Bangin fyri at fáa rullistól í brúðargávu frá samgonguni

- Sum mamma havi eg ikki orð fyri, hvussu ræðuligt tað er at hoyra, at sonur mín kanska skal missa sín lívsneyðuga heilivág, tí at Landssjúkrahúsið skal spara

- Er tað eingin, sum kann steðga hesum ørskapinum?

Tað er spurningurin, sum hevur malið í høvdinum á Ann Mikkelsen hesar seinastu dagarnar.

Hon varð bangin og skelkað í sínum grundvølli, tá ið hon hoyrdi at Landssjúkrahúsið ikki longur hevur ráð til at lata sjúklingum ávísan heilivág.

Ann Mikkelsen er mamma ein drong við Sclerosu og sum fær hendan dýra heilivágin, sum Landssjúkrahúsið nú vil sleppa undan at betala fyri.

Sonur hennara er vaksin og hann hevur bæði gentu og barn og tey eru nú í ferð við at byggja sær hús.

- Hann skal giftast í næstum, men eg má siga, at hetta var ein syndarlig brúðargáva hann nú kanska fær frá samgonguni, sigur hon.

- Missur hann nú heilivágin, er bara rullistólurin eftir og so er bara eitt at gera og tað er at rýma av landinum. Tað verður ein ræðuligur smeitur hjá teimum.


Ræðuligur ótti

Hon sigur, at sonur hennara hevur ómetaliga stórt gagn av hesum heiliváginum.

- Hesin nýggi heilivágurin ger, at sjúkan verður hildin í skák og hann hevur onki álop havt, hesi trý árini, hann hevur fingið hendan nýggja heilivágin.

Sclerosa er ólekilig sjúka og áðrenn hann fekk hendan heilivágin, varð hann blindur í øðrum eyganum og fyri ein part er húðin í aðrari síðuni, deyð.

- Síðani hann fekk heilivágin hevur onki bakkast verið og heilivágurin ger, at hann er vælvirkandi og er førir fyri at passa sítt arbeiðið hvønn einasta dag.

Hann fær tríggjar sproytur um dagin og hvør sproyta kostar fleiri túsund krónur.

Nú verður sagt, at tað verður kanska ikki so galið og at onkur loysn man fara at verða funnin, so at tey ikki missa heilivágin?

- Men hví so leypa ótta á fólk við slíkum útsøgnum. Hjá eini mammu var hetta ræðuligt at hoyra og sum vanligur borgari skilji eg púra onki av, at slíkt yvirhøvur verður umrøtt í einum landi, sum kallar seg eitt vælferðarsamfelag.

- Tað er heilt ólukkuligt, at landsins myndugleikar loypa slíkan ótta á fólk, hóast tað vísir seg at laga seg, tá ið avtornar.

- Veruleikin er eisini, at sclerosusjúklingar tola ikki strongd, tí tað kann framprovokera eitt álop. Men at fáa slík boð er ógvuliga strongjandi og so tað er ómetaliga óheppið.

- Bara tað, at slíkt er til umrøðu, er einki minni enn ein vanlukka, leggur hon afturat

Ann Mikkelsen skilir heldur ikki politisku raðfestingarnar.

- Hava vit ráð at hava trý sjúkrahús, tá ið vit kjakast um, antin vit hava ráð at geva okkara sjúku tann besta heilivágin?

- Ella er hetta prísurin fyri loysingina og hví vera uttanríkisráð og sendistovur uttanlands raðfestar fram um heilivág til ólekjandi sjúklingar, spyr við rættiliga beiskari rødd.

- Eru vit so framkomin, sum vit ofta siga, at vit eru? Verða vit heimsins besta land í 2015, sum framsjón 2015 sigur?

- Tað er longu um sjey ár, skoytir hon upp í. 

Les eisini greinina: Ongin sjúklingur skal stúra.