tilsamans 32 tons av toski. Mest var av toski 3, 13,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 18,47 krónur fyri kilo. Toskur 1 og toskur 2 fingu miðalprísin 21,52 og 20,50. Sjálvt toskur 4 fekk betri prís enn [...] tons tilsamans, og her var miðalprísurin 10,16. 4,5 tons vóru av upsa 1, sum eisini fekk besta miðalprísin, 11,37. Sløk 22 tons vóru av longu, mest av longu 2, og her var miðalprísurin 13,13 krónur fyri kilo [...] 12,71 krónur fyri kilo. 14,6 tons vóru av hýsu 3, sum fekk miðalprísin 12,76. Sløk 13 tons vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 14,26 krónur fyri kilo. Samanumtikið fekk hýsa ikki góðan prís á marknaðinum
n millum Eysturríki og Føroyar, og hjá teimum er eingin ivi um, at Eysturríki er stórur favorittur til at vinna dystin. Oddsini uppá eysturríkskan heimasigur liggja millum 1,05 og 1,12. T.v.s. at í mesta [...] 100 krónur á heimasigur. Oddsini uppá føroyskan útisigur liggja millum 16,5 og 39,95. Oddsini uppá javnleik liggja millum 7,6 og 12,88. Her eru oddsini hjá teimum 18 altjóða veddingarfyritøkunum: Veddin [...] HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Eysturríki í Wien verður í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19. Øll kunnu hoyra FM1
banka og oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum. Tað var um ár 1960, at áin varð lokað á leiðini frá Ebenezer framvið Tinghúsinum og oman á Vaglið. Í fyrstu atløgu verður strekkið frá Betri banka og oman [...] Tjóðleikhúsið, og samstundis verður økið skipað í eini heildarætlan. Hetta er sami leistur, sum Reykjavíkar kommuna framdi, tá ið Hørpan í Reykjavík og økið kring Hørpuna varð skipað. 13. Umlættingardepilin [...] ng og fáa mistar førleikar aftur. Depilin styrkir munandi um tilboðini til tey heimabúgvandi og teirra avvarðandi. 14. Tjarnargarður letur upp Tjarnargarður er nú liðugt høvuðsumvældur. Við út- og umbyggingini
hevur lýst við trimum flogferðum um vikuna, nevniliga týsdag, hósdag og sunnudag. Tilsamans verða 13 rutur til og úr Keypmannahavn og Arlanda tiknar uppaftur 15. juni hjá SAS. Tað skrivar flogferðamiðilin [...] 15. juni letur samfelagið meir uppaftur, og tað fer at merkjast á flogvøllinum í Vágum. Frá fýra flogferðum upp í 18 flogferðir um vikuna, og flogferðirnar fara helst at økjast enn meira. Skandinaviska [...] Flogið verður oftast til Keypmannahavn, og fyrstu vikuna hevur Atlantic Airways lýst við 11 fráferðum til Keypmannahavn. Nakrar av døgunum í vikuni eru tvær fráferðir og aðrar er ein fráferð. Til Reykjavík
halda leiðsluna, og var fagnaðurin stórur hjá føroyingaliðnum í Stavanger tá dysturin var liðugur. Sandnes er framvegis oddalið við 16 stigum. Viking TIF hevur 13 stig. Viking Stavanger og Falk hava 12 stig [...] Stavanger og Sandnes í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Undan uppgerðini hevði oddaliðið, Sandnes gjørt slætt borð við at vinna átta av átta dystum, men Helgi H. Hoydal, Tróndur Mikkelsen og Jónas G. [...] seinna hálvleiki javnaði Sandnes til 18-18, men so fekk Viking eina 23-19 og eina 25-21 leiðslu. Sandnes minkaði til 25-26 og 26-27, men so eydnaðist tað Viking at vinna seg uppá 30-26. Sandnes vann seg
frukt heldur enn bomm og køkur. Í fyrstani kunnu sellarí og gularøtur vera nýttar sum “falskar sigarettir”. 10. Um tú ert bangin fyri at taka uppá, ven/íðka onkran ítrótt regluliga og við máta. Um tú ikki [...] tú ert liðugur at eta. Royn og halt fast við tínar vanligu vanar, meðan tú leggur av. Um ein uppgáva ella støða tykist ov trupul, so kanst tú steðga við tí ella rýma frá og venda aftur seinni. Ikki halda [...] fram og lesur hann. 8. Drekk ríkiligt av fruktsaft ella djúsi teir fyrstu 3 dagarnar. Tað hjálpir til at fáa nikotinið úr kroppinum. 9. Fyri at minka um vandan at taka uppá, kanst tú eta grønmeti og frukt
verður at svimja. Um sumrarnar, tá náttin er stutt, og dagurin er langur, hevur verið svomið regluliga, og ofta eru tær møttar í Sandágerðin um 06.30-tíðina og soleiðis eisini, áðrenn farið verður til arbeiðis [...] eitt serstakt høvi, og tí møttu so nógvar til hesa forkunnugu myndatøku. Upplýst verður fyri in.fo, at vanliga plaga einar 7-10 kvinnur at svimja saman, og svomið verður eisini av og á í vetrarhálvuni. [...] í Sandágerði í dag, men klokkutíðin, sum myndin er tikin, er ikki tilvildarlig. Dagurin er 11.12.13 - og klokkan er 14.15, sum myndin eisini vísir. Í eini 2-3 ár hava nakrar kvinnur í høvuðsstaðnum, sum
Leygardagin hittast B68 og GÍ á Svangaskarði, meðan Royn og VB bresta saman í Hvalba. Og 2. páskadag, 13. apríl, skulu bæði GÍ og B68 til Suðuroyar at spæla móti ávikavist Royn og VB. Hvít páskir Steypakappingin [...] páskadag skulu bæði tvørámenn og sumbingar norður um aftur, tá skal TB til Havnar og Sumba til Fuglafjarðar. GÍ og B68 á odda GÍ og B68 hava lagt seg á odda í bólki 3, og munurin kann gerast enn størri í dag [...] endaðu báðir landskappingardystirnir millum HB og NSÍ við javnleiki, og í báðum førum kundi sigurin farið báðar vegir. KÍ spælir á útivølli móti FS Vágum, og klaksvíkingar hava her ein góðan møguleika fyri
fiasko, har Turkaland mátti við ongum stigi og málmuninum 0-5. Men síðani gekst betur. Bæði í 2000 og í 2004 sendi Turkaland soleiðis vertstjóðirnar úr kappingini, og tann møguleikan hava teir aftur, nú Sveis [...] sum eisini fáa klokkur at ringja. Nøvn, sum í størri og minni mun eru við til at seta sín dám á fótbóltin í Onglandi, Týsklandi, Spania og Russlandi. Og við styrkini, ið eitt nú Fenerbache vísti í ár, er [...] spælararnir eru vanir við trýstið og treytirnar á altjóða pallinum. Við Fatih Terim hevur liðið eisini ein venjara, ið hevur serstakliga góðan kunnleika til altjóða fótbólt, og so er spurningurin, hvussu langt
mars og apríl kunnu roynst misjavnir frá einum ári og til tað næsta, tí tað valdast um, nær páskirnar eru. Aðrir mánaðir við sera stórum vøkstri vóru mai (14,22%), juni (17,61%), juli (13,9%) og oktober [...] Tað er nógv virksemi í næststørstu kommununi í landinum, og tað sæst aftur í inntøkunum og harvið skattinum, sum rennur niður í kommunukassan. Burtursæð frá Viðareiðis kommunu so var Klaksvíkar kommuna [...] av stóru íløguni í nýggjan skúla, sum ætlanin er at gera. Tá ið tað í fjør vísti seg, at inntøkurnar og harvið kommunuskatturin vóru væl hægri, enn tað varð ropknað við, samtykti býráðið at lækka skattaprosentið