Strendur: Klokkan var ikki farin nógv av seks gjáramorgunin, tá hjúnini Súsanna og Niels Martin Olsen vóru tikin á bóli, í orðsins sanna týdningi.
Á miðjari nátt høvdu børn teirra og onnur sett upp eitt heiðursportur við húsini undir Torvbrekku á Strondum. Hetta var tó bert fyrsta stigið í ætlanini at heiðra silvurbrúðarparið.
Nakrar fáar tímar seinni, árla á morgni savnaðust børn, familja og onnur líka norðan úr Tjørnuvík og Haldórsvík uttanfyri húsini og skóru í at syngja tveir sangir í hesum sambandi.
- Tey hava dugað sera væl at hildið tað hemmiligt. Vit merktu so ikki nakað á nøkrum teirra dagin fyri. Alt hevur gingið so sera friðarliga fyri seg, greiðir ein ovurfegin Súsanna frá.
Aftaná var ein góður drekkamunnur á skránni, og soleiðis var allan fyrrapartin fram ímóti middegi í gjár, tá Súsanna fór til Havnar at keypa tær seinastu jólagávurnar, saman við manninum, ið arbeiðir í høvuðsstaðnum.
- Hetta hevur verið ein fínur dagur, sigur hon. – Nú gleða vit okkum bara til fríggjakvøldið í næstu viku, tá vit verða eini 280 fólk savnaði saman í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Kongabræv
Súsanna minnist væl tann minniliga dagin í 1986, tá hon sum bert 16 ára gomul og Niels Martin sum 20 ára gamal giftust.
Av tí at hon var so mikið ung, mátti serloyvi fáast til tey bæði ungu at ganga saman í hjúnaband – eitt sonevnt Kongabræv. Tey máttu eisini fáa loyvi frá foreldrunum fyri at kunna giftast.
Tað var presturin á staðnum, Petur Petersen sum skipaði pappírsarbeiðið, meðan Jógvan Fríðriksson, sum nú er bispur okkara, gifti tey í Sjóvar kirkju. At Súsanna bert var 16 ára gomul sum brúður, fekk sum vera man prátið at ganga.
- Tað vóru tey sum vóru sannførd um, at eg var við barn, og at tað var orsøkin til at eg giftist sooo ung, sigur Súsanna, sum eins og Niels Martin bæði eru vaksin upp við trúgvandi foreldrum.
- Men tað var eg ikki. TAÐ var ikki orsøkin til at vit skuldu giftast, og eingin pressaði okkum til tað. Vit vóru simpelthen bara so forelskaði, sigur hon við einum brosi.
Prellaði av
Okkum vitandi er Súsanna yngsta brúðurin her á landi. Júst tí, kom tað sera óvart á fólk at hon skuldi giftast fyri 25 árum síðani.
- Summi gleddust sjálvandi saman við okkum, men tað vóru eisini tey ið beinleiðis tóku synd í mær.
- Tey góvu okkum ikki nógvar tjansir fyri okkara hjúnarlagi. Tey mest dapurtskygdu søgdu, at hetta fór ikki at halda longur nakrar fáar mánaðir – kanska ikki longur enn til ólavsøku árið eftir, sigur Súsanna og brosar.
Men fyri tey bæði høvdu hesir spádómarnir einki at siga: - Teir líkasum prellaðu av, tá man er so forelskaður. Hetta kom í øllum førum ikki langt inn um húðina á okkum báðum.
Um hetta mundið arbeiddi Súsanna í einasta handlinum í heimbygdini Haldórsvík – handilin hjá Niels Hansen. Tað fyrsta árið búðu tey heima hjá foreldrum hennara í Vík, men tá elsti sonurin, Bogi varð føddur eitt ár seinni, fluttu tey út á Strendur. Og her búgva tey enn.
- Eg ivaðist onga løtu í, at hjúnaband okkara fór at halda. Og tað hevur tað gjørt til denna dag.
FORELSKAÐ
Tað vóru ikki øll, sum vóru eins fegin um tað, tá Súsanna og Niels Martin Olsen giftust fyri 25 árum síðani. – Men vit vóru bara so forelskað, greiðir Súsanna frá. Her eru hon og maðurin, Niels Martin avmyndað saman við foreldrum sínum
Mynd: Ruth Olsen
(3840 ella 3822)
SAMGLEÐAST
Fleiri úr familjuni og vinarskara teirra vóru samankomin árla á morgni í gjár, fyri at heiðra silvurbrúðarparið, Niels Martin og Súsannu Olsen