Ósemja í Kanada um oljuboring

Ein nevnd hjá kanadiska senatinum heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til at útseta oljuboringar á sjónum. Nevndin bleiv sett aftan á vanlukkuna hjá BP í Meksikoflógva, og hon skuldi kanna verandi trygdarreglur fyri at vita, um tær skulu endurskoðast.

Senatorarnir í nevndini siga í frágreiðingini, sum stjórnin fær í hesi vikuni, at tað er eingin orsøk til at banna ella at útseta oljuboringar á sjónum, tí at tær kanadisku reglurnar eru millum tær strangastu í heiminum.

Formaðurin í nevndini, senatorurin David Angus, sigur við Canadian Press, at kanadiska fólkið hevur onga orsøk til at stúra fyri trygdini í oljuboring á sjónum.

Í arbeiðinum við frágreiðingini hevur nevdin tosað við 26 fólk, men fleiri fýlast á, at nevndin hevur næstan bara tosað við umboð fyri vinnulívið og stjórnina og als ikki við umhvørvisverndarfólk ella upprunafólkið.