at geva loyvi til verkætlan hjá einum sjálvbodnum áhugabólki v/ J. P. Gregoriussen o.ø., um umbygging av Kirkjubømúrinum. Fornminnissavnið og sakkønu tess hava mælt frá at geva loyvi til verkætlanina hjá [...] gjørdar. Annað varðveitingarstig: Við hugskotskapping eigur at verða funnið fram til eina varandi loysn á verndarspurninginum, soleiðis at Múrurin verður vardur móti framhaldandi niðurbróting frá veðurlagnum [...] ætlanin hjá áhugabólkinum at umbyggja Múrin til ein brúksbygning fyri tað fyrsta stríðir ímóti lógini um friðan av fornminnum. Fyri tað annað hevði ætlanin verið til skaða fyri Múrin sum fornminni. Undirvísingar-
eg gingið til træsmíð, umframt at eg havi gingið til russiskt, spanskt og enskt mál, sigur Joan. Harnæst hevur hon handilsskúlaprógv og prógv í leiðslu og samskifti, og hevur eisini gingið til seyming. [...] vilja gera á sjúkrahúsøkinum í Føroyum. Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkini Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkið, men til tey sjúku. Har skulu vit øll fara at fáa viðgerð og røkt, um vit [...] arbeitt sum sjúkrasystir í 11 ár, tá hon varð vald til forkvinnu í Sjúkrasystrafelagnum, ið telur 699 limir. Hóast stóra ávirkan sum formaður í einum fakfelag, og hópin av arbeiðsuppgávum, vil Joan Ziskason
kann klára seg sjálvt?« Í einum øðrum høli vóru einastandandi vakrar vovnar myndir og fotomyndir frá einari tíð, tá ið fleiri hundrað føroyingar við áttamannafari á bakinum fóru til Grønlands at fiska. »Kann [...] hugsaði »Hvat er hetta fyri fólk, sum ger slíkt?« Í einum høli vóru at síggja alskyns skyggandi tinnur lagdar í silvur, broðeraðir dúkar, kviltaði teppi, og annað, sum eg ikki veit navnið á. »Er hetta eitt fólk [...] sjálvt?« Har vóru so mong listaverk at skoða, at ikki kunnu tey øll verða nevnd. Men tað, sum har kom til sjóndar, ger meg bara enn meira sannførdan um, at tað fólk, sum her býr, hevur gávur og skaparevni
við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hava víst hvat teir duga til, nevniliga at søplað burtur málið um endurgjald frá dønum fyri handfaringina av bankabjargini, leggja teir báðir Eilif Samuelsen [...] At hevnd løgmansins til sítt egna valfelag, skal fáa so stóran týdningi fyri alt Føroya land, er at misbrúka valdið sum hesin hevur fingið litið upp í hendi og vit kunnu ikki annað enn taka undir við [...] sjálvrannsakan ikki vil siga fólkinum frá hvør hesin verður fyrr enn eftir eitt løgtingsval. Tí er tað av so stórum týdningi, at Javnaðarflokkurin kemur sterkur úr einum løgtingsvali, so vit kunnu uppbyggja
land frá Tjóðveldisflokkinum. Fólkaflokkurin er brotnaður av um miðjuna tjóðskaparliga, og roynir nú onkur teirra, sum myndar flokkin, at fáa orðaskiftið vent frá spurninginum um loysing samband til ein [...] nógv hóvasták burturúr, tí veljarin hevur ikki kravt annað av teimum, enn trygdina fyri at blokkurin kemur hendavegin í 12 eins stórum pørtum á hvørjum ári. Men nú er broytt hesum viðvíkjandi, tí leiðari floksins [...] Tað eigur ikki at vera nakar spurningur, hvørjum flokki tú skal stuðla til løgtingsvalið komandi og í framtíðini. Tað er sjálvsagt Tjóðveldisflokkinum, tí hann er einasti flokkur her á landi, sum hugsjónarliga
aðra staðni, stava frá Múrinum og teir eiga at koma aftur í Múrin. Tað er vanvirðiligt, at til dømis Kirkjubøstólarnir, sum koma aftur til Føroya í ár, skulu í eitt trotabúgv av einum møblahandli í varðsveitslu [...] hevur mælt til, og í aðru atløgu verður ein arbeiðsbólkur sett at fyrireika hugskotskapping við tí endamáli at finna fram til eina varandi loysn. Avgerðin úr Landsstýrinum byggir á tilráðingar frá Føroya [...] Patursson. Fornminnissavnið og sakkønu tess hava mælt frá at geva loyvi til verkætlanina hjá áhugabólkinum í Kirkjubø, har Múrurin verður bygdur um til brúksbygning. Sambært teirra sannføring stríðir tað
"talvoman". Tosaði til tíðir um lítið annað. Móti vári 1962 kundi hann tó spyrja meg um Vestmanna, sum eg kendi líka væl frá ferðum norðuri hjá abba og ommu, sum hann kendi Nólsoy. Orsøkin til forvitnið og spurnið [...] ja enntá frá einum komandi liði av telvarum frá høvuðstaðnum. Pressararnir í Vestmanna høvdu vunnið. Sum barn á vitjan hevði eg altíð fingið at vita, at tað skuldu minst fimm havnarmenn til at taka ein [...] eisini í hornorkestrinum saman. So vit kendust væl. Minnist ikki annað frá hesum dammspølum, enn at vit plagdu at vinna og tapa hvørt um annað. So eitt kvøldið gjørdu vit av at telva. Dugdu gott og væl ma
Inni á Gøtu verður til ansingarpláss hin helvtin fer til umsiting og annað. Hvaðani felagið hevur hesi vrongu tíðindi veit eg ikki. Felagið heldur at barnagarðurin skuldi verði bygdur til 60 - 80 børn heldur [...] er til 40 barnagarðsbørn og sigur at býráðið oyðslar við plássinum. Her er als ikki talan um umstitingarhølir. Býlingahúsið inni á Gøtu verður bygt til 42 barnagarðsbørn umframt eina spælistovu til Da [...] Býlingahúsinum inni á Gøtu, sum skal rúma spælistovu til 20 børn. 249 nýggj pláss eru komin Í einum føri hevur felagið rætt. Tað er tá útspælið frá kommununi um at útbyggja við 30 plássum um árið í 10
Tað er stórur munur á støðuni í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Fólk hugsa nógv meiri um umhvørvi í dag. Skúlaflokkar spyra javnan eftir upplýsingartilfari til uppgávur og eg havi varhugan av, at tey [...] seldir útaftur. Umframt tekur IRF spillolju frá skipum og virkjum regluliga. ? Vit lýsa í fjølmiðlunum, nær Hvørvurnar koma. Húsarhaldini í økinum fáa saman við einum grønum posa at lata burturkastið í, upplýsingar [...] sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. IRF brúkar eina millión krónur um árið til Hvørvutænastuna, upplýsing og annað. ? Vit kunnu ikki leggja størri fíggjarbyrður á kommunurnar. Hin møguleikin er b
keypt flakavirkið í bygdini aftur frá Føroya Fiskavirking. Í einum ógvuliga stuttorðaðum tíðindaskrivi beint fyri páskir varð kunngjørt, at Fiskavirking hevði selt einum felag á Eiði virkið. Keypsprísin [...] partarnir samdir um ikki at upplýsa. Men frá góðum keldum á Eiði hava vit fingið at vita, at prísurin er umleið fýra milliónir krónur. Tað er partafelagið frá 18. oktober 1997, við undirheitinum Norðís [...] Men fyribils hava vit mett, at krøvini frá HFS verða hvørki serliga umfatandi ella serliga dýr. Men alt tekur sína tíð so fyrstu tíðina fer helst ikki at bera til at taka ímóti fiski, sigur nevndarformaðurin