teimum, sum trúgva upp á ómøguligu møguleikarnar. Svenski málverjin gleið, tá hann skuldi gera seg til at sparka, og so var Bergur sum eitt fok á honum. Hann vann tacklingina, og hóast hann var trýstur av v [...] so fekk hann givið bóltinum seinasta skumpið, og so var B36 á odda. Ein marru-byrjan fyri gestirnar, og eina løtu vóru teir eisini veruliga merktir av hesari. Á rennváta og knortluta vøllinum bar teimum [...] fekk Dennis Sørensen brádliga fatur á bóltinum. Hann setti ferð á frá miðjum vølli, og tá hvørki Pól Thorsteinsson ella Klæmint Matras megnaðu at steðga honum, rundaði hann eisini Jákup Mikkelsen, áðrenn bólturin
Sunnudagin fingu Klaksvíkingar nýtt skip á vágna. Christian í Grótinum er nú liðugur og klárur at fara til fiskiskap. Skipið er bygt í Valdivia í Kili. Haðani fór hann hann til Kopervik í Noregi, har spølini [...] At tað er forkunnugt, at nýtt skip kemur til lands sást á fjøldini, sum var møtt upp á kaiini, at heilsa hesum skipið vælkomnum. Tað var sum á Norðoyarstevnu siga tey úr Klaksvík. Harald Petersen, sum [...] haldi at vit skulu verða nøgdir. Ógvuliga gott skip Reiðarin letur væl at skipinum hann hevur fingið. ? Hesin báturin er størri enn tann gamli. hann hevur størri motor og hevur størri tovkraft. ? Og hetta er
listarfólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum. Soleiðis segði Heðin Mortensen millum annað, tá hann setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar kvøld- ungdóms- og listaskúla [...] frá Beintu og Eyð, kona og dóttir Jákup Strøm, sum andaðist í mars mánaði og var leiðari á Kvøldskúlanum. Hann var hámettur fyri sítt ídni og nærlagni í stóra arbeiðinum at menna Tórshavnar kvøldskúla [...] tykkara á Kvøldskúlanum hevur leingi verið at fáa tað mesta í eina savnandi eind, har møguleikarnir eru góðir fyri øktum virksemi við serskeiðum og opnum verkstøðum. Skúlin hevur prógvað, at hann livir upp
fór at henda tað stóra tá. Vit hava ikki fingið orðið á partarnar aftur eftir samráðingarnar, men Ingebor Vinther væntaði ikki at annað fór at henda á tí fundinum enn, at partarnir fóru at leggja síni sjónarmið [...] Føroya Arbeiðarafelag ongantíð frá aftur og Havnar Arbeiðsmannafelag bar heldur ikki til at semjast um eitt felags grundarlag at samráðast á. Ingeborg Vinther vil ikki út í æsir við, hví Havnar Arbeiðsmannafelag [...] frá tí almenna. Tað sigur Ingeborg Vinther, forvkinna í Føroya Arbeiðarafelag, nú skjøtil er settur á samráðingarnar við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála. Partarnir høvdu sín fyrsta samráðingarfund
tilsamans fari eg at heita á mentamálaráðharran um at skifta handa formannin út úr Mentanargrunninum sum skjótast, tí hann er skaðiligur at hava í grunninum, tá hann misbrúkar okkara pening á sovorðnan hátt og [...] geva út! Men lat tað fara, tí eg síggi á listanum, sum Jústinus hevur viðlagt, at har er so mangt annað, so tað kemur ikki óvart á nakran, at so nógvur peningur fer á skeivar hendur, tí at Mentanargrunnurin [...] bræv til tey sum ikki fáa? Tá vit nú síggja svart upp á hvítt, at ein persónur hevur fingið 800.000 krónur meðan hann hevur starvast sum blaðmaður á Fregnum og kanska eisini havt aðrar inntøkur, so fái
hjá tær eg nú alla tíð blívi væl vardur á sannleikans veg. Ja, tíðin er brátt niður runnin, eg hetta nú viðkennast vil, av Jesusi eri eg vunnin, hans lív og hans deyð kravdi til. Ei, gull ella silvur meg [...] kirkju røkti tú í 40 ár - tá vóru eyguni farin at bila, so tað bar ikki so væl til longur. At koma til Guðs orð lá ógvuliga frammarlaga hjá tær, og á møtum hevði tú altíð ein góðan vitnisburð at leggja fram [...] Minnini liva eftir hjá teimum, ið hava mist Tað kom ikki so óvart á, nú lívstráður tín slitnaði. Vit undraðust mangan , at tú hóraði undan, tí heilsuveikur vart tú frá ungum av, hevði ring lungu og mátti
Carl á Lag úti við Strond. Seinni arbeiddi hon á reinsaríðnum í Tórsgøtu í mong ár. Í 1950 giftist hon við Johannes Jacobsen, ættaður úr Hvalvík. Sama árið fluttu tey í húsini Johannes bygdi úti á Grønlandsvegi [...] komin heilt til Havnar, og hevur hann koyrt teg aftur og fram til vatnið. Nú tú ert í Noregi og ferðast, hevur tú í fleiri dagar verið í summarhúsum á 600 metra hædd á fjalli í Telemørkini. 50 metrar niðanfyri [...] sova. Bønarlisti tykkara hevur alltíð verið langur, og meðan Johannes bað, tók Harrin hann heim. Sorgina hevur tú borið á ein fyrimyndarligan hátt. Tit hittast aftur hjá Jesusi. So skjótt børnini kláraðu seg
. Tað seinasta árið, hann var burtur, var hann bestimaður við Energy, sum Jógvan við Stein førdi. Hann fekk tuberklar og varð lagdur inn á bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har hann andaðist í 1911, ikki [...] nevnd á gravsteininum Á tí næsta steininum stendur bert Elsebeth Malene Arge. Hon var kona Anton Sofus Arge, vanliga kallaður Sofus. Hann er deyður í 1934 og er grivin í gamla kirkjugarði. Hann liggur [...] liggur helst undir liðini á konuni, sum doyði í 1932. Sofus var næstyngsti sonur smiðin Niels L. Arge. Hann var tann einasti av brøðrunum, sum varð búgvandi á Argjum. Hann hevði góðan hug til jarðarbrúk og
tonsum av brislingi í, inn á Kollafjørð. Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at teir hava gjørt eitt so stórt nótakast. Á viðheftu mynd, har Katrin liggur inni í deksbátahavnini á Toftum, noyddust teir eisini [...] fullur, bæði í lastini og á dekkinum. Tavan í Leirvik keypir brislingin, sum í vetur hevur verið bæði stórur og góður. Á Tavuni verður fiskurin kryddaður og lakaður. Síðan verður hann útfluttur til keypara [...] keypara hjá Tavuni, sum sker fiskin, letur hann í dósir, og selur vøruna sum luksusvøru kring heimin. Brislingurin smakkar sera væl og er nógv eftirspurdur uttanlands. Á Tavuni fegnast tey um, at tað ber til
hava havt á skúlanum. Hann heldur, at rættast var, um vit høvdu eitt tekniskt savn í býnum, so til bar at varðveita slíkar lutir undir tryggum umstøðum. ? Tað er so nógv, sum kundi verið savnað á einum slíkum [...] motourin er nú liðugt umvældur. Tá motorurin kom út á Tekniska skúla varð hann partvís sundurtikin, og onkrir lutir vantaðu. Eirikur Simonsen, lærari á Tekniska skúla sigur, at hesir motorar tá í tíðini [...] rin reinur aftur. Nú motorurin koyrir, hava teir mált hann út við nútímans tólunum, teir hava á Tekniska skúl, og tað vísir seg alt at vera í lag, burtursæð frá, at allir tendripropparnir ikki vóru heilt