Bakkafrost hevur røtur langt aftur í tíðina

Tað vóru forfedrarnir hjá Hans Jacobsen og soninum Regini Jacobsen, ið løgdu lunnar undir handils-og framleiðsluvirksemið á Bakka, sum seinastu árini hevur verið fyri stórari menning – so stórari, at vinnudagurin fríggjadagin setti virksemið hjá Bakkafrost Holding í fremstu røð

Ársins Virki

 

Bakkafrost á Glyvrum, sum í dag er nógv meira enn tað virki, vit síggja niðri við sjóvarmálan á Bakka, hevur mong ár á baki.

Vit skulu ikki á hesum stað skriva søguna um hetta virksemi, sum hevur røtur langt aftur í tíðirnar, men bert í stuttum nerta við ein part av tí, sum liggur aftanfyri, at fyritøkan á vinnudegnum fríggjadagin varð kosin at vera Ársins Virki í 2009.

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vóru Hans, Rólant og Martin ímyndin av virkseminum á Bakka.

Tá Føroyar rendu seg í djúpa kreppu fyrst í nítiárunum, og næstan alt vinnuvirksemi í landinum, sum hevði við sjógvin at gera, fór av knóranum, fór virksemið á Bakkafrost sama veg.

Vit kunnu tí siga, at tað virksemi, sum birtist eftir kreppuna, og sum Regin Jacobsen, sonur Hans og Oddvør hevur staðið á odda fyri, er byrjanin til tað, sum fyritøkan nú hevur fingið sín stóra heiður fyri.

Meðan Regin í fyrsta lagi hevur staðið fyri framleiðsluvirkseminum, hevur Hans seinastu árini staðið fyri aling og smoltvirkseminum, sum felagið hevur á trimum ymiskum støðum, ávikavist Inni á Dal, tey rópa, á Húsum og á Norðtoftum.

Sosialurin hevur skift orð við Hans um gongdina fram eftir, tó við undantaki av tí stóra virksemi, sum í dag er tengt upp í Bakkafrost Holding. Her er tað í fyrsta lagi Regin, sum gongur á odda og dagliga hevur fingurin á pulsinum við framleiðslu og marknaðarviðurskiftum.

Áðrenn vit koma til kut úr søguni, sum liggur aftanfyri, fegnast Hans Jacobsen um stóru undirtøkuna, sum var leygardagin, tá Bakkafrost hevði “opið hús” í sambandi við heiðurin sum Ársins Virki.

- Eini 300-400 fólk vóru inni á gólvinum og heilsaðu okkum hendan dagin. Fólk fingu einar 8-10 ymiskar rættir úr laksi, sum Sjókaféin í Runavík hevði gjørt til. Eg haldi, at tilreiðingin var framúr og vísti, at nógv ymiskt kann fáast úr laksi, sigur hann.

Í dag virkar Bakkafrost eini 20.000 tons av laksi um árið, harav umleið ein helmingur fer til portiónir og hin helmingurin verður útfluttur sum feskur og frystur laksur, umframt ein minni nøgd av fløkum.

Øll kryvjing fer fram í Klaksvík, meðan framleiðslan fer fram á nútímans virkinum á Glyvrum.

Bakkafrost Holding hevur bæði smoltstøðir, aling, kryving og framleiðslu.

 

Gomul fyritøka

Tað vóru forfedrarnir hjá Hans, faðirin Jóhan Hendrik og pápabeiggjarnir, Klæmint, Martin og Meinhard, sum í sínari tíð byrjaðu handilsvirksemi á Glyvrum langt afturi í tíðini.

Teir høvdu íshús, har teir frystu fjarðasild. Í gomlum døgum varð fryst við kava og salti, men fyri seinna heimsbardaga fingu menn sær eisini turkihús.

- Tey gomlu turkihúsini høvdu dampketil, sum syrgdi fyri, at heit luft kundi blásast inn á rimar, har fiskurin lá til turkingar. Um summarið, tá veðrið var til vildar, varð fiskurin turkaður úti á fiskaplássum, eins og gjørt varð nógva aðrastaðni kring landið, og soleiðis spardu teir eisini orku.

Hans Jacobsen sigur, at undir seinna kríggi datt virksemið mest sum burtur, men varð uppaftur tikið, tá kríggið varð av.

- Tá fiskavirkini byrjaðu at taka seg upp seinasti í fimmtiárunum, varð tíðin komin at enda hjá gomlu turkihúsunum.

 

Hans og brøður

Seinast í sekstiárunum tóku Hans, Rólant og Martin yvir, og tá varð serligur dentur lagdur á sild. Tá vóru eisini fleiri góð sildaár, og í 1969/1970 varð virkið, sum í mong ár stóð niðri á Bakka, bygt.

Síðan er virkið útbygt og nútímansgjørt upp ígjøgnum tíðirnar, og seinasta útbyggingin norðureftir er nýliga framd og hevur økt munandi um framleiðsluorkuna.

Hans sigur, at fjarðasildin er sild av sama stovni sum norðhavssildin, bert yngri og soleiðis smærri. Viðhvørt fekst eisini størri sild inni á firðunum, og tá varð mett, at hetta var sild, sum hevði verið undir landi og gýtt.

- Eins og aðrastaðni í landinum, keyptu vit á Bakka nógva sild, sum varð støddar-og góðskuskild, og ein stórur partur av framleiðsluni fór til Pólands. Skipini royndu norðanfyri og í Norðsjónum, og vit kundu keypa upp í einar 2000 tunnur í senn.

Tíðliga í sjeytiárunum fóru teir á Bakka eisini undir at virka fjarðasild í gløs. Eini 60-70% var kryddað, og føroyingar tóku væl ímóti hesi framleiðslu, sum var høgt í metum. Ein partur fór eisini í gløs sum marinerað sild ella súrsild, sum tað eisini varð rópt.

Hans sigur, at einar 1000 tunnur av sild um árið soleiðis vórðu latin í gløs, og tað var serliga føroyski marknaðurin sum keypti. Eitt skifti fór eisini nakað av sild í gløsum niður á danska marknaðin.

- Jú, tá var eisini kapping um føroyska marknaðin, tí útlendsk sild kom higar til lands, men her stóðu vit okkum rættiliga væl, leggur hann aftrat.

Sum tíðin gekk, minkaði sildaveiðan, og mett varð, at stovnurin var niðurfiskaður. Seint í sjeytiárunum helt veiðan uppat.

 

Svartkjaftur

Í 1979 fór Bakkafrost at virka svartkjaft til flak og fars, og hetta var høvuðsframleiðslan á virkinum øll áttatiárini.

- Leivur Øssursson gjørdi royndir fyri Fiskirannsóknarstovuna, og síðan skuldi okkara virki gera royndir fyri at vita, hvat kundi fáast burtur úr hesum lutfalsliga nýggja fiskaslagi.

Hans sigur, at hesi árini endaði eisini flatfiskurin, sum kom upp á land í Føroyum, á Bakka.

- Flatfiskur var líka sum hjáframleiðsla hjá fleiri flakavirkjum, og mett varð ikki, at nóg mikið fekst burtur úr hesum. Tí kom samstarv í lag millum Fiskasøluna og okkum um, at vit skuldu taka okkum av øllum flatfiski, sum kom upp á land. Okkara virki gjørdist miðstøð fyri flatfisk hesi árini. Vit støddar-og góðskuskiltu fiskin fyri tey virki, sum høvdu keypt hann, og síðan fór hann niður til felagið Tjaldur í Bretlandi, sum Fiskasølan átti.

Bakkafrost gjørdi hetta arbeiði upp á rokning, sum tað varð rópt.

- Tað var serliga um várið og um summarið, at vit tóku okkum av flatfiski, meðan svartkjaftaframleiðsla serliga var um heystið og veturin, leggur hann aftrat.

 

Byrja við laksi

Í 1979 byrjaði Bakkafrost við sínum alivirksemi.

Hans sigur, at teir vóru millum teir fyrstu, sum byrjaðu vinnuligt alivirksemi. Frammanundan hevði Júst í Túni, sum vit plaga at rópa sum pionerin á hesum øki, gjørt sínar royndir, áðrenn Fiskaaling tók yvir. Frammanundan høvdu vit hoyrt um onkrar gamlar royndir í Suðuroy.

Hann sigur, at teir høvdu síl tað fyrsta árið, tí teir fingu ikki fatur á nøkrum nøgdum av laksasmolti. Men síðan var tað laksur, sum gjørdist grundarlagið undir hesum virksemi.

- Vit fingust soleiðis við aling og kryvjing upp ígjøgnum árini – heilt fram, til kreppan fyrst í nítiárunum eisini rakti okkum, eins og hon rakti flestu vinnufyritøkur í landinum, sum fingust við aling og framleiðslu.

Hans vísir á, at tá virksemið byrjaði aftur eftir kreppuna, varð grundarlagið lagt undir ta fyritøku, sum seinasta fríggjadag varð kosin at vera Ársins Virki í 2009.

- Regin hevur hesi árini tikið sær av framleiðluni, meðan eg havi tikið mær av aling og teimum trimum smoltstøðunum, vit hava.

Bakkafrost Holding hevur í dag eini 250 fólk í arbeiði við smoltaling, aling á sjónum, kryvjing og framleiðslu.

- Í løtuni hava vit umleið 4 miljónir laksasmolt gangandi á teimum trimum smoltsstøðunum, men komandi ár, tá Vestlaks kemur upp í fyritøkuna, skulu vit helst hava eini 6 miljónir smolt.

Hans sigur, at alingin í ár fer at geva eini 20.000 tons av ráfiski,

men í komandi ári er ætlanin, at framleiðslan verður eini 30.000 tons.

 

Konseptið í lagi

“The grand old man” á Bakkafrost heldur, at heiðurin á vinnudegnum sum Ársins Virki er ein staðfestina av, at konseptið rundan um virksemið hjá Bakkafrost Holding virkar.

- Jú, hetta sær út til at vera í lagi, og vit eru sera fegin um tann heiður, sum alt hetta virksemi – og øll tey fólk, vit hava í starvi – hava fingið, sigur Hans Jacobsen.