grovur og blasfemiskur í síni frásøgn, so dugir hann at vera tað, uttan tó at virka guðsspottandi. Hansara filosofi er, at látur gevur betur atgongd til menniskjuni enn álvarsemi. Hann er førur fyri at húðfletta [...] sín, fyri á skemtiligan hátt at fáa áskoðaran at taka ímóti leikum við álvarsligum innihaldi. - Tað undraði meg, tá eg frætti at Dario Fo hevði fingið virðislønina, at tað var ein dramatikari sum fekk [...] Italia - Hinvegin, so hugsaði eg, at um nakar sjónleikhúsmaður og dramatikari skuldi fáa hana, so var Dario Fo sjálvskrivaður. Eg hugsi eisini at ein atvold til tað er, at Dario Fo um nakar í sekstiárunum
skulu haldast. Tað er at fegnast um, at løgmaður og eg júst fyri fáum døgum síðan hava staðfest tað, segði Nyrup Rasmussen. Viðvíkjandi Framtaksgrunninum játtaði Nyrup at geva sítt tilmæli til at finna eina [...] skapinum. - Tað geri eg fyri so vítt eisini. Eg vil ikki dylja, at hetta ørkymlar meg, segði Nyrup Rasmussen, og helt fram: - Av og á havi eg kent tað sum hava føroyingar havt í so nógv at okkum dønum [...] danskar herðar, og serliga á donsku stjórnina. Eg veit tað væl - Danska stjórnin hevur ikki alla skylduna av støðuni í Føroyum. - Tað veit Johs. M. Olsen. Eg veit tað eisini væl, og tað vita øll, segði
eina sofu, og tær vóru Oda úr Havn, Selma úr Leirvík og Turid av Eiði. Tær vóru vakrar á at líta í sínum vakra, litfagra búna. Hvat halda tit um tað at koma niður higar at vitja okkum? Tað er frálíkt, [...] áhuga í ferðslu, og eg ætli mær at vera verkfrøðingur, men í Føroyum hava vit ikki so nógva ferðslu, at tú kanst læra nakað av henni. Tí bleiv eg glaður, tá ið mær varð unnað at vera við á hesari ferð [...] hann hevur stórt skegg og hevur líka nógv at siga sum kongur, er tað rætt? Tit kunnu spyrja hann, nú tit skulu vera í ferðalag við honum. Ja, tað kunnu vita gera, segði Oda, og so flentu allar tríggjar
kanska væntað, at tá ið ein so stórur barnaflokkur, 100 børn vóru knappar ein og ein hálvan mánað á slíkari ferð, at onkur fór at vera óheppin og kanska bróta seg sundur, men tíbetur var tað bara ein av okkum [...] fyri óhappinum, og tað var Jansu Jensen, bóndin, ið var í Stóru Dímun. Hann kom aftur við øðrum skøvninginum í gipsi. Hann var ein dagin farin at læra seg at súkkla, men hann var áhaldsin og datt við súkkluni [...] Skarvanesi var eisini farin at læra seg at súkkla, men hann snarar inn fyri ein bil, ið kemur eftir vegnum. Bilførarin bremsar, kemur út úr bilinum og er frá sær sjálvum av øði og spyr Olivur um hann ikki
Vit hildu, at stuttligt hevði verið at komið saman til eina veitslu, so at gamlir vinir og kenningar frá hesari ferð kundu hittast aftur. Ringt er at vita, nær tað liggur best fyri, men lagaligasta løtan [...] fram, og mangt var at minnast aftur á frá okkara frálíku skúlabarnaferð. Nógv høvdu ikki sæst øll hesi 40 árini, so viðhvørt knípti tað at kenna, hvør tað var, tú tosaði við, men stuttligt var at práta [...] færri enn í 1978, og var tað tí, at fleiri vóru farin í Harrans hendur, og nøkur kundu ikki koma fyri sjúku. Hesa ferðina vóru tað Margreta Tórgarð, Hjørdis Ejde, sála og aðrar, sum skipaðu fyri. Tær høvdu
s festivaludvalg hevur gjørt av, at stilla filmin um Barbu og harra Pál hjá Nils Malmros inn til ein Oscar. Við donsku innstillingini eru Barba við í kappingini um at gerast ein av teimum fimm útlendsku [...] »Sunes familie«, sum varð frumframførdur í gjár. Eingin heldur kortini, at hesin filmur er ein Oscar kandidatur, men fyri at rætt skal vera rætt skal hann kortini telja við í teimum filmunum, valt verður ímillum [...] herímillum Barba og harra Pál - verður í komandi tíðini mettir av altjóða samansettu nevndini, forign Film Commetee undir amerikanska filmsakademinum, sum letur Oscarheiðurslønirnar. Nevndin fer ikki fyrr enn
Old. Hann heldur tí, at skipanin átti at verði gjørd smidligari, soleiðis at til ber at skifta frá ytru fiskidagaleiðini á innaru fiskidagaleiðina uttan at bróta túrin av og fara inn at landa. Men løgtingsins [...] soleiðis, at tað skal bera til hjá fiskifari at fiska á innaru leiðunum uttan at bróta túrin av, um teir fyrst hava roynt á uttaru leiðunum. Henrik Old sigur við Sosialin, at sum støðan er í dag er, tað alt [...] so verða menn nú noyddir at bróta túrin av og fara inn at landa. Úrslitið er, at teir sleppa ikki útaftur fyrr enn mánadag. Avleiðingin av verandi skipan er, at í staðin fyri at størri skip royna á ytru
beinleiðis til Hirtshals. Og tað er eftir ynski frá vinnuni,« sigur hann. Tað vísti seg nevniliga, sigur Árni Joensen, at tað var tríggjar ferðir so nógvur farmur til Hirtshals, sum tað var til Scrabster, á [...] rutu við fráferður bæði hósdag og fríggjadag, helt landsstýrismaðurin vera tað optimala, uppnáast kundi. Men nú noyðist hann so at ásanna, at onnur fráferðin er burtur, og tænastan harvið versnað. Sámal [...] á fríggjadagsfráferðini. Tí varð neyðugt at prioritera. Og valt varð so at sigla beinleiðis til Hirtshals. Fyrr var tað so, at Pasadena ikki kom til Hirtshals fyrr enn út á mánadagin. Nú verður hon mánamorgun
uppiborið. Tað eru nevniliga hesi økir, ið merkja kreppuna, so tað stendur eftir. Tað skuldi verið óneyðugt at bygt hetta lítla land upp soleiðis at útjaðaraøkir eru yvirhøvur. Tað er ein veruleiki at tað, ið [...] møguliga at fáa nakrar stemmur í miðøkinum til eitt komandi val - skuldi hildið uppat, tí at ongin fer væl av at annar fer illa. Slík framferð er sera óføroysk. Tað vit hava brúk fyri, er at fáa fleiri [...] íløgur og dupultíløgur, ið vit ikki hava ráð at gjalda og sum ongantíð vinnur seg inn. Tí tá endurtaka vit 80-ini - og tað má ikki henda aftur. Alt ósømiligt tos um at taka matin úr munni á fólkum á út
Flokkurin gekk í sínari tíð á odda fyri at seta á stovn fólkapensiónina, og fer tí sjálvsagt eisini at verja hana nú. Harafturat fer flokkurin at virka fyri at Samhaldsfasti verður styrktur, so hann gerst [...] hevur og fer flokkurin framvegis at tryggja fjøltáttaði tilboð til allan ungdóm, bæði ta stóru fjøld, ið dagliga íðkar ítrótt av ymiskum slag, eins og skótar, kristiligt ungdómsarbeiði og onnur, og at ungdómium [...] september 1925. Endamál felagsins var at virka fyri javnaðarhugsjónini og at »samle det arbejdende Folk til Kamp for dets økonomiske og politiske Interesser«. Og líka síðani felagið varð stovnað hava