18 kvinnur og 18 oyggjar

Henda forkunnuga myndin er tikin í Sandágerði í dag, 11.12.13 - klokkan 14.15, tá 18 kvinnur stóðu klárar at leypa á bláman.

Tað var meira av tilvild, at tað júst vóru 18 kvinnur, sum svumu í Sandágerði í dag, men klokkutíðin, sum myndin er tikin, er ikki tilvildarlig. Dagurin er 11.12.13 - og klokkan er 14.15, sum myndin eisini vísir.

 

Í eini 2-3 ár hava nakrar kvinnur í høvuðsstaðnum, sum dáma at svimja á sjónum, havt ein facebook-profil, har avtalað verður sínámillum, nær farið verður at svimja.

 

Um sumrarnar, tá náttin er stutt, og dagurin er langur, hevur verið svomið regluliga, og ofta eru tær møttar í Sandágerðin um 06.30-tíðina og soleiðis eisini, áðrenn farið verður til arbeiðis.

 

Tað eru ikki altíð 18 kvinnur, sum hava svomið saman, men dagurin í dag var eitt serstakt høvi, og tí møttu so nógvar til hesa forkunnugu myndatøku.

 

Upplýst verður fyri in.fo, at vanliga plaga einar 7-10 kvinnur at svimja saman, og svomið verður eisini av og á í vetrarhálvuni.

 

Kvinnurnar, sum soleiðis svimja saman, eru í øllum aldri - heilt úr umleið 30 árum og upp í stívliga seksti ár.

 

- Tað er bara ikki so lætt at finna løturnar um veturin, tá náttin er lang, og dagurin er stuttur, sigur ein av kvinnunum, sum plagar at vera við, fyri in.fo í kvøld.

 

Myndaeigari er Lisbeth Gotved Petersen.