Ósemjur í skúlanum í Skopun er nakað nýtt

?At tað vóru álvarsligir trupulleikar í skúlanum í Skopun, áðrenn Ingun Simonsen bleiv fyrstilærari, kenni eg onki til, sigur gamli skúlaleiðarin, Jógvan Adolf Johannesen

Skúlastríð

At tað eru trupulleikar í skúlanum í Skopun, er nakað nýtt, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini.
Í hvussu so er, veit gamli skúlaleiðarin, Jógvan Adolf Johannesen, onki um, at tað vóru samstarvstrupulleikar í skúlanum, tey árini, hann var fyrstilærari.
Sostatt vísir hann aftur tí, sum júst fráfarni skúlaleiðarin, Ingun Simonsen, førir fram.
Hon sigur, at tað er onki nýtt at ósemja er í skúlanum í Skopun og at tað vóru longu álvarsligir trupulleikar, tá ið hon varð sett í 1997.
Hon vísir eisini á at tað stóra arbeiði, hon hevur lagt í skúlan. Hon sigur, at tá ið hon kom, mundi tað vera fáir skúlar í landinum, sum vóru so aftaliga, sum skúlin í Skopun, tí har var ongin útgerð og hølini vóru alt ov lág og játtanin til skúlan alt ov kargar.
Hon sigur, at hesum hetta hevur hon fingið í rættlag. Hon hevur fingið skúlan bygt út, hon hevur útvegað skúlanum nógva útgerð, skúlin er útbygdur og játtanin munandi hækkað.
Í hesum liggur eisini ein atfinning ímóti gamla skúlaleiðarnum, Jógvani Adolf Johannsen, sum var fyrstilærari frá 1970 til 1997, fyri at hava forsømt skúlan, tey árini, hann var fyrstilærari.

Ongir trupulleikar
Men Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tey árini, hann var skúlaleiðari, vóru ikki hesir stóru trupulleikarnir, sum vit nú hoyra um.
Hann vísir sostatt aftur, at tað vóru samstarvstrupulleikar á skúlanum, áðrenn Ingun Simonsen kom.
?At tað skal hava verið so stórir trupulleikar í mínari tíå, sum Ingun Simonsen sigur, minnist eg onki til. Tað vóru ikki samstarvstrupulleikar av nøkrum sum helst slagi, sigur Adolf Johannesen.
Hann sigur, at orsøkin til at hann fór frá, var, at hann tók av einum tilboði, allir lærarir fingu um at fara frá við eftirløn, tá ið teir fyltu 60. Hetta gjørdi hann, tí hann hevði so nógv at gera av øðrum arbeiðið, eitt nú var hann tingmaður, og tískil gjørdi hann av at sleppa lærarayrkinum. At hann fór frá, hevði sostatt onki við skúlaviðurskiftini at gera.

Varð komið kortini
Hann dugir heldur ikki at síggja, hvussu Ingun Simonsen kann taka sær æruna av at hava bygt skúlan út og at hava útvegað útgerð og amboð, tí hann ivast ikki í, at nógv av tí var komið, sama, hvør var fyrstilærari.
?Tað eru nógvar nýggjar lærugreinar komnar í skúlan seinastu árini og tíðin nú setir heilt onnur krøv til skúlan, enn tað vóru fyrr, so tað man vera komið av sær sjálvum.
? Tíðin stendur ikki í stað og hesi seinastu árini, er skúlin í Føroyum yvirhøvur ómetaliga nógv broyttur, so sjálvsagt er eisini nógv nýtt hent í Skopun.
Jógvan Adolf vísir eisini á, at tá ið hann legði frá sær, vóru longu ætlanir frammi um at byggja skúlan út.
?Men vit mugu heldur ikki gloyma, at sera álvarslig kreppa var í øllum landinum tað allarmesta av nítiárinunum og Sandoyggin, øll sum hon var, bleiv so hart rakt sum onki annað øki í landinum, við arbeiðsloysi og fráflyting.
? Kommunurnar komu tískil í álvarsligar, fíggjarligar trupulleikar og tað rakti eisini skúlan meint, tí tað var rætt og slætt ikki ráð til at gera nakað við skúlan, ella at geva honum nakra serliga játtan. Tað hoyrir avgjørt við til søguna, sigur Jógvan Adolf Johannesen.
Hann vísir eisini á, at at Ingun Simonsen bleiv fyrstilærari í 1997, júst tá ið tað fór at ganga framá aftur, so tað er heldur ikki yvir at dylja, at hon hevur havt tíðina við sær.

'