! Ein slík hugsan man ræða mong. Men tá ein soleiðis [...] vera, halda tær báðar, nú vit fingu eitt orð við tær í farnu viku. Á Bakkafrost arbeiða sjálvandi eisini menn. Men henda hósdagin í farnu viku, tá vit vitjaðu virkið, nýtt vit bert høvið at hitta hesar [...] vetri, so halda tey á eitt heilt lív í trúgvari tænastu á einum slíkum fiskavirki. Vit hava hitt tvær konur, sum hava starvast á Bakkafrost í ávikavist 12 og 15 ár. Og tær trívast framvegis í arbeiðinum
koyrd til hús fyri árið á virkinum hjá Bakkafrost í Vági, so vita vit eisini, at Bakkafrost skapar virðir fyri nógvar 100tals mió. krónur á firðunum í Suðuroynni. Arbeiðsfólk í Suðuroynni hava ikki allar [...] í Vági hava ikki aðrar møguleikar enn at góðtaka eitt arbeiðaár á 135 dagar, hóast tey kundu hugsa sær annað. Eg giti tað er í áhuganum hjá Bakkafrost at hava nøgd starvsfólk, sum eisini hava eitt fult [...] støðu, har 135 arbeiðsdagar um árið (sum tey hava arbeitt í 2022) og hetta stendur ikki mát við eitt vanligt arbeiðsár, har tað eru umleið 220 arbeiðsdagar. -Og tá gerandisdagurin í Føroyum fíggjarliga í stóran
teimum trimum smoltstøðunum, vit hava. Bakkafrost Holding hevur í dag eini 250 fólk í arbeiði við smoltaling, aling á sjónum, kryvjing og framleiðslu. - Í løtuni hava vit umleið 4 miljónir laksasmolt gangandi [...] virkar. - Jú, hetta sær út til at vera í lagi, og vit eru sera fegin um tann heiður, sum alt hetta virksemi – og øll tey fólk, vit hava í starvi – hava fingið, sigur Hans Jacobsen. [...] marknaðarviðurskiftum. Áðrenn vit koma til kut úr søguni, sum liggur aftanfyri, fegnast Hans Jacobsen um stóru undirtøkuna, sum var leygardagin, tá Bakkafrost hevði “opið hús” í sambandi við heiðurin sum
og skaffa sær ein manageara. - Vit vilja koyra tað allan vegin. Tað slógu vit fast beinanvegin, tá vit stovnaðu bólkin, og tað er eisini tað, sum allir bólkalimirnir hava játtað, áðrenn teir eru komnir [...] tikið 1 ½ ár. Vit brúktu tríggjar vikur um at taka tær fyrstu 12 grundirnar upp. Og so hava vit faktiskt brúkt restina av tíðini til at leggja útyvir. Eingin av okkum hevur roynt at veri soleiðis involveraður [...] nógv, at tað hekk ikki saman longur í høvdunum hjá okkum. Ikki tí at vit vóru óvinir ella nakað, tónleikurin fylti bara for nógv. Vit hava siðani hetta spælt okkurt inn av nýggjum; stilla alt upp aftur og
seinastu hálvu øldina hava vit føringar sæð okkara søgu lýsta í einum vaksandi tali av verkum, sum greiða frá einstøkum virkisgreinum og samfelagsbólkum. Í slíkum verkum kunnu vit lesa um eitt nú føroyska [...] tætt við at hava skaldsøgulongd, er Eitt ár til skips eftir Hans Andrias Djurhuus, frá 1922. Í 1935 kemur skaldsøgan Fastatøkur eftir Heðin Brú. Hvørgin av hesum tekstum grevur djúpt tað veri seg sum sá [...] frásøgnini um uppvøksturin hjá Martini uttan at nevna eina hending, sum fór fram, tá hann var 12 ár, og sum so ella so má hava sett sær varandi spor. Fastalávintsleygardag í 1915 varð grind sædd uttan fyri
sigur Eyðdis. Hon fortelur, at aðrastaðni tey hava búð, hevur alt verið í lagi. - Vit høvdu eitt Falck-hald, tá vit búðu niðri. Har fingu vit roykvarnarar, teppi, tog og eldsløkkjarar. Tað var altíð undir [...] ung familja, tá hon missir alt, sum hon eigur yvir eina nátt? - Vit eru fullkomiliga tikin av bóli av allari hjálpini, vit hava fingið. Bæði frá vinum, familju, kenningum og frá fólki, sum vit als ikki kenna [...] varnast eldin, longu tá hann kyknar, og kunnu soleiðis varskógva húsfólkunum. - Eg veit ikki, hví vit ikki hava hugsað um at fáa roykvarnarar settar upp. Tað er so nógv annað at hugsa um, tá men flytur, sigur
13. Einans tríggir sigrar eru komnir í hús og ein javnleikur. Tað er ov lítið! Tað er spell, tí onkursvegna tykiskt tað sum um, at sandoyingar leikliga so smátt hava funnið stevið. Tíverri er tíðin bara [...] yvirlivað í deildini við 27 umførum, hevur havt, er 20. Tað var VB/Sumba í 2006. Og skal hetta vera tað, vit máta eftir, so skal B71 tvífalda um stigini upp á helvtina av tíðini, liðið nýtti um at savna tíggju [...] í løtuni í, at fáa hesa trúnna yvir á einstøku leikararnar. Og nógv bendir á, at sandoyingar ikki hava givið skarvin yvir enn – hóast hann sambært hagtølunum langt síðani er flogin. Tí hóast vónbrotið
afturat Ann Mikkelsen skilir heldur ikki politisku raðfestingarnar. - Hava vit ráð at hava trý sjúkrahús, tá ið vit kjakast um, antin vit hava ráð at geva okkara sjúku tann besta heilivágin? - Ella er hetta [...] heilivág til ólekjandi sjúklingar, spyr við rættiliga beiskari rødd. - Eru vit so framkomin, sum vit ofta siga, at vit eru? Verða vit heimsins besta land í 2015, sum framsjón 2015 sigur? - Tað er longu um [...] í høvdinum á Ann Mikkelsen hesar seinastu dagarnar. Hon varð bangin og skelkað í sínum grundvølli, tá ið hon hoyrdi at Landssjúkrahúsið ikki longur hevur ráð til at lata sjúklingum ávísan heilivág. Ann