Vit, sum hava fylgt við, vita at beinleiðis orsøkin er kravið frá Tvøroyrar Kommunu um havnargjald fyri Smyril. Hetta var longu nevnt í samskiftinum, áðrenn nøkur sparing kom fyri. ?At frítaka skip fyri gjøld er kanska ikki heilt ókent. Tað verður gjørt í útjaðaraøkjum(eitt nú í Grønlandi), har man metir tænastuna at ganga frá miðdepulinum og út til økir, har havnaviðurskifti eru ógreið bæði viðvíkjandi umsiting og atløgu. Eisini verður roknað við at hesi øki ikki hava nakra lokala virðisøking, sum ger at upplandið kann gera rætt galdandi til at krevja gjald av vøruflyting. Heldur er tænastan at rokna sum landsins áhugi í at hava fólk búgvandi í útjaðaranum til tess at fremja territorialan upphavsrætt.?At so onkur kann meta Suðuroynna ikki at klára at greiða síni egnu havnarviðurskiftir sambært galdandi kommunulóg, og ikki at verða verda, við sínari virðisskapan til føroyska samfelagið, at roknast sum framleiðslueind, er so sínar sakir, men at so Suðuroyingar, av sínum eintingum, á egnum lógvum bera hesa hugsan niðan á ting, er óskiljandi. Í hvussu so er:Teir áttu at vita betur.?Her eru nógv virkir, ið hóast kappingarmun í mun til meginøkið, bæði viðvíkjandi krónum og tímum, royna at halda síni arbeiðstól gangandi og geva sítt íkast til føroyska búskapin. Tey vera nú av sínum egnu roknaði sum njótandi, men ikki gevandi.?Skammast tit ikki!