18 ár eru langt síðani

Bólkur A: Turkaland. Undir leiðslu av Sepp Piontek fekk Turkaland bert 1-1 javnleik á Tórsvølli í juli mánaði í 1991. 17 ár og eina HM-hálvfinalu seinni er støðan ein heilt onnur

Fáar fótbóltstjóðir hava tikið seg eins nógv fram, sum Turkaland hevur gjørt seinasta góða tíggju-ára skeiðið ella so.

Frá at vera ein fótbóltstjóð, har múgvandi felagsforsetar hava havt stórar vónir og eins stór vónbrot til síni lið, samstundis sum landsliðið bert var nakað sekundert, er sama landslið í dag nakað, sum øll tjóðin stendur saman um.

Hóast Piontek millum annað mátti taka til takkar við hálvgum eyðmýkjandi javnleikinum í Gundadali á sinni, so var danski týskarin ein tann størsti katalysatorurin í royndini at lyfta turkiskan fótbólt. Júst hansara disciplin var tað, sum skuldi til, soleiðis at forkelaðu spælararnir, ið livdu sum stjørnur í heimlandinum, brádliga eisini tóku landsliðið í álvara. Nakað sum eisini bar við sær, at europar brádliga eisini fóru at læra seg onnur turkisk fótbóltsnøvn enn bara Hakan Sükür, sum eftir eitt miseydnað uppihald í italskum fótbólti áhaldandi bumbaði bóltar inn fyri bæði Galatasary og turkiska landsliðið.


Fjórðu ferð á rað

Í nýggjari tíð kom gjøgnumbrotið seinnu helvt av 90’unum. Fyrsta endaspælsluttøkan í 42 ár – í Onglandi í 1996 – var tó ein meira enn hálv fiasko, har Turkaland mátti við ongum stigi og málmuninum 0-5.

Men síðani gekst betur. Bæði í 2000 og í 2004 sendi Turkaland soleiðis vertstjóðirnar úr kappingini, og tann møguleikan hava teir aftur, nú Sveis er í sama bólki. Størsta úrslitið kom tó í 2002, tá Turkaland vann HM-bronsu.

Soleiðis er talan hesa ferð um fjórðu EM-luttøkuna á rað hjá tjóðini, ið spakuliga hevur ment seg til at teljast millum tær heilt sterku í Europa.

Og teir hava væl eisini nakað at hava reypið í. Skjótt 37 ára gamli Sükür er kanska ikki longur við á liðnum. Men hópurin telur nú fleiri spælarar, sum eisini fáa klokkur at ringja. Nøvn, sum í størri og minni mun eru við til at seta sín dám á fótbóltin í Onglandi, Týsklandi, Spania og Russlandi. Og við styrkini, ið eitt nú Fenerbache vísti í ár, er eisini próvfast, at eisini heimligu turkisku spælararnir eru vanir við trýstið og treytirnar á altjóða pallinum.

Við Fatih Terim hevur liðið eisini ein venjara, ið hevur serstakliga góðan kunnleika til altjóða fótbólt, og so er spurningurin, hvussu langt turkarnir kunnu klintra hesaferð.


Skulu hevna Sveis

Meira enn nakað, so kann eyðkenda sinnalagið verða avgerandi í so máta. Síggja vit eitt lið, sum stendur og stríðist saman sum ein eind, eins og teir gjørdu í 2002. Ella verður talan um ragnarok á vøllinum, sum tað var, tá Sveis fyri hálvum triðja ári síðani tók HM-plássið frá Turkalandi. Tað tapið syrgdi fyri, at Turkaland als ikki var partur av endaspælinum, og besti høvið at vaska hetta burtur er helst, tá farið verður inn á vøllin í Basel tann 11. juni til næsta dystin í bólkaspælinum. Tí hóast bæði Kekkia og Portugal á pappírinum eru størri bitar, so er júst dysturin móti Sveis kanska tann, ið spælararnir mest av øllum vilja vinna.



---


Turkaland


1 Rü?tü Reçber

2 Servet Çetin

3 Hakan Balta

4 Gökhan Zan

5 Emre Belözo?lu

6 Mehmet Topal

7 Mehmet Aurélio

8 Nihat Kahveci

9 Semih ?entürk

10 Gökdeniz Karadeniz

11 Tümer Metin

12 Tolga Zengin

13 Emre Güngör

14 Arda Turan

15 Emre A??k

16 U?ur Boral

17 Tuncay ?anl?

18 Kaz?m Kaz?m

19 Ayhan Akman

20 Sabri Sar?o?lu

21 Mevlüt Erdinç

22 Hamit Alt?ntop

23 Volkan Demirel


Venjari: Fatih Terim