Við Bíbliuni í hond

Tvøroyri: Tað undraði helst mong, tá tað frættist at ein nýggjur skúli skuldi setast á stovn á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðani. Hetta var ikki ein vanligur skúli, men ein kristiligur lærusveinaskúli. - Hetta var nýtt fyri meg. Men eg má siga, at eg havi fingið sera nógv burturúr síðani í januar - bæði andaliga og persónliga, sigur ein av næmingunum, Rógvi Esmar Jacobsen av Strondum.

Tey sita og hugna sær við borðið í stovuni. Tað er týðiligt at hoyra, at tey hava tað gott saman við hvørt annað.

Við borðið sita teir fýra næmingarnir og starvsfólkini og fáa sær omaná. Tey hava júst etið ein góðan døgurðabita, og nú er desserturin á skránni.

Prátið gongur so lystiliga millum tey, og láturbrølini hoyrast langan veg. Onkur tosar føroyskt og onkur annar enskt.

Døgurðatímin er um at vera liðugur, so nú hevði verið gott við einari fríløtu ella einum blundi.

Klokkan 14 byrjar næsti tímin, og tað ræður um at vera væl fyrireikaður til tíman. Á skránni henda tíman er - so løgið tað ljóðar - ikki undirvísing um Gud ella um onnur bíbilsk viðurskifti. Als ikki.

- Nei, nú verður tað meiri praktisk undirvísing um andaligt arbeiði í øðrum londum. Tí í næstu viku (t.v.s. í morgin, hósdagin, blaðm.) fara vit í outreach, greiðir 23 ára gamli Rógvi Esmar Jacobsen frá.

Gongst sum ætlað og veðurgudarnir verða teimum til vildar, verður leiðin løgd ímóti Manchester og Polen teir næstu tríggjar mánaðirnar.

- Hetta gleði eg meg til, sigur ungi strandingurin, sum hevur gingið á lærusveinaskúlanum síðani í januar mánaði í ár.


Í herin

Fyri Rógvi Esmar Jacobsen var eingin ivi um, hvat hann skuldi brúka hetta komandi árið til.

Spurningurin til hansara er, hvussu hann endaði her á Tvøroyri - ella rættari sagt: Hvussu kunnu hesir mánaðirnir á lærusveinaskúlanum møguliga gerast byrjanin til eina tænastu fyri gleðiboðskapin?

- Eg kom her við einum einasta í huga: At læra meiri um Bíbliuna og um Gud, og síðani at fara út í missión fyri at gera mun hjá teimum, ið treingja til hjálp, greiðir hann íðin frá.

Áðrenn hann fór á skúlan, hevði hann gingið til møtir hjá samkomuni Kelduni í Skálafirði. Har hevði hann hoyrt um lærusveinaskúlan á Tvøroyri. Nógv av hansara vinfólkum høvdu eisini verið á skúlanum, og lótu væl at.

- Faktist hugsaði eg longu um at fara á henda skúlan, áðrenn eg fór í danska herin á sinni. Men tað bleiv so øvugt, og tað eri eg bara glaður um í dag, sigur Rógvi Esmar við brosi á kinn.

- Undirvísingin hevur í øllum førum svarað til væntan mína um skúlan.


Gagnligt

Rógvi Esmar Jacobsen hevur gingið til kristiligar fundir í longri tíð, og hevur sitið undir mongum góðum og ymiskum talum og talarum.

Tað hevur hann eisini gjørt her á lærusveinaskúlanum, men ein veldigur munur hevur kortini verið: Dýpdin í undirvísingini.

Á skúlanum hava tey havt bæði føroyskar og útlendskar undirvísarar, og hava allir hesir verið sera dugnaligir. Hesir hava tikið upp eitt ávíst evni hvørja viku, sum undirvíst hevur verið í samfullar 16 tímar.

- Eg eri faktist glaður fyri, at vit bert hava havt 16 tímar í hvørjum evni. Undirvísingin er góð, viðkomandi og sera persónlig, og ein verður tí noyddur at lata tað búnast í einum, soleiðis at ein kann fáa ordiliga fatur á tí.

- Og tú skilir, at við so ymiskum og so grundleggjandi evnum, er tað orkukrevjandi at sita til slíka undirvísing. Men tað hevur verið øgiliga gott og gagnligt fyri meg, greiðir hann frá.

- Eg eri í øllum førum vorðin meiri grundfestur í Guds orði.


Amboð

Evnini hava verið so ymisk, m.a. um hvør Gud er, Bíbliuna, kristna lívið og tað at fara út í missión.

Í næstseinastu viku var evnið tilbiðjan, meðan tey í farnu viku hava tosað um tað at fara út í missión og praktiskt andaligt arbeiði í øðrum londum.

- Ja, eg havi sjálvandi hoyrt nógvan góðan boðskap í Kelduni. Men tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv ein talari á einum talarastóli kann fáa sagt eftir bert einum tíma.

- Her á Tvøroyri verður farið sera grundiga til verks. Av tí sama er ein komin meiri runt um tey ymisku evnini, - tú veit, grundigari og meiri í dýpdina. Og tað hevur verið sera gott, slær Rógvi Esmar fast.

Hinvegin hevur undirvísingin eisini verið skipað soleiðis, at um evnið hevur verið ov víttfevnt, hava næmingarnir fingið nøkur persónlig amboð at arbeiða víðari við tekstinum.

- Soleiðis kundu vit hyggja nærri eftir tí ávísina evninum heima við hús, samstundis sum vit fáa heildarmyndina við.





Bíðar eftir svari


Tvøroyri: - Ein av vinum mínum fortaldi mær um henda skúlan í Føroyum. Hon hevði sjálv undirvíst her, og tí hevði eg hug at royna hann, sigur einasti útlendski næmingurin á skúlanum, Rasa Miksyte úr Litavia.

Sjálv hevði hon ikki minstu hylling á, hvar Føroyar lógu. So har var ikki annað at gera, enn at googla eftir Føroyum.

- Nú havi eg verið her síðani í januar, og hetta hevur verið ein sera góð tíð, slær hon fast.

27 ára gamla Rasa vísir serliga til undirvísingina, sum hevur verið góð og grundleggjandi. Undirvísar eru komnir úr mongum ymiskum londum. Serliga fegin hevur hon verið um undirvísingina í, hvør Gud veruliga er og hvat hann ger kring heimin.

- Tað er líkamikið um vit tosa um Føroyar, Suðurafrika ella Brasilia, so arbeiðir Gud á undurfullan hátt. Hann er tann sami her á landi sum alla aðrastaðni, og hann kann framvegis gera sín gerning í og við menniskjum.

Hvat Rasa fer at gera aftaná uppihaldið á lærusveinaskúlanum á Tvøroyri, veit hon ikki.

- Beint nú biði eg um, hvørt eg skal fara á annan lærusveinaskúla ella um Gud ætlar okkurt heilt annað við mær.

- Eg eri í øllum førum opin fyri teirri leið, sum Gud fer at vísa mær á, sigur Rasa Miksyte.





Eitt hermót og annað


Rógvi Esmar Jacobsen av Strondum hevur roynt eitt sindur av hvørjum.

Men leygardagin 20. juni í fjør gloymir hann ongatíð. Henda dagin var hann staddur í donsku herdeildini í Helmand landslutinum í Afghanistan.

Akfarið hann var í, koyrdi á eina minu, og slapp frá ógvusligu hendingini við einum minni skaða.

- Ja, uha, eg slapp væl frá hendingini. Eg valdi kortini at vera har til í oktober, og kom tá heim aftur, greiðir 23 ára gamli strandingurin frá.

Spurningurin var, hvat hann so skuldi takast við. Men hugskotið kom tá fram um at fara á lærusveinaskúlan á Tvøroyri. Og her byrjaði hann í januar mánaði.

Hann fekk svar upp á henda fyrra spurningin. Men tann seinni spurningurin í lívi hansara krevur eisini eitt svar: Hvat nú?

- Eg veit ikki rættiliga. Spurdi tú meg, áðrenn eg fór í herin, hevði eg uttan iva givið tær eina langa talu um, hvat eg ætlaði mær, hvørja útbúgving eg kundi hugsað mær og so framvegis.

- Men nú, eftir at hava sæð heimin, - tja, tað hevur broytt so mangt í mínum lívi. So eg veit ikki rættiliga, hvat eg fari at gera, tá hesin skúlin er liðugur. Nei, eg veit satt at siga ikki, sigur 23 ára gamli gamli Rógvi Esmar Jacobsen hugsunarsamur. 





FAKTA

Lærusveinaskúli á Tvøroyri

Ein lærusveinaskúli ella Discipleship Training School (DTS) er eitt seks mánaðar langt tíðarskeið við missiónsfelagsskapinum “Youth With A Mission” - stytt: YWAM. 12 vikur av tíðini er undirvísing og upplæring, meðan næmingarnir í aðrar 12 vikur fara út í onnur lond at virka.

Skúlin verður hildin á Tvøroyri og byrjaði í januar í ár.

Hvørt ár eru tað yvir 10.000 ung kring heimin, ið taka henda seks mánaðar lærusveinaskúlan hjá YWAM. Í Føroyum eru tey hesaferð fýra í tali.

Heimasíðan hjá YWAM í Føroyum er www.ywamfo.com. 




Kostar

Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá “Youth With A Mission” í Føroyum, ella “Ung í Trúarverki” kostar tað umleið 38.000 krónur at ganga á skúlanum.

Hesa upphæddina varð Rógvi Esmar Jacobsen eisini noyddur at útvega sær.

- Eg var í teirri hepnu støðuni, at eg var í herinum í Afghanistan, og har vóru ikki so stórir møguleikar at brúka pengar.

- So eg átti nakað av peningi eftir, soleiðis at kundi sleppa á skúlan á Tvøroyri. Eg haldi faktist, at hesir pengarnar hava verið væl útgivnir, sigur hann við einum brosi.