Tað savnar og myndar okkum sum fólk og sum friðsæl, frílynt og kristin tjóð. Merkið ímyndar tað, ið orð valla megna at lýsa, alt tað sum kortini býr í hjørtum okkara, og sum vit virða og verja, uttan at [...] høgt tær dygdir og tað áræði, sum fólkið her norðuri hevur víst, serstakliga tey seinastu truplu kreppuárini. Eitt tíðarskeið í søgu okkara, sum rakti øll tey serliga meint, sum høvdu hjallin og inntøkugr [...] sjónum. Vit kunnu í dag í góðum norðoyastevnuhýri staðfesta, at fólkið her norðuri hevur prógvað, at tað í føroyinginum býr lívsneisti, sum eingin ódn er før fyri at sløkkja. Í dag er aftur lív og menning
ætlanin at keypa Glyvra Bio og at umbyggja hølið til eina fimleikaramiðstøð. Skjótt varð handlað, tí sama dag sum felagið varð stovnað, keypti tað hølið frá Føroya Banka. Arbeitt hevur verið meir ella minni regluliga [...] eisini at byggja út. Trupulleikin við hølinum sum tað er nú, er at tað ikki er nóg breitt, og tí fáa eitt nú elitufimleikarnir ikki gjørt øll tey lopini, sum millum annað verða gjørd til Oyggjaleikirnar [...] trý ár, upplýsir Haraldur. Nóg stórt til vanligt brúk Hølið sum Støkk fær nú, verður tó nóg stórt til alt vanligt brúk. Tað verða mest tey, sum fáast við reiðskapsfimleik, ið ikki fáa gjørt allar sínar venjingar
kynstur at nýta hesar motorarnar. Teir virka nevnliga ikki á sama hátt, sum teir nýggju. Í grundini er stórur munur á. Til dømis var ein motorur sum teir í smiðjuni høvdu reint at fáa í gongd. Men teir høvdu [...] ? Teir flestu av motorunum, eg havi liggjandi, kenna fólk als ikki í dag. Nóg illa teir, sum arbeiða í smiðju, kenna hesar motorarnar, sigur Olivar. ? Tað er meir fyri at vísa teimum ungu, hvussu motorarnir [...] Motorarnir, sum Olivar hevur savnað saman, standa ymsastaðni í Runavík. Onkur stendur í onkrari byngju, og onkur stendur inni. Keypt motorar í Danmark Áhugan fyri motorum hevur Olivar havt mest sum alt sítt
nógv sum til ber fyri at gestirnir skulu hava tað gott og trívast. - Sjómansheimið er einasta gistingarhús á Skálafjørðinum. Men øll kømrini eru ikki á tí støði, sum gestir gjarna vilja hava í dag. Tað [...] gestirnar er meir tiltrongt. - Samstundis sum vit liva av útlendingunum í summarhálvárinum, so er tað køkurin sum heldur lív í heiminum. Tað eru nógvir føroyingar sum koma inn at keypa sær ein bita. Hetta [...] mest vanliga sum skal gerast á heiminum. - Tað er kortini ikki soleiðis at fyristøðumaðurin skal gera alt tað praktiska á heiminuum. Tað eru sera nógv fólk sum eru góð við heimið, og sum eisini vilja hjálpa
funksjónir í dag. Vit kunnu ikki koyra fólk, sum eru ógvuliga illa fyri í allar mátar á Barnaheimið, samstundis sum heimið skal røkja allar hinar uppgávurnar. Tí skulu vit heldur hava eitt heim sum familjustovnin [...] tuflum. Sært tú børn, sum hóast ógvuliga ringar umstøður koma væl fyri í samfelagnum? Ja, eg undrist mangan á, at nógv eru so mikið fræg, sum tey eru. Men tað sum ofta oyðileggur hesi, sum kortini koma fyri [...] eru tey nóg góð, men vit síggja nógv dømi um slík børn, sum gerast ógvuliga løgin og avskeplað sum vaksin. Arbeiðið við børnum hjá foreldrum, sum sosialt og í aðrar mátar eru illa fyri, gongur fram á í
sunnudag vunnu 7-0 á TB. Tað var Bjarni Prior heldur ikki, so væntandi verða tað teir somu, sum manna B36-verjuna í dag, sum gjørdu slætt borð móti tvørámonnum fyri eini góðari viku síðani. Annars er venjarin [...] Og so er tað Helgi L. Petersen, sum ikki verður við hesumegin summarsteðgin, og sum er saknaður á NSÍ-liðnum. TB alt fólkið tøkt Annars verður ein annar dystur í dag og tveir aðrir í morgin. Í ár hevur [...] Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest áhugaverdi dystur er uttan iva í Havn
tann sama Fyri ferðafólk er Estland ikki nakað »Shoppers Paradise«, og tey sum rokna við at gera nøkur røvarakeyp til sovjettiskar prísir, verða tikin á bóli. Tað mesta kostar nakað tað sama sum á okkara [...] Alati Coca-Cola. Jú, víðagitna reyða og hvíta skeltið, sum eggjar ungum sum gomlum til at sløkkja tostan við amerikanskum coladrykki, er eisini komið til gamla Sovjetsamveldið. Í Estlandi stendur hetta [...] navnið á høvuðsstaðnum Tallinn er sprottið úr navninum Taani linn, sum merkir »danskur býur«. Longu átta ár seinni, í 1227, taka týskarar, sum hava høvuðsstøð í Riga, restina av landinum og kristna tað. Týska
onnur størv aftrat hesum. Í 1948 tók hann við starvinum sum skrivari hjá forsætismálaráðharranum, sum tá var Hans Hedtoft. Millum annað mangt, sum honum var fyri hesa tíðina, greiðir hann frá einum døgurða [...] ikki gerast danskt amt. Hetta var annars tað sum hendi í 1953. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Elkær-Hansen sjálvur var skrivari hjá grundlógarnevndini, sum gjørdi uppskotið til nýggju grundlógina. Í [...] Pauli Dahl, yvirlækni, sum skuldi taka við starvi Halvorsens beinanvegin. Ikki gekk sum hesir høgu harrar høvdu ætlað. Elkær-Hansen prentar í endurminningunum frágreiðingina, sum hann sendi forsætismálaráðnum
har ið flakavirki var. Men tað førir so við sær, at fortreytirnar undir uppgerðini er ikki tað sama í dag, sum tað var í 1985. Tí nú er flakavirki ikki longur allastaðni, har tað var í 1985. Tó er Tórshavnar [...] Tann, sum hugsar um at selja húsini hjá sær, skuldi havt gjørt tað í fjør. Og tann, sum hugsaði um at keypa sær hús í fjør, kann ikki annað enn frøa seg um, at hann bíðaði. Síðani kreppan fyrst í nítiárunum [...] rokár, tí onki ár hava hús í Havn verið so dýr í miðal sum tá. Í 1989 kostaði eini hús í Havn 1.227.363 krónur í miðal. Hinvegin skuldu tey, sum ætlaðu at keypa sær hús, vera úti um seg í 1994, tí tá botnaðu
Bæði fyri høvundin, sum hevur tørv á at vita, hvat lesararnir halda um bókina, og lesandi almenningin, sum fær kunnleika, vitan og fatan av bókmentunum gjøgnum ummælini. Bókmentir, sum ikki verða ummæltar [...] samanhangin á sama hátt sum norðmenn til dømis, sigur Kristiina. Fortíð heldur enn samtíð Mótvegis hinum Norðanlondunum er føroyska mentanin ógvuliga afturlítandi, vit brúka ikki í sama mun orku og pengar [...] boðskapi til lesararnar. Evnið nýtist ikki at vera ein trupulleiki, sum verður viðgjørdur, men tað má vera eitthvørt, sum sigur nakað ella sum tú hevur tørv á at siga. Nógvir høvundar skriva reina fiksjón bara