bert hugagóður veiðumaður, hann er eisini góður at siga frá í hesum toskarokinum. Og minnist aftur á hvat teir gomlu plagdu at siga frá. Tað vóru nøkur ár, at teir fingu stóran og oftast soltnan tosk inni [...] so avbera væl at vera á sjónum og fiska. Hann er eisini nokkso fólkaalskin maður, sum dámar at vera saman við øðrum eisini. Rætt er tað, at vit koyra oftani um brúnna við Streymin uttan at geva okkum fær [...] helt Edmund Joensen, at tíðin var komin til at bjóða blaðstjóra og teknara á Sosialinum á ein fyri teir heldur sjáldsaman túr í Sundalagnum. Hesin túrur skuldi eisini vísa seg at vera ikki bert lekidómur
- Men nú, eftir at hava sæð heimin, - tja, tað hevur broytt so mangt í mínum lívi. So eg veit ikki rættiliga, hvat eg fari at gera, tá hesin skúlin er liðugur. Nei, eg veit satt at siga ikki, sigur 23 ára [...] tænastu fyri gleðiboðskapin? - Eg kom her við einum einasta í huga: At læra meiri um Bíbliuna og um Gud, og síðani at fara út í missión fyri at gera mun hjá teimum, ið treingja til hjálp, greiðir hann íðin frá [...] faktist glaður fyri, at vit bert hava havt 16 tímar í hvørjum evni. Undirvísingin er góð, viðkomandi og sera persónlig, og ein verður tí noyddur at lata tað búnast í einum, soleiðis at ein kann fáa ordiliga
Tað leypir ofta í bjørgunum, men sjáldan ber at siga neyvt, nær lopini hava verið. Men vitni vóru til stóra lopið úr berginum nærindis Gjógv, heiman fyri Stovuna nevnt. Norrøna kom úr Íslandi, og á dekkinum [...] sum í skundi fekk tikið nakrar myndir. Hagaparturin hoyrir til Funnings. Júst meðan berglopið var, sat hagastýrið á fundi.
ber ikki til, at eg einki minnist frá barna- og ungdóms-árum mínum. Eg putlist við at skriva endurminningar, men eg vænti ikki, at tær nakrantíð verða útgivnar. Hevur tú fingið hjálp til at skriva hana? [...] fr. Hvussu ber tað til, at maður sum tú skrivar undirhaldsbøkur. Eg hevði væntað, at tað fór at verða ”high-brow” Eg havi ofta hugsað, at vit kanska hava gjørt dekan og nógv av at føroyska fremstu heimsbókmentir [...] er har, og í staðin verða fólk noydd at lesa tær á donskum. Vit hava sjálv ábyrgdina av, at mangir føroyingar annaðhvørt siga, at teir antin tíma ella duga betur at lesa danskt enn føroyskt. Tað er snøgt
hevur játtað at koma hendan vegin. Onkur fer helst at kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er [...] ørkymlandi, at ein danskur forsætisráðharri kann avlýsa eina ferð til Føroya av trygdarávum, uttan at nakar fær at vita nágreiniliga hví. »Í øllum góðum» Onkur hevur sagt, at avlýsingin komst av, at tað í einum [...] Føroya Fróðskaparfelag 1995, s. 202, stendur undir »forståelse«, at »í øllum góðum« merkir »i god forståelse«. Satt at siga, so trúgvi eg, at danski forsætisráðharrin gongur tryggari í Havnar gøtum enn í
sigur, at tað gjørdu tey. Og tey kendu seg ikki at líða nakra neyð. ? Tað er bert ein spurningur um at halda útreiðslunum niðri, sigur hon og vísir á, at á hendan hátt hava hon og Hans Pauli megnað at fingið [...] uppgávu at ansa. ? Eg lærdi nógv hesa tíðina. Millum annað lærdi eg at veiða djór og fiska. Tað dámdi mær sera væl, sigur Hjørdis, men sigur tó, at sjálvt um øll hugsa, at har fekk hon nógva tíð til at mála [...] men um at gleðast um tað, sum mann ger, sigur Hjørdis og leggur afturat, at tey fyri fáum árum síðan fingu trupulleikar við skattamyndugleikunum í Danmark, tí sagt varð, at tað ikki bar til at liva av
váttað, at tit eru før fyri at søkja og fáa innlit í tey evni, sum tit seta tykkum fyri, at tit duga at finna samanhangirnar og gera tykkara egnu niðurstøður. Og tí ivist eg ikki í at vongirnir fara at bera [...] slapp at bjarga lívinum við at avnokta sína vitan. Men tað eydnaðist ikki at steðga tí hann hevði sett ígongd og sum at enda beindi fyri kúgandi einveldisstøðu pávakirkjunnar. Nú rokni eg ikki við at tit [...] púra rætt at spyrja so, tí í spurninginum liggur ein ótti fyri, at hava tit nú gloymt hvat íð tað er sum vit øll liva av, hvat íð tað er sum føðir okkum øll? Og tey hava púra rætt, at tað fer at verða svangligt
støðan so mikið ring, at illa ber til at ímynda sær, at tær fáa manna lið har inni, men tey vónaðu tó kortini, at hetta fer at lata seg gera. Trupulleikin tykist verða, at við tað at fráfallið av leikarum [...] serliga hugalig. So at siga alt 1. deildarliðið frá seinasta ári er burtur, og tá harumframt eru fleiri av teimum, sum seinasta ár vunnu 2. deild, heldur ikki eru við, stendur satt at siga einki til við útlitunum [...] við meistaraskapinum. Eftir er bert at vóna, at alt hetta fer at koma í rættlag, tí dettur kvinnuhondbólturin í felagnum niðurfyri, kann tað vísa seg at vera torført at skapa áhugan fyri hesum hjá yngru
var 16 ára gomul sum brúður, fekk sum vera man prátið at ganga. - Tað vóru tey sum vóru sannførd um, at eg var við barn, og at tað var orsøkin til at eg giftist sooo ung, sigur Súsanna, sum eins og Niels [...] søgdu, at hetta fór ikki at halda longur nakrar fáar mánaðir – kanska ikki longur enn til ólavsøku árið eftir, sigur Súsanna og brosar. Men fyri tey bæði høvdu hesir spádómarnir einki at siga: - Teir [...] Súsanna minnist væl tann minniliga dagin í 1986, tá hon sum bert 16 ára gomul og Niels Martin sum 20 ára gamal giftust. Av tí at hon var so mikið ung, mátti serloyvi fáast til tey bæði ungu at ganga saman
trútta niður í sítt fólk, at tey skulu aftur til Palestina, tí tey eru palestinar. Eg fái ilt í búkin av at hoyra ein seks ára gamlan smádrong siga, at hann er úr Palestina, tí at abbi hansara varð fluttur [...] í framtíðini vilja sleppa at liva her, sigur hann. Og hann er sinnaður at lata meira. Bæði land og vitan, sigur hann. Hann er ikki í iva um, at tað skulu tveir partar til at kríggjast, og Ísrael er ikki [...] hygg at teimum. Teir troðka milliónir saman í Gaza heldur enn at flyta tey til Sinai, har vit longu frammanundan hava gjørt klárt til teirra at koma, áðrenn vit lótu teimum landið aftur. ?Hygg so at Ísrael