Tavan í Leirvík hevur arbeitt nakað av brislingi í vetur, og hetta er fiskur, sum eitt nú báturin Katrin, sum er heimahoyrandi í Søldarfirði, hevur fingið við nót. Onkur dagur hevur eydnast heilt væl, og mánadagin hin 14. januar gjørdu teir eitt kast, har teir fingu eini 30 tons av brislingi.
Katrin ber ikki 30 tons, og tí noyddust teir henda dagin, umframt at fylla bátin, eisini at sleipa nótina við fleiri tonsum av brislingi í, inn á Kollafjørð.
Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at teir hava gjørt eitt so stórt nótakast. Á viðheftu mynd, har Katrin liggur inni í deksbátahavnini á Toftum, noyddust teir eisini at sleipa nótina inn í bátahylin við teimum seinastu tonsunum, tí báturin var fullur, bæði í lastini og á dekkinum.
Tavan í Leirvik keypir brislingin, sum í vetur hevur verið bæði stórur og góður. Á Tavuni verður fiskurin kryddaður og lakaður. Síðan verður hann útfluttur til keypara hjá Tavuni, sum sker fiskin, letur hann í dósir, og selur vøruna sum luksusvøru kring heimin.
Brislingurin smakkar sera væl og er nógv eftirspurdur uttanlands. Á Tavuni fegnast tey um, at tað ber til at gagnnýta hetta framúr góða tilfeingið, sum vit hava inni á okkara firðum. Brislingavertíðin er vanliga frá november til seinast í januar, og tað sigst, at veiðan ofta eydnast best eftir kulda og illveður.