18 føroysk mál tá Viking koppaði oddaliðnum

Helgi H. Hoydal, Tróndur Mikkelsen og Jónas G. Djurhuus gjørdu stóran mun tá Sandnes var fyri sínum fyrsta tapi hetta kappingarári

Fyrr í kvøld var prestisjutung grannauppgerð í Stavanger millum Rogalands-liðini, Viking Stavanger og Sandnes í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Undan uppgerðini hevði oddaliðið, Sandnes gjørt slætt borð við at vinna átta av átta dystum, men Helgi H. Hoydal, Tróndur Mikkelsen og Jónas G. Djurhuus og hinir hjá Viking Stavanger gjørdu sítt til, at hendan sigursgongdin var steðgað í kvøld.

 

Viking vann ein sera týðandi 31-30 sigur á Sandnes á heimavølli í kvøld til mikla gleði fyri heimafjøldina, tí Sandnes er arvafíggindi nummar eitt hjá Viking. 

 

Helgi H. Hoydal, Tróndur Mikkelsen og Jónas G. Djurhuus gjørdu stóran mun við skjóta seks mál hvør. Føroysku spælararnir hjá Viking áttu sostatt 18 av 31 málum. Viking var á odda 17-14 í steðginum. Jónas skoraði seks mál uppá átta málroyndir, Helgi skoraði seks mál uppá níggju málroyndir, meðan Tróndur mátti brúka 14 málroyndir til at skora síni seks mál. 

 

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Sandnes til 18-18, men so fekk Viking eina 23-19 og eina 25-21 leiðslu. Sandnes minkaði til 25-26 og 26-27, men so eydnaðist tað Viking at vinna seg uppá 30-26. Sandnes vann seg uppá 29-30, men so skoraði Viking eitt sera avgerandi mál til 31-29. Sandnes minkaði til 30-31 tá níggju sekund vóru eftir, men tá eydnaðist tað hjá Viking at halda leiðsluna, og var fagnaðurin stórur hjá føroyingaliðnum í Stavanger tá dysturin var liðugur.

 

Sandnes er framvegis oddalið við 16 stigum. Viking TIF hevur 13 stig. Viking Stavanger og Falk hava 12 stig.

 

Komandi sunnudag spælir Viking á útivølli móti Follo, ið hevur eitt stig minni enn Viking.