gjøldini. Nei tey fleirfaldast, vaksa við 50, 80, 100 og í onkrum føri 400 prosentum. Hóast korona, so eru bankarnir slopnir væl, ja, betri enn væntað. Tað prógva yvirskot bankans. Og bankin kýtir seg enn meira [...] tíggjukrónu hvørja ferð. Fimmfaldan. Og so allar hinar hækkingarnar. Hóast tilforlátiligar upphæddir hvør sær, so fara milliónirnar at renna skjótt av kontunum hjá viðskiftafólkunum í bingjuna, sum skal lutast [...] di loyva sær at fleirfalda kostnaðin í einum høggi? Einans tey, sum kenna seg trygg og so ella so eru vard ímóti kapping. Tí kundin hevur í dag lítið í at velja. Segði nakar samfelagssinni? Ella atlit
skúlaði fólk í Føroyum. Tað mangla arbeiðspláss serliga í vinnulívinum, har kvinnur á jøvnum føti við menn fáa møguleika at menna seg, so tey seinni kunnu gerast leiðarar. Í miðfyrisitingini eru hesi arbeiðspláss [...] tey bestu plássini, og torført var hjá hinum leikarunum at fáa ment seg. Sæð í altjóða høpi vórðu hesi liðini veik og sárbar. Innan ítróttin varð man fyri nógvum árum síðani greiður yvir, at skuldi man [...] og leiðarar læra at brúka vitanaðartilfeingi hjá bæði kvinnum og monnum. Hugburðurin, at tað bert eru tey, sum halda seg framat, ið hava vinnutalentir, má broytast.
ganga frá miðdepulinum og út til økir, har havnaviðurskifti eru ógreið bæði viðvíkjandi umsiting og atløgu. Eisini verður roknað við at hesi øki ikki hava nakra lokala virðisøking, sum ger at upplandið [...] galdandi til at krevja gjald av vøruflyting. Heldur er tænastan at rokna sum landsins áhugi í at hava fólk búgvandi í útjaðaranum til tess at fremja territorialan upphavsrætt.?At so onkur kann meta Suðuroynna [...] lógvum bera hesa hugsan niðan á ting, er óskiljandi. Í hvussu so er:Teir áttu at vita betur.?Her eru nógv virkir, ið hóast kappingarmun í mun til meginøkið, bæði viðvíkjandi krónum og tímum, royna at
viku. Tí hví skulu kyrrahavnsloyvini – sum eru ein stór nýskapan innan føroyska fiskivinnu – vera við sviðið soð, meðan restin av fjarfiskiflotanum, sum eru ídnaðarskipini, nótaskipini, flakatrolararnir [...] uppisjóvarfiskinum í Kyrrahavinum. Nakað, sum í framtíðini kann koma væl við við hjá samfelagnum. Og hvør minnist ikki, hvussu errin og glaður egni floksformaður Jákup Mikkelsens, Jørgin Niclasen, var, tá [...] Sæð í søguligum ljósi vita vit føroyingar betri enn so nógvar aðrar tjóðir, hvussu viðbrekin vit eru við so fáum beinum at standa á. Tað hevur tí alstóran týdning, at fiskivinnan er spjadd so víða sum
fáast á óskilinum á Tvøroyri, har hundar, seyður, og kanska onnur dýr við, ganga leys og eru til ampa fyri fólk. Í langsamiliga tíð hevur Tvøroyar Býráð arbeitt við at fáa eina skipan, har leysgangandi [...] sum hevur gjørt, at málið hevur drigið út, er, at býráðið og løgreglan hava samst um, hvønn leiklut, hvør skal hava, men tað er við at koma undir land nú. Í býráðnum á Tvøroyri fegnast tey um, at aktingarmaður [...] fer gjaldið niður á 35 krónur um dagin. Fyri onnur dýr er gjaldið so ásett eftir, hvussu stór dýrini eru. Men gongur ov long tíð, hevur aktingarmaðurin eisini heimild til at syrgja fyri, at dýr, sum verða
fólkum. Tá fólk ikki trúðu, spurdi ein kendur skipari, Hans Pauli í Hvannasundi, sáli, mangan: "Íðan var tú hjástaddur, tá tað hendi! Eeeg var" Símun Hans sær hendingina fyri sær. Teir eru á veg heim aftur [...] eingilskt kol og vindurin knakar í gomlu bitunum. Vit eru aftur í 1957, sama ár eg sjálvur var føddur. Eg dugi ikki sjálvur at ímynda mær hvussu drúgv 46 ár eru, minnist bara frá tí eg var fýra. Símun Hans var [...] kennir til rust og ótespiligt arbeiði í ruskveðri umborð á útslitnum fiskiskipum, sum mødd av veiðu eru komin á skipasmiðju til heilsubótar. Hann hevur arbeitt á Skála Skipasmiðju síðan 1978 og undan tí
skrivað og serliga hvør ið skrivar tað. Er tað ikki soleiðis tað er á Sosialinum í løtuni? Javnaðarfólk sleppa at rættlesa greinar, har teir eru uppií, men tað er ikki altíð, at fólk úr hinum flokkunum [...] Javnaðarflokkin uttan at flokkurin hevði havt høvi til at sensurerað tekstin áðrenn. Og hóast tónin í hesi oddagrein var speiskur, so misti Hans Pauli strøm ondina av orðunum, sum helst hava sviðið meira enn [...] tær nú ein atfinningarsom oddagrein er komin á prent um Javnaðarflokkin, uttan at tit í flokkinum eru sloppin at góðtaka tað, sum í henni stendur áðrenn hon var prentað. Tað má av sonnum eisini vera ein
Skúlastríð At tað eru trupulleikar í skúlanum í Skopun, er nakað nýtt, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini. Í hvussu so er, veit gamli skúlaleiðarin, Jógvan Adolf Johannesen, onki um, at tað vóru [...] at hava útvegað útgerð og amboð, tí hann ivast ikki í, at nógv av tí var komið, sama, hvør var fyrstilærari. ?Tað eru nógvar nýggjar lærugreinar komnar í skúlan seinastu árini og tíðin nú setir heilt onnur [...] til skúlan, enn tað vóru fyrr, so tað man vera komið av sær sjálvum. ? Tíðin stendur ikki í stað og hesi seinastu árini, er skúlin í Føroyum yvirhøvur ómetaliga nógv broyttur, so sjálvsagt er eisini nógv
num, einki eftirlit hava við, hvør kemur inn í landið. - Eg vil ti inniliga heita á landsstýrið, um ikki at yvirtaka hetta málsøkið, segði Helgi Abrahamsen at enda. Hesi orð hóvaðu ikki Fólkaflokkinum [...] Spurningurin vísti, at hóast tað er niðurskrivað í samgonguskjalið, at útlendingamál skulu yvirtakast av hesi samgonguni, so er nakað av ósemju innanhýsis í samgonguni um málið. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum [...] Helga Abrahamsen, og mintu hann á, at samgonguskjalið staðfestir, at útlendingamál skulu yvirtakast av hesi samgonguni. Teir boðaðu eisini frá, at um Sambandsflokkurin ikki vildi yvirtaka økið, so fór Fólk
siga í frágreiðingini, sum stjórnin fær í hesi vikuni, at tað er eingin orsøk til at banna ella at útseta oljuboringar á sjónum, tí at tær kanadisku reglurnar eru millum tær strangastu í heiminum. Formaðurin [...] stúra fyri trygdini í oljuboring á sjónum. Í arbeiðinum við frágreiðingini hevur nevdin tosað við 26 fólk, men fleiri fýlast á, at nevndin hevur næstan bara tosað við umboð fyri vinnulívið og stjórnina og