Føroyar eksotiskar . . .

­ Tað speglast aftur í bókmentunum, at føroyska mentanin er afturlítandi. Kanska er tað eitt slag av veruleikaflýggjan, tá ið bókmentirnar í mestan mun kaga aftur í tíðina, tá ið alt var so gott. Veruleikin hjá føroyingum er kanska øðrvísi enn okkara, men tað er heilt greitt av týdningi at trupulleikar í samtíðini verða viðgjørdir í skaldskapi, siga tær tríggjar Sara, Kristiina og Tiia, ið taka lut á summarskeiðnum á Føroyamálsdeildini, í práti um føroyskt, føroyskar bókmentir og føroyska mentan.

Teir 26 næmingarnir á summarskeiðnum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya koma úr øllum Norðanlondunum umframt Estlandi. Vit hava hitt tríggjar teirra, 24 ára gomlu Kristiina Pöttsepp úr Estlandi, sum hevur lisið norskt á universiteti í Estlandi í tvey ár, 26 ára gomlu Sara Hannibal úr Danmark, sum hevur lisið danskt á universitetinum í Keypmannahavn í seks ár, og 27 ára gomlu Tiia Stranden, sum hevur lisið norðurlendskar bókmentir á Helsingfors universiteti í seks ár. Sara og Tiia eru um at verða lidnar við teirra útbúgving.

Føroyskar bókmentir eru ikki heilt fremmandar í hugaheimi Saru. Hon hevur tikið skeið í føroyskum máli og mentan á universitetinum í Keypmannahavn, har hon hevði Jógvan Isaksen sum lærara.

­ Eg havi lisið saman við fleiri føroyingum og í 1991 var eg í Føroyum og ferðaðist saman við einum føroyingi, ið býr í Danmark, sigur Sara.

Tiia hevur ongan forkunnleika til føroyskt og føroyskar bókmentir yvirhøvur. Tað eru serliga føroysku bókmentirnar, hon heldur vera áhugaverdar, málið kemur í aðru røð.

­ Eg havi altíð hildið, at Føroyar virka so eksotiskar. Mín stóri áhugi er nútímans norðurlendskar bókmentir og har eru føroyskar bókmentir ein partur. Og nú eg eri her kortini kundi eg hugsað mær at skriva eina grein um føroyskar kvinnubókmentir, sigur Tiia.

­ Eg visti als einki um føroyskt, føroyskar bókmentir ella norrønt, men í mínum hugaheimi hava føroyskar bókmentir altíð virkað serligar og Føroyar eksotiskar. Tað er eitt sindur av eini tilvild, at eg kom til Føroya á skeið. Men eg trúgvi, at tað gevur nakað meir at koma til landið, sum vit lesa um, tú fært eina betri fatan av ymiskum viðurskiftum. Eg hevði ikki fingið tað sama burtur úr at lisið føroyskt og føroyskar bókmentir í Estlandi. Føroyska málsøgan er rættiliga áhugaverd, og tá ið eg ætli mær at arbeiða meiri við málsøgu, kann eg brúka nógv at tí eg havi lært her. Norska og føroyska málsøgan hava nógv í felag, tí danskt hevur havt so stóra ávirkan á málini, sigur Kristiina.


Tilvísingar

Á summarskeiðnum verður undirvíst í nýggjari føroyskum bókmentum eftir høvundar so sum Oddvør Johansen, Jens Paula Heinesen, og Gunnar Hoydal. Verk eftir rithøvundar, ið vórðu føddir um aldamótið, verða eisini lisin, til dømis eftir Martin Joensen, William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen.

­ William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen eru teir kendastu føroysku høvundarnir í Danmark. Fyri ein dana er málið hjá Jørgen-Frantz og William so "blomstrandi", tað er ótrúliga vakurt og tað gevur okkum dønum eina nýggja fatan av donskum. Teirra mál er avgjørt danskt, men teir taka brúka orð og orðavendingar, sum vit hava gloymt og ikki brúka longur. Tað er í ein mun gamalt danskt. Men tað føroyska málið liggur goymt í teirra danska máli og í nýtsluni av málinum, tí teir brúka báðir nógv ymisk orðatiltøk og máliskur. Og tað halda vit vera ógvuliga spennandi. Tað er serliga gongdin frá tí gamla til tað nýggja samfelagið, sum verður lýst á sama hátt í donskum og føroyskum bókmentum. Men eg hugsi als ikki um felagseyðkenni, tá ið eg lesi føroyskar bókmentir, sigur Sara.

­ Føroyar eru eitt ógvuliga lítið samfelag og tað setir dám á bókmentirnar. Í Finnlandi eru finsk-svensku bókmentirnar minnilutabókmentir og har eru nøkur felagseyðkenni við føroyskar bókmentir. Har lesa fólk bókmentir fyri at kenna og finna seg sjálv og fyri at lesa um hendingar, tey eru í felag um. Finsk-svensku bókmentirnar eru ikki nógvar og kanska eitt sindur trongar. Tað sum eg eisini haldi vera áhugavert er bókmentakritikkurin, ið næstan ikki er til í Føroyum. Eingin vil kritisera, tí øll kenna øll. Tað sama er galdandi í finsk-svensku fjølmiðlunum, har tað er ógvuliga trupult at fáa fólk at ummæla og kritisera bókmentir. Men vit vita, at tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri bókmentirnar, at tær verða ummæltar av skikkaðum ummælarum, tí tað er trupult at ímynda sær, hvussu tær kunnu vera ummælini fyri uttan. Bæði fyri høvundin, sum hevur tørv á at vita, hvat lesararnir halda um bókina, og lesandi almenningin, sum fær kunnleika, vitan og fatan av bókmentunum gjøgnum ummælini. Bókmentir, sum ikki verða ummæltar, verða avbyrgdar og kunnu tulkast sum ikki verdar at verða kritiseraðar, sigur Tiia.

­ Føroyar og Estland hava tað í felag, at londini bæði hava verið eitt sindur afturlatin. Estland hevur hoyrt til Sovjettsamveldið. Vit eiga ikki so stórar bókmentir sum Vesturheimurin eigur, men nú eg lesi norskar bókmentir havi eg eisini verið varhug við, at tað er trupult hjá einum útlendingi at síggja og fáa eyga á øll frábrigdini í norskum bókmentum. Hóast Noreg er eitt stórt land kenna øll til tey ymsu viðurskiftini á meiri persónligum stigi. Tí fái eg kanska bara brot við burtur úr heildini og fati kanska ikki samanhangin á sama hátt sum norðmenn til dømis, sigur Kristiina.


Fortíð heldur enn samtíð

Mótvegis hinum Norðanlondunum er føroyska mentanin ógvuliga afturlítandi, vit brúka ikki í sama mun orku og pengar til nútíðarmentan sum til fornmentan ­ og virðingin er hareftir. Tær tríggjar Sara, Tiia og Kristiina halda, at tað speglast aftur í bókmentunum.

­ Vit síggja til dømis, at svenskar bókmentir viðgera trupulleikar og vandamál, sum eru uppi í tíðini. Nógvar bøkur verða skrivaðar um incest, anorexia, viðurskifti millum kvinnu og mann, samleikatrupulleikar og tær eru í ógvuliga stóran mun individsentreraðar. So er ikki við føroyskum bókmentum, har er tað meiri søgan og umhvørvið í søguni sum er tað berandi, sigur Tiia.

­ Tað er eitt sindur torført at halda seg nýkritiskt til eitt føroyskt verk. Vit skulu alla tíðina hava fyri eyga, at hesi fólkini í skaldsøguni búgva har og har og eru so og so, bygdin fær kanska eitt annað navn, men fólk kenna hana aftur. Tí er tað trupult at lesa slíkar bókmentir sum sjálvstøðug verk. Har er "Lívsins summar" eftir Oddvør Johansen eitt gott dømi. Vit høvdu heilt aðrar tankar um til dømis bankastjóran Fuglesang, enn tað sum veruliga fór fram, og har fóru vit heilt av leið í okkara gitingum, sigur Sara.

­ Tað er í grundini løgið, at føroyskar bókmentir ikki viðgera samtíðartrupulleikar. Men tað skilji eg kortini, tí samfelagið er so lítið og tað er trupult at finnast at viðurskiftum. Tað er ringt at skriva um stórar persónligar trupulleikar, tá ið øll vita hvør tú ert. Persónliga haldi eg, at tað er meiri áhugavert at lesa bókmentir, sum taka vandamál í samtíðini upp heldur enn at lesa bókmentir, sum eru afturlítandi og tí ofta idylliskar myndir, sigur Tiia.

­ Í eldri føroyskum bókmentum eru nógvar lýsingar av fiskivinnusamfelagnum, glaðum og spælandi børnum, og myndin tú situr eftir við er eitt sindur idyllisk. Men fyri meg, sum búgvi í Keypmannahavn, eru Føroyar idylliskar. Meðan vit hava verið í Føroyum er ein smágenta myrd í Brøndbystrand ­ hon seldi lutaseðlar í økinum, hon búði. Samstundis seldi ein smágenta lutaseðlar í økinum, har eg gisti í Havn og tað nam veruliga við meg, at hon uttan víðari kundi fara inn til grannar og onnur uttan at hugsa stórvegis um tryggleikan. Tað hevur ávirkað okkum nógv, sigur Sara.

­ Møguliga verða trupulleikar í samtíðini viðgjørdir í einum lítlum bólki, í familjuni og millum vinir heldur enn í bókmentum, og tí koma teir ikki út til almenningin, sigur Kristiina.

­ Kanska eru eingir trupulleikar í Føroyum, sum er verdir at viðgera í skalsligum formi. Hinvegin er tað ikki uppgávan hjá bókmentunum, men eg haldi kortini, at tað er av týdningi, at bókmentir viðgera samtíðina. Kanska er tað eitt slag av veruleikaflýggjan, tá ið bókmentirnar bara kaga aftur í tíðina, tá ið alt var so gott. Møguliga viðgera føroyingar trupulleikar á annan hátt enn í bókmentum. Men spurningurin er, hvussu leingi bókmentirnar kunnu halda á at viðgera fortíðina, sigur Tiia.

­ Veruleikin hjá føroyingum er kanska øðrvísi enn okkara. Hinvegin haldi eg eisini, at tað er ein dygd í sjálvum sær, at man er blúgvin og afturhaldin, og at bókmentirnar ikki gerast so persónligar. Danskar bókmentir eru ov persónligar og als ikki merktar av blúna. Sjálvandi er tað undirhaldandi at lesa persónligar bókmentir, men alt nýtist ikki at verða penslað út. Danski frásøguhátturin er ógvuliga opinskáraður og persónligur. Høvundarnir eru ikki langt burtur frá eg-persónum í skaldskapinum. Føroyskir høvundar hava eina heilt aðra frástøðu til tað teir skriva, sigur Sara.

­ Tað er av týdningi at viðurskifti ikki verða forfínað við at okkurt verður tagd burtur. Bókmentir skulu ikki lýsa sannleikan. Tær eru fyrst og fremst estitikkur saman við einum boðskapi til lesararnar. Evnið nýtist ikki at vera ein trupulleiki, sum verður viðgjørdur, men tað má vera eitthvørt, sum sigur nakað ella sum tú hevur tørv á at siga. Nógvir høvundar skriva reina fiksjón bara tí teir hava tørv á og hug til at fortelja, sigur Tiia.

­ Tað er eingin meining við at skriva um tú ikki hevur eitthvørt tú hevur hug at siga. Estlendskar bókmentir viðgera nógv ymisk vandamál, nógv er skrivað um viðurskiftini millum Estland og Russland, men eisini persónligir trupulleikar við happing og øðrum verða viðgjørdir í bókmentum. Fyrr vóru ávís evni ikki loyvd í estlendskum bókmentum, men í dag er alt loyvt, sigur Kristiina.


Ítrótt heldur enn mentan

Sara, Kristiina og Tiia hava lagt til merkis, at ítróttin verður væl stuðlað í Føroyum, og at hon eigur fleiri talsmenn enn mentanin.

­ Tað almenna í Estlandi stuðlar mentanini við nógvum pengum. Nógvar bókmentir verða givnar út og hevur tú nóg mikið av pengum, kanst tú geva út sjálvur. Serliga í Føroyum, sum er eitt so lítið land, er tað av týdningi, at mentan og list verða stuðlað, tí marknaðurin er so lítil. Kanska hongur tað saman við tíð, umstøðum og fíggarkørmum, at tað seinni árini eru komnir fleiri lyrikarar heldur enn prosaistar, sigur Kristiina.

­ Tað sum undrar meg í Føroyum er, at ítróttin verður so væl stuðlað meðan mentanin ikki verður. Men tað kenni eg aftur úr Finnlandi, har stórar ítróttarhøllir verða bygdar meðan mentanin kemur í aðru røð. Tað verður ikki fatað sum ein góð íløga at brúka pengar uppá mentan, tí tað gevur ofta ikki pengar av sær, sigur Tiia.

­ Nógv hendir á mentanarpolitiska økinum í Danmark, men byggilistin til dømis er eftirbátur. At nógvir pengar verða brúktir til mentanina í Danmark hevur ført við sær, at ungir rithøvundar hava fingið umstøður at skriva og geva út, og í 90-unum er ørgrynna av høvundum komnir sær fram. Vit hava fingið ein rithøvundaskúla, sum hevur klakt nógvar nýggjar høvundar, og serliga teir ungu høvundarnir verða stuðlaðir. Statens Kulturfond veitir fleiri og fleiri upphæddir til høvundar, serliga ungar. Verða bókmentir stuðlaðar fara tær at fevna tær yvir eitt breiðari øki, soleiðis at pláss verður fyri fleiri tekstsløgum. Bókmentirnar høvdu heilt sikkurt verðið mentar um tær ráddu yvir fleiri pengum og so høvdu fleiri nútíðarbókmentir verðið skrivaðar, sigur Sara.

­ Nýggjari svenskar bókmentir eru eisini ógvuliga sjálvævisøguligar. Og tað er ikki altíð so áhugavert, tá ið tað verður so persónligt. Tað er stórur munur millum nýggjari svenskar bókmentir og nýggjari føroyskar, sigur Tiia.

­ Í føroyskum bókmentum hevur náttúran ein stóran leiklut, somuleiðis fólkatrúgvin, sum als ikki er til í donskum bókmentum, sigur Sara.

­ Føroyska náttúran er rættiliga avgerandi, eisini í øðrum gerðarmálum og viðurskiftum, sigur Kristiina.

­ Eg trúgvi, at føroyskir høvundar kenna sína egnu bókmentasøgu nógv betri enn aðrir norðurlendingar kenna til sína. Føroyski skaldskapurin byggir á somu tradisjón, meðan ein høvundur úr onkrum øðrum Norðanlandi kann skriva eina bók uttan at kenna til bókmentirnar og tradisjónina í viðkomandi landi. Tí er eisini lættari hjá einum føroyskum høvundi at gera tilvísingar til føroyskar bókmentir. Eitt slag av millumtekstasambandi, har teir ungu høvundarnir tilvitað ella ikki byggja víðari á tað sum er skrivað. Men tað kann eisini av somu grund vera ringt at bróta burtur úr tradisjónini, sigur Tiia.


Tilknýtið millum Føroyar og Danmark ósunt

Á skeiðnum hevur eisini verið høvi at hoyra fyrilestrar um føroyska søgu, samfelagið og náttúru.

­ Vit danir á liðnum sótu bara og bíðaðu, til lærarin fór at tosa um Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmann. Eg skilji á lagnum, at føroyingar hava fingið eina avtalu við Danmark, sum tit eru nøgd við. Vit hava tosað nógv um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í familjuni, har eg búgvi. Sjálvandi er tað ósunt fyri Føroyar at vera bundnar so tætt at Danmark, besta loysnin má vera, at danir blanda seg so lítið sum møguligt í føroysk viðurskifti. Tað løgna og samstundis stuttliga við at vera her uppi er at síggja, hvussu knýtt føroyingar eru til Danmark. Áðrenn kreppuna og bankamálið hoyrdu vit lítið og einki um Føroyar í donsku fjølmiðlunum, men síðani bankakanningin varð almannakunngjørd hava Føroyar verið umrøddar í sjónvarpstíðindunum hvønn dag. Eg haldi tað hevur verið ógvuliga spennandi at fylgja við. Um Føroyar skulu loysa frá Danmark? Tað mugu tit sjálv um, sigur Sara flennandi.

­ Mimi Jacobsen hevur sagt "Hvad skal vi med de skide øer", men í roynd og veru trúgvi eg, at tað verður ein missur fyri Danmark um Føroyar loysa. Mentunarliga trúgvi eg, at vit fáa nógv burtur úr ríkisfelagsskapinum. Eg havi lisið nakrar greinir í donskum bløðum um, hvat vit missa, tá ið tit loysa, og har trúgvi eg, at vit serliga fara at sakna høga støðið í málningalistini og bókmentunum. Vit taka jú eitt sindur av tykkara fjøllum, havi, fuglum til okkum, tí í Danmark er alt so "søtt". Hiðani fáa vit eitt slag av harðlyndi í náttúruni, sum vit ikki hava í okkara.

­ Vit á danska liðnum halda, at Jóannes Eidesgaard er ein hetja, tí hann hevur eitt harðlyndi og eina styrkju í mun til donsku fólkatingslimirnar. Ein dagin fóru vit út í Hornabø á pílagrímsferð at hyggja at húsunum, hann býr í. Tað er sjálvandi í spølni, men vit halda tað er áhugavert at eygleiða ein politikara, sum gongur sína egnu leið og sum heldur fast við sína sannføring. Hann er ikki væl umtóktur millum danskar politikarar, men vit hava gjørt hann til eina útgávu av Che Guevara, sigur Sara.