Føroyingar størri tilvit um umhvørvi

Hvørvurnar hjá IRF í Leirvík verða skjótari fyltar í dag enn tá ið skipanin byrjaði fyri tveimum árum síðani ? eitt tekin um eitt størri umhvørvistilvit millum fólk

At føroyingar eru farnir at hugsa meiri um, hvat tænir umhvørvinum best, sæst á rúgvismikla burturkastinum, ið verður latið í bingjurnar hjá IRF, Hvørvurnar. Í fjør vórðu 97 tons av vandamiklum burturkasti koyrt í bingjurnar ímóti 79 tonsum árið fyri. Og longu nú eru ábendingar um, at meiri enn 97 tons av vandamiklum burturkasti verður latið IRF at viðgera í ár.

? Tað er stórur munur á støðuni í dag í mun til fyri fáum árum síðani. Fólk hugsa nógv meiri um umhvørvi í dag. Skúlaflokkar spyra javnan eftir upplýsingartilfari til uppgávur og eg havi varhugan av, at tey fáa størri frálæru á økinum í dag, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Gamla skipanin við teim grønu posunum, sum fólk skuldu lata vandamikið burturkast í, virkaði ikki nóg væl og tí fór IRF fyri tveimum árum síðani undir núverandi skipanina. Tvær Hvørvur eru í landinum og um várið og heystið standa tær á ávísum økjum í landinum. IRF hevur eina avtalu við Statoil um at hava tær standandi á teirra øki ein mánaða í senn. IRF hevur ein Hvørvubil og umhugsar at keypa fleiri bingjur. 32 bingjupláss eru í Føroyum, sum kommunurnar hava gjørt til tað, ið brennur og ikki brennur. Á nøkrum plássum stendur ein spilloljutangi og hann verður nógv brúktur. Í fjør fekk IRF 1264 rúmmetrar av spillolju og 555 vórðu seldir útaftur. Umframt tekur IRF spillolju frá skipum og virkjum regluliga.

? Vit lýsa í fjølmiðlunum, nær Hvørvurnar koma. Húsarhaldini í økinum fáa saman við einum grønum posa at lata burturkastið í, upplýsingar um tiltakið. Fólk sleppa av við burturkastið ókeypis og nøgdirnar økjast í hvørjum, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

IRF brúkar eina millión krónur um árið til Hvørvutænastuna, upplýsing og annað.

? Vit kunnu ikki leggja størri fíggjarbyrður á kommunurnar. Hin møguleikin er burturkastgjaldið, sum vit hava arbeitt við í eina rúma tíð. Tað merkir, at eitt gjald er íroknað í vøruni, sum skal viðgerðast og at tað er brúkarin, ið rindar tað gjaldið, sigur Poul Andrias Joensen.

? Vit arbeiða við eini skipan fyri virkir. Tað er ein sannroynd, at ov lítið kemur frá virkjunum og tað kann hugsast vera tí, at tey skulu rinda fyri tænastuna.


Akkumulatorar

Vandamikið burturkast er eitt nú alt úr kyksilvri, fotoveskur, spreydósir, málingarrestir, og battaríir.

? Tey nýggju battaríini, ið verða framleidd í dag, eru ikki gjørd úr tungmetal, men vit vita, at nógv av tí gamla slagnum enn er á marknaðinum. Tí heita vit á fólk um at lata øll sløg av battaríum í bingjuna nøkur ár afturat, sigur Poul Andrias Joensen.

Nógv tann størsti parturin av tí, fólk lata inn til viðgerðar, er akkumulatorar, í fjør ikki minni enn 79 tons av teimum 97. Fólk seta teir á staðið, har bingjurnar standa uttan kostnað og tað hevur verið gjørt øll árini.

Tveir triðingar av Føroya fólki eru knýtt at tænastuni hjá IRF ella 28.069 fólk. IRF hevur samstarv við KOB á Sandvíkarhjalla, ið tekur ímóti frá restini frá Føroya fólki, um upplýsingartilfar og Hvørvurnar.


Burturkastgjald

Ætlaða lógaruppskotið um gjald á burturkasti var ikki í rúgvuni av uppskotum, ið varð borin í løgtingið, áðrenn síðsta innlatingardag hóast landsstýrismaðurin í umhvørvismálum hevði lovað IRF tað. Tað kostar at hava eitt reint umhvørvi og burturkastgjaldið er ein háttur at fáa pening til at beina fyri burturkastinum. Endamálið við lógini er at fyribyrgja dálking við at skapa fortreytir fyri innsavnan, endurvinning og umhvørvisligari skynsamari viðgerð av serliga dálkandi burturkasti, oljuburturkasti og jarn- og metalburturkasti. Eitt burturkastgjald verður ásett á innflutning og framleiðslu av ávísum vørum. Peningurin, ið fæst burtur úr hesi ætlanini, skal fíggja innsavning og viðgerð av áður nevndu bólkum.

Í uppskotinum liggur eisini, at fólk kunnu lata brennistøðnunum dálkandi burturkast og fáa pening fyri tað. Á henda hátt kundu vit sloppið undan gomlum, rustaðum bilum, traktorum, og øðrum lutum, sum l