18 steypadystir hjá monnunum um páskirnar

Fótbóltur: Tað verður nógvur fótbóltur at hyggja eftir um páskirnar. Bara hjá monnum skulu 18 dystir avgreiðast

Tað verður nógvur fótbóltur um páskirnar, nú ferð kemur á bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið. Tey tólv liðini, sum eru eftir í kappingini, skulu øll spæla tríggjar dystir upp á minni enn eina viku, og teir fyrstu dystirnir verða longu í dag.

Í bólki 1 verður ein áhugaverdur dystur í Havn millum HB og NSÍ. HB kom væl frá byrjan í bólkinum við at vinna 7-0 í Miðvági, men mótstøðan verður ivaleyst størri í dag. Í fjør endaðu báðir landskappingardystirnir millum HB og NSÍ við javnleiki, og í báðum førum kundi sigurin farið báðar vegir. KÍ spælir á útivølli móti FS Vágum, og klaksvíkingar hava her ein góðan møguleika fyri at leggja seg einsamallar á odda í bólkinum, um HB missir stig móti NSÍ. FS Vágar er komið í bólkaspælið heilt úr fyrsta umfari av kappingini og hevur á vegnum sent Fram og B71 úr kappingini. Men tað sær út til, at bitin nú er ov stórur hjá vágamonnum, og teir mugu helst fyrireika seg upp á at vera fastur stiggevari í bólkinum.

Leygardagin eru dystirnir í bólki 1 KÍ-HB og NSÍ-FS Vágar, og 2. páskadag skal FS Vágar til Havnar, meðan KÍ skal til Runavíkar.


Eingin endurtøka

av 8-3 sigrinum

ÍF vann sunnudagin í Sumba og er fremst í bólki 2 eftir fyrsta umfar. Í dag skal ÍF spæla í Gundadali móti B36. Í landskappingini í fjør vann B36 henda dystin 8-3, men dysturin í dag verður ivaleyst javnari enn so. Hin dysturin er suðuroyaruppgerðin á Tvøroyri millum TB og Sumba. TB sær út til at vera rættiliga væl fyri, men tað er trupult at siga nakað frammanundan, tá talan er um ein reinan suðuroyardyst.

Leygardagin spæla B36-Sumba og ÍF-TB, og 2. páskadag skulu bæði tvørámenn og sumbingar norður um aftur, tá skal TB til Havnar og Sumba til Fuglafjarðar.


GÍ og B68 á odda

GÍ og B68 hava lagt seg á odda í bólki 3, og munurin kann gerast enn størri í dag, tá GÍ tekur ímóti VB í Gøtu. B68 spælir á heimavølli móti Royn, og vandi er fyri, at tvey lið hava seks stig og hini bæði einki stig, tá annað umfar av bólkinum er lagt afturum. Men bæði GÍ og B68 skulu seinni til Vágs, so eingin avgerð fellur í dag, hóast munurin kann gerast stórur á stigatalvuni. Leygardagin hittast B68 og GÍ á Svangaskarði, meðan Royn og VB bresta saman í Hvalba. Og 2. páskadag, 13. apríl, skulu bæði GÍ og B68 til Suðuroyar at spæla móti ávikavist Royn og VB.


Hvít páskir

Steypakappingin er byrjað, og tá páskirnar eru av, er rættilig gongd komin á fótbóltin, og dystarvenjingin fer at koma meir og meir upp á pláss. Teir fyrstu dystirnir seinasta sunnudag vóru merktir av, at árið er ungt, men tríggir dystir innan fimm dagar eiga at geva liðunum góða venjing, umframt at tað ger kappingina rættiliga intensa.

Sagt verður frá kava um páskirnar, og tað kann órógva, men vónandi ikki so nógv, at tað beinleiðis ávirkar úrslitini og kappingina.