Bakarin í Kollafirði 90 ár

Í dag fyllir Jacob Weyhe í Kollafirði, vanliga nevndur Bakarin, 90 ár. Hann var føddur og vaks upp í Porkeri.

Foreldur hansara vóru Mortan og Elsebeth Maria Weyhe.


Jacob var tað sjeynda av tíggju systkjum, sum vóru Magnus, Lotta, Sofía, Petur, Hanneba, Judith, Jacob, Kristina, Emma og Leona. Umframt Jacob, eru bara systrarnar Emma og Leona eftir á lívi, og tær búgva báðar niðri.


Hóast hann var føddur inn í eina rætta skipara- og fiskifamilju og sjálvur var ein túr til skips sum 14 ára gamal, gjørdist sjógvurin ikki hansara lívsleið, tí sum 16 ára gamal fór hann til Havnar at standa í læru í bakarínum hjá Fossá. Seinni arbeiddi hann eisini eitt skifti sum bakari í Vestmanna og eitt skifti í Danmark, umframt at hann í fleiri ár arbeiddi hjá Frants Restorff í Havn, til hann í 1950 læt upp egið bakarí í Kollafirði.


Jacob giftist í 1949 við Annu, fødd Samuelsen, úr Kollafirði. Tey bygdu sær hús har, og Jacob gjørdi sær bakarí í kjallaranum. Arbeiðsbýtið teirra millum var at hann bakaði, og hon stóð í handlinum. Tey fingu fýra børn, Poulu, Erling, Elsu og Mortan, og Jacob hevur í dag níggju abbabørn og trý langabbabørn.


Ikki fyrr enn hann var 73 ára gamal í 1991 legði hann frá sær sum bakari og læt bakaríið í Kollafirði aftur. Tó hava bakaraovnarnir verið dúgliga brúktir síðani tí, tí leingi eftir at hann stongdi, bakaði Jacob til bæði familju og kenningar, og mong jólasteikin er eisini farin ígjøgnum ovnarnar, sum enn standa í kjallaranum.


Jacob og Anna, sum er 85 ára gomul, eru bæði væl fyri enn, hóast sín høga aldur. Sjálvt um Jacob er blivin eitt sindur lamin, gongur hann úti hvønn dag og gevur dunnunum at eta, og nú um summarið hevur hann úr at gera við at taka sær av dunnungum. Fyrr, tá hann var betur gongdur, tók hann sær eisini av seyði, men so langt niðan í bøin klárar hann ikki longur.


Higani skulu berast teimum báðum bestu ynski um mong og góð ár aftrat, og við hesum orðum vilja vit ynskja Bakaranum í Kollafirði hjartaliga tillukku við runda føðingardegnum!


Skyldfólk