Vit skulu hava eina smidligari fiskidagaskipan. Tað var í stuttum endamálið við uppskotinum hjá Henriki Old um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap. Henrik Old legði uppskotið fyri tingið 15. september.
Hann skjeyt upp, at lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt soleiðis, at tað skal bera til hjá fiskifari at fiska á innaru leiðunum uttan at bróta túrin av, um teir fyrst hava roynt á uttaru leiðunum.
Henrik Old sigur við Sosialin, at sum støðan er í dag er, tað alt ov tvørligt at reka fiskiskap - serliga hjá partrolarunum og línubátunum.
Nú í vetrarhálvuni er ofta ikki roynandi uttan fyri ringin vestanfyri vegna veður, sjálvt um tað er væl roynandi á innaru leiðunum eystanfyri, sigur hann.
Men um fiskifar fyrst hevur roynt uttanfyri, ber ikki til at fara innum at royna uttan at bróta túrin av, sigur hann.
Tað er hetta hann við lógaruppskotinum vildi broyta.
Hetta er so niðurbrótandi fyri hugin hjá teimum, sum fiska.
Verður tað t. d. sjaskveður ein fríggjadag, so verða menn nú noyddir at bróta túrin av og fara inn at landa. Úrslitið er, at teir sleppa ikki útaftur fyrr enn mánadag.
Avleiðingin av verandi skipan er, at í staðin fyri at størri skip royna á ytru leiðunum, so at betri pláss verður á innaru leiðunum, og at trýstið verður minni á stovnin, elvir hon til, at størru skipini nú aftra seg við at fara út um at fiska, tí so sleppa tey ikki innaftur, viðrar illa, sigur Henrik Old.
Hann heldur tí, at skipanin átti at verði gjørd smidligari, soleiðis at til ber at skifta frá ytru fiskidagaleiðini á innaru fiskidagaleiðina uttan at bróta túrin av og fara inn at landa.
Men løgtingsins vinnunevnd er ikki samd við Henriki Old. Ein meiriluti í vinnunevndini, Jørgen Niclasen (Fólkaflokkurin), Bjørn á Heygum (Sambandsflokkurin), Helena Dam á Neystabø (Sjálvstýrisflokkurin) og Ernst Hansen (Verkamannafylkingin í samgongu) tekur ikki undir við uppskotinum, og vísa tey til, at teimum er upplýst, at tað í praksis ikki letur seg gera at hendhevja skipanina, sum Henrik Old skjýtur upp. Upplýst verður kortini ikki, hvør trupulleikin við handhevjingini er.
Ein minniluti, sum er Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum viðmerkir, at hann ongantíð hevur tikið undir við skipanini við ytru og innaru leiðini, og at hann ikki kann taka undir við skipanini, sum Henrik Old skjýtur upp.
Henrik Old mælir sum vera man løgtinginum til at samtykkja uppskot hansara, og vísir hann til viðmerkingarnar, sum partvíst eru nevndar omanfyri.
Henrik Old hevur tískil ikki góðar vónir um, at uppskotið verður samtykt. Tí boðar hann frá, at fellir uppskotið, fer hann at seta fram uppskot um at taka av skipanina við ytru og innaru leiðini.