Ingeborg Vinther væntar hart stríð

?Vit skulu minst hava somu lønarhækking, sum limirnir í Starvsmannafelagnum fingu, sigur Ingeborg Vinther, nú samráðingarnar við Arbeiðsgevaranar byrjaðu í gjár

 

Sáttmálasamráðingar


? Eg vænti, at tað verður eitt hart stríð. Men vit skulu minst hava somu lønarhækking, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið frá tí almenna.

Tað sigur Ingeborg Vinther, forvkinna í Føroya Arbeiðarafelag, nú skjøtil er settur á samráðingarnar við arbeiðsgevararnar um ein nýggjan sáttmála.

Partarnir høvdu sín fyrsta samráðingarfund í hølunum hjá Vinnuhúsinum í Havn kl. 10 í gjáramorgunin.

Men Ingeborg Vinther væntaði ikki, at tað fór at henda tað stóra tá.

Vit hava ikki fingið orðið á partarnar aftur eftir samráðingarnar, men Ingebor Vinther væntaði ikki at annað fór at henda á tí fundinum enn, at partarnir fóru at leggja síni sjónarmið fram.


Minst 12% í lønarhækking

Ingeborg Vinther vil tískil ikki enn siga nakað um, hvørji krøv, arbeiðararnir fara at leggja fyri arbeiðsgevararnar hesuferð.

Hon vil heldur ikki siga nakað um lønarkrøvini, sum verða hesuferð, tí tey verða løgd fyri arbeiðsgevararnar seinni.

Men hon ásannar, at sáttmálin, sum longu er gjørdur ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, fer at ávirka samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum.

?Tá ið tann sáttmálin varð gjørdur, varð samstundis støðið lagt. Soleiðis plagar tað at vera, sigur Ingeborg Vinther.

Hon sigur, at samanlagt hava limirnir í Starvsmannafelagnum fingið eina lønarhækking uppá yvir 12%, tá ið allir snøklar eru taldir við.

? Men keypiorkan hjá fólkið er versnað so nógv hesi bæði seinastu árini, at skal ein arbeiðari ikki verða verri fyri, enn hann var, áðrenn hesi sáttmálin var gjørdur, skal tímalønin hækkað 15-20 krónur hesuferð, so nógvu eru prísirnir hækkaðir.

Og hóast Ingeborg Vinther ikki vil siga, hvørji lønarkrøvini verða, sigur hon, at tey skulu minst hava somu lønarhækking, sum limirnir í Starvsmannafelagnum hava fingið, tvs, gott 12%.

?Hvussu samráðingarnar annars fara at ganga, dugir Ingeborg Vinther ikki siga, men hon dylir kortini ikki fyri, at hon fryktar fyri einum harðum stríði.


Saman við kvinnunum í Havn

Í hesum samráðingunum verður tað Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum samráðast í felag við arbeiðsgevararnar.

Arbeitt varð annars fram ímóti, at hesuferð skuldu øll feløgini, tvs., Føroya Arbeiðarafelag, bæði feløgini í Klaksvík og bæði feløgini í Havn, ganga saman og samráðast í felag við Arbeiðsgevararnar.

Men Ingeborg Vinther sigur, at feløgunum úr Klaksvík hoyrdi Føroya Arbeiðarafelag ongantíð frá aftur og Havnar Arbeiðsmannafelag bar heldur ikki til at semjast um eitt felags grundarlag at samráðast á.

Ingeborg Vinther vil ikki út í æsir við, hví Havnar Arbeiðsmannafelag ikki er við.

Men tað er ongin loyna, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag sita ikki væl um sátt. Seinast hevur stríðið um arbeiðsmenninar í Kollafirði oyst enn meiri bensin á tað bálið. Arbeiðsmenninir í Kollafirði hava leingi verið limir í Føroya Arbeiðarafelag, men nú Kollafjørður kom upp í Tórshavnar Komunu, vil Havnar Arbeiðsmannafelag hava teir til sín.

Sostatt fara Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag einaferð enn at samráðast saman. Tað gjørdu feløgini bæði eisini, seinast sáttmálasamráðingarnar vóru, og Ingeborg Vinther letur sera væl at tí samstarvinum.