Uppkolaður viður, svart sót, knúst glas og vátir hyljar dekka gólvini í húsinum, sum brendu í Miðvági mánanáttina.
Brúggersið í eystasta endanum er ikki so illa farið, men tess longri inn vit koma, tess svartari og myrkari verður, og lukturin av royki er næstan ikki til at halda út. Yviri við kømrunum er ongin ivi. Eldurin er kyknaður í fyrsta barnakamarinum, har uppkolaðu sperrurnar gapa út í tóma rúmið.
- Eg havi longu fleiri ferðir staðið og grátið framman fyri hesum kamarinum, sigur Eyðdis, tá vit standa við gáttina til kamarið.
- Har vóru bara fjaðrarnir eftir av seingjarbotninum hjá Tóri, og eitt merki, sum hann plagar at hava á troyggjuni. Og so ein av mongu dinosaurusunum hjá honum. Alt annað var vekk, sigur Eyðdis, og tekur hendurnar upp til hálsin. Hon orkar týðuliga ikki at ímynda sær, hvat var hent, um ikki sjey ára gamli Tórur var komin inn til teirra at balla seg hesa somu náttina.
Sveið í nøsini
Um fýratíðina mánanáttina kom eldur í eini sethús í Miðvági, og alt sum inni var brendi. Av tí at familjan bert hevði búð í húsinum í eina viku, vóru roykvarnarar ikki settir upp enn.
Eftir at hava verið búð í nógv ár í Danmark fluttu 34 ára gamla Eyðdis Hartmann Niclasen av Tvøroyri og 37 ára gamli Marner Hansen heim til Føroyar fyri knøppum ári síðani. Við sær høvdu tey sjey ára gamla Tór og eitt ára gamla Hera. Alt fyrsta árið í heimbygdini hjá Marner, Miðvági, búðu tey inni hjá familju hansara, til tey endiliga fluttu í egin hús í fyrru viku.
- Enn vóru nakrir flytikassar, sum ikki vóru pakkaðir út. Annars vóru vit komin uppá pláss, sigur Eyðdis. Og Marner tekur yvir og greiðir frá, hvussu hann varnaðist, at húsini brendu mánanáttina. Sum so mangan áður, kom Tór inn og ballaði seg hjá foreldrunum um trítíðina. Men av tí, at hann liggur so ófriðarligur, legði Marner seg inn í stovuna. Umleið ein tíma seinni verður hann órógvaður og raknar eitt sindur við, tí tað svíður í nøsini. Men hann leggur seg á hina liðina og leggur seg aftur einar tvær ferðir. Men tað heldur fram við at svíða í nøsini, og so luktar hann nakað, sum hann kennir aftur frá tíðini, tá hann arbeiddi sum mekanikari.
- Tá hyggi eg upp, og síggi næstan onki fyri royki. Men eg hómi lampuna í vindeygakarminum og hugsi, at hon hevur fest í skermin. So eg ressist yvir móti vindeyganum, og tá síggi eg yvir á hina lonina á húsunum, sum eru bygt í vinkul. Har standa logarnir upp eftir vindeyganum inni í kamarinum hjá Tóri, og eg leypi avstað, og í evstu stund eydnast tað at fáa konuna og børnini úr brennandi húsinum. Tá vit eru komin út á bøin og standa og rópa um hjálp, standa húsini í ljósum loga, sigur Marner.
Hann, Eyðdis og dreingirnir fáa onki við sær út, men renna yvir til grannarnar, har tey vakja húsfólkini.
- Vit hava góðar grannar í Marjus Dam og konuni Ingu. So vit vóru í góðum hondum hjá einum lækna og einum presti, sigur Eyðdis og flennir, hóast støðan sjálvandi ikki er nakað at flenna at.
Áttu ikki at vakna
Fólk frá løgregluni, sløkkiliðinum og tryggingini hava sagt, at eftir røttum átti lítla familjan ikki at verið á lívi. Oftast letur onkur lív, um ongin ávaringarskipan er, tá eldur kemur í um náttina, meðan húsfólkið svevur. Vanliga lukta fólk ikki roykin og vakna, men sovna burtur av koltvíiltunni, sum verður upptikin í blóðinum 200 ferðir skjótari enn vanlig ilt. Men roykvarnarar varnast eldin, longu tá hann kyknar, og kunnu soleiðis varskógva húsfólkunum.
- Eg veit ikki, hví vit ikki hava hugsað um at fáa roykvarnarar settar upp. Tað er so nógv annað at hugsa um, tá men flytur, sigur Eyðdis. Hon fortelur, at aðrastaðni tey hava búð, hevur alt verið í lagi.
- Vit høvdu eitt Falck-hald, tá vit búðu niðri. Har fingu vit roykvarnarar, teppi, tog og eldsløkkjarar. Tað var altíð undir kontroll. So hetta er fyrstu ferð vit sjálvi skulu hugsa um hendan partin viðvíkjandi tí at seta búgv, sigur hon. Og Marner skoytir uppí, at tryggingarfeløgini áttu at útflýggja roykvarnarar til nýggjar kundar.
- Tað hevði heilt sikkurt loyst seg fíggjarliga, tí tað er sera kostnaðarmikið at skula lata endurgjald fyri eini hús sum okkara, sigur hann.
Onkur ávaraði
Vit kenna tað, sum at onkur hevur hildið hondina yvir okkum og ávarað okkum, so vit náddu út. Tað vóru so nógv ting, sum kundu verið øðrvísi, men sum til alla Guds lukku kortini vildu væl til. Eitt nú var Tór farin úr sínum kamari, tá eldurin kyknaði har, helst av einari lampu, sum stóð í vindeyganum. Lítli Heri, sum svav í rimasongini í sínum kamarið, lá tíbetur tætt við gólvið, so hóast kamarið fyltist við royki, kom hann ikki niður til hansara. Hetta bjargaði honum nøkur dýrabar sekund, har Marner kundi finna hann og bera hann út í tún.
Harumframt hevði Marner eisini, til alla lukku, lagt seg út í sofuna, har hann vaknaði av roykinum. Kanska tí hann ikki var sovnaður so fast aftur.
Marner greiðir frá, hvussu tað var at fara inn í kamarið eftir lítla í øllum hitanum, myrkrinum og roykinum.
- Eg visti, at hann átti at liggja í rimasongini, men av tí at eg onki sá, føldi eg meg fram. Og eg minnist enn skelkin, tá eg ikki fann hann beinanvegin, tí hann hevði kropið seg saman uppi í høvdalagnum meðan hann svav. So tá eg fekk fatur í fótinum á honum, hálaði eg bara til og leyp á dyr við honum, meðan hitin frá logunum brendu í rygginum, sigur Marner.
Takka øllum
Men hvat ger ein ung familja, tá hon missir alt, sum hon eigur yvir eina nátt?
- Vit eru fullkomiliga tikin av bóli av allari hjálpini, vit hava fingið. Bæði frá vinum, familju, kenningum og frá fólki, sum vit als ikki kenna, siga tey bæði Marner og Eyðdis, sum tíbetur høvdu øll tryggingarviðurskiftini í lagi og nú búgva inni hjá familjuni hjá Marner aftur.
- Tá man sum je ikki kenni øll fólkini í bygdini enn, so kennist tað so løgið ikki at vita, hvønn eg skal takka, tá eg møti fólki á gøtuni ella í handlunum. Tí fara vit hervið at nýta høvi til at takka hjartaliga fyri alla hjálpina, vit hava fingið, sigur Eyðdis.
Og eftir at vera spurd greiðir hon frá, at longu um náttina komu fólk til teirra við klæðum, og longu morgunin eftir kundi hon pakka taskur til dreingirnar við stivlum, útiklæðum og skiftiklæðum.
- Vit hava fingið steintoy, leikur til børnini, góð og fín klæði, lekrar heimabundnar troyggjur, pengar, gávukort frá handlum, eina stóra kurv við kropsrøkt til alla familjuna, hárproduktir, bensin... og eg kundi hildið áfram, sigur Eyðdis. Og Marner tekur tráðin upp:
- Vit vóru allir til frisør í gjár. Men hann vildi ikki taka ímóti pengunum, og bað okkum brúka teir til okkurt betur, sigur Marner, og smílist eymliga til Eyðdis.
Jú, ongin ivi er um, at tey eru rørd av allari hjálpini og stuðlinum.
Fáa myndir aftur
Eitt sum mangan verður ført fram í sambandi við eldsbruna, er, hvussu ringt tað er at missa allar myndirnar av børnunum. Til hetta sigur Eyðdis:
- Tað vísir seg, at tryggingin kann gera nokkso nógv fyri at bjarga myndum í dag, og allar eru ikki brendar heilt burtur, men kanska bara í kantinum. Og so liva vit eisini í einari tíð, har fólk taka nógvar myndir. Onkur vinkona hjá mær eigur næstan líka nógvar myndir av okkara børnum, sum vit sjálvi áttu. So nú er bara at savna myndir frá øllum sum eiga myndir, vinfólki, familju og stovnum.
Lítla samfelagið
Marner tekur yvir og sigur, at kanska er hetta júst tað, sum er fyrimunurin við at búgva í einum lítlum samfelagi sum Føroyum.
- Millum annað kom lokali Eik-stjórin niðan við einari heilsu sama fyrrapart, sum eldur hevði verið í. Tá hevði hann longu kannað øll pappír og at allir formalitetir við tryggingini vóru í lagi. So hann vissaði okkum um, at alt fór at laga seg, sigur Marner. Og bæði tvey leggja dent á, hvussu væl tey hava verið viðfarin av tryggingini.
- Tað hevur als ikki verið sum í hesum skrekksøgunum man hoyrir, at tá á stendur, ger tryggingin alt fyri at snúgva sær undan. Nei, tey hava verið ómetaliga beinasom og kvik við øllum, sigur Eyðdis. Húsini verða nú tikin niður og bygt uppaftur av nýggjum.
- Vónandi kunnu vit flyta inn aftur til jóla. Og tá skulu húsini vera topp-tryggjað við øllum, sum skal til, fyri at vit kunnu sova trygt, sigur Marnar.










