Ósemja tykist hava stungið seg upp í samgonguni um yvirtøku av útlendingamálum. Rodmund Nielsen spurdi í ófráboðaðum fyrispurningi løgmann, hvussu gekk við yvirtøkuni av útlendingamálum.
Spurningurin vísti, at hóast tað er niðurskrivað í samgonguskjalið, at útlendingamál skulu yvirtakast av hesi samgonguni, so er nakað av ósemju innanhýsis í samgonguni um málið.
Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum var fyrstur at gera viðmerkingar til spurningin hjá Rodmundi Nielsen, og hann var ivaleysur.
- Av øllum skilaleysum økjum at yvirtaka, er hetta tað síðsta, sum skal yvirtakast, segði Helgi Abrahamsen. Hann vísti á stóru trupulleikarnar, sum kunnu standasat av yvirtøkuni av útlendingamálum og vísti millum annað á, at vit, orsaka av Schengen-samstarvinum, einki eftirlit hava við, hvør kemur inn í landið.
- Eg vil ti inniliga heita á landsstýrið, um ikki at yvirtaka hetta málsøkið, segði Helgi Abrahamsen at enda.
Hesi orð hóvaðu ikki Fólkaflokkinum. Jákup Mikkelsen og Janus Rein høvdu báðir viðmerkingar til Helga Abrahamsen, og mintu hann á, at samgonguskjalið staðfestir, at útlendingamál skulu yvirtakast av hesi samgonguni. Teir boðaðu eisini frá, at um Sambandsflokkurin ikki vildi yvirtaka økið, so fór Fólkaflokkurin at atkvøða fyri eini yvirtøku, saman við andstøðuni.
- Hetta málsøkið er tað fyrsta, sum vit skulu yvirtaka, tí tað stendur í samgonguskjalinum, segði Janus Rein.
- Tað er ov galið, at Sambandsflokkurin skal leypa frá samgonguskjalinum á henda hátt og tvinga okkum at samtykkja yvirtøkuna saman við andstøðuni, segði Jákup Mikkelsen.
Kristina Háfoss úr Tjóðveldisflokkinum bjóðaði Fólkaflokkinum og Miðflokkinum vælkomnum at atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti um at yvirtaka útlendingamál.
Løgmaður, ið hevði síðsta orðið, royndi at slætta sjógv aftur.
- Tá man hevur eitt samgonguskjal, so heldur man seg til tað, segði løgmaður, sum vissaði Rodmund Nielsen og fólkafloksmenn um, at tað framhaldandi verður arbeitt við málinum og at fundur er avtalaður við danskar myndugleikar hesum viðvíkjandi.
- Ymiskir tingmenn hava ymiskar meiningar um mál. Vit hava eisini hoyrt nógvar útmeldingar frá Fólkaflokkinum, sum ikki eru í trá við samgonguskjalið, uttan at tað hevur kollsiglt samstarvinum, segði løgmaður at enda.