veruleikin er, at ongin mótstøða er í Íslandi ímóti arvagransking. Har hevur ongin ivast í, at arvagranskingin skal fara fram. - Tað, sum hevur elvt til nógv kjak í Íslandi er, at DeCode hevur nú biðið [...] arvagransking í Føroyum sostatt kundi tænt trimum endamálum: -Hon kundi hjálpt til at loyst gátuna um ymsar sjúkur, sum í dag eru ólekiligar. - Hon kundi verið til at bygt upp eitt granskingarumhvørvið í Føroyum [...] granskingarumhvørvið í Føroyum á hesum øki, kundi ført til nógvar aðrar fyrimunir. - Vit høvdu t.d. fingið eitt sterkt laboratorii-umhvørvið í Føroyum, sum kundi verið hornasteinurin í nógvari aðrari gransking
hesi bindini vóru í fyrstu syftu goymd á amtsskrivstovuni í Havn, og her man ivaleyst vera rætt at nýta orðið goymd, tí plássið var so mikið lítið, at meginparturin varð lagdur niður í kistur ella á einhvønn [...] eyðsæð, at nógv ráddi um at fáa eina betri skipan í lag, og á ólavsøku 1828, - v.ø.o. í ár fyri 170 árum síðan, tá ið embætismenninir, sum siður var, hittust í Havnini, varð viðtikið eftir áheitan frá Tillisch [...] útlánshøli. Sjálvt útlánið var tá flutt út á Reyn í tey gomlu fútahúsini, meðan lesistovan og goymslan framvegis vóru verandi í teimum gomlu húsunum í Quillinsgarði. Tær fíggjarligu umstøðurnar vóru soleiðis
skúlan í teimum deiligu og friðarligu umstøðunum, sum vit hava hann nú. Eg vóni, at tað verður undirtøka í fíggjarnevndini at lata projektið við støði í einum nýggjum Studentaskúla í Hoydølum fara í gongd [...] skúli í Hoydølum kemur sum sagt at liggja um 109 mill. Ein nýggjur skúli í Marknagili kemur í núverandi tíðum at kosta 150-160 mill, + alt tað som longu er burturspilt til projektið um skúlan í Hoydølum [...] úla. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin. Hann var í sínari tíð gjørdur til 300 næmingar, hann hýsir nú meira enn 600 næmingum. Dømir kunnu nevnast: Kloakkskipanin er av áðurnevndu grundum í so ringum standi
við fíggjarlógaruppskotinum, og tað sigur seg sjálvt, at limirnir í nevndini ikki sleppa út í æsir í øllum málum, sigur Rúna Sivertsen. Í dag verður fyrsta viðgerð av lógaruppskoti, sum Helena Dam á Neystabø [...] lagt fyri løgtingið, verður tað vanliga beint í nevnd eftir fyrstu viðgerð. Øll fíggjarlógin til dømis, sum fatar um hvønn krók í samfelagnum, fer bara í fíggjarnevndina. Tað er hetta, Rúna Sivertsen, [...] mál er sera umfatandi og samansett og krevur eina gjølla viðgerð í trivnaðarnevndini og kanska eisini í mentanarnevndini, áðrenn tað kemur í fíggjarnevndina. Vit vóru nøkur, sum beinanvegin søgdu, at vit
aftur. - Lýrikkurin er væl umboðaður í føroyskum bókmentum, og hann er væl í tráð við yrkingarlistina í útlondum. Tað sum eg sakni í Føroyum er kritikkur og vegleiðing. Í Danmark hava forløgini vegleiðing [...] Yrkingarnar eru um tómrúmið, tá ið tú stendur við einum beini í Danmark og einum í Føroyum. At vera føroyingur í Danmark er gjøgnumgangandi tema í yrkingunum, sigur Oddfríður Rasmussen. Oddfríður hevur eisini [...] siga í løtuni. Men hann ætlar sær ikki at vera verandi í Danmark. - Eg hopi, at Rithøvundaskúlin fer at geva mær stórt innlit í bókmentir, læra meg at tulka tekst, og verða meiri sjálvkritiskur í míni
hondbóltinum í høvuðsstaðnum. Nú er avgjørt, at ein nýggj ítróttarhøll skal byggjast afturat skúlanum í Hoyvík, og nú verður eisini farið undir at gera ein grasvøll til altjóða fótbólt í Gundadali. Alt [...] eru eisini svimjihylar í Eysturskúlanum og í Argja Skúla. ? Vit svaraðu beinanvegin aftur, at hetta hevði í øllum førum verið ein hjálp, tí vit kundu brúka skúlarnar til teir yngru svimjararnar, sigur [...] Alt hetta munnu flestu fólk í Havn fegnast um, og tað ger Kári Hentze eisini. Hann er formaður í Havnar Svimjifelag, sum verður granni hjá nýggja grasvøllinum, ið skal gerast. Hann unnir væl hoyvíkingum
Hagin, sum í gjár skartaði í gulum, brúnum, gráum, liggur hvítur og blankur, innrammaður í eitt lítið vindeyga. Myndin er vovin saman við ráki um Stongina og litbrigdum í fjørðinum. Hon er »suveren«, [...] Mánaðirnir eru vorðnir tjúgu í tali. Nú kavar hann aftur av møkum. Rossini niðri í dalinum standa í einum trunka og snara øll í somu ætt. Fjørðurin er horvin og hagamyndin kám. Eg síggi klárari og klárari mína [...] einastandandi, fræls, hvílir í sær sjálvum. Myndir hava tað við at koma og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler
sigur Essa Petersen, sum varð valdur í nevndina, saman við Edmund Nielsen í Skopun og Sverra Petersen á Sandi. Eisini fiskakeyparar eru vælkomnir at seta pengar í felagið. men teir kunnu ongantíð fáa [...] gera um seg í føroysku fiskivinnuni. Fríggjadagin varð smápartafelagið ?Sjótorgið? stovnað við umleið 200.000 í partapengum. Men tað verða framvegis partapengar teknaðir. Høvuðspartaeigararnir í nýggja felagnum [...] uppboðssølan fer til verka um mánaðarskiftið november-desember. ? Í fyrsta umfari verða deildir beinanvegin settar á stovn í Skopun og á Sandi í eini royndartíð. Men síðani er ætlanin at skipa deildir ymsastaðni
Mánaðirnir eru vorðnir tjúgu í tali. Nú kavar hann aftur av møkum. Rossini niðri í dalinum standa í einum trunka og snara øll í somu ætt. Fjørðurin er horvin og hagamyndin kám. Eg síggi klárari og klárari mína [...] og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið niðri í Jónasi Broncks. Tað [...] frá arbeiði og riggaði illa í kondiklæðum og Nike-skóm, men Ása, yvir henni var stílur sum altíð! Ein flottur fulltrúi í drakt, frakka, hatti og blankum svartaskóm. Við stavi í hond og giktini hamrandi gjøgnum
enn í næsta ár, so eru fakfeløgini kortini so smátt farin at gera vart við seg. Í farnu viku kom fram, at Starvsmannafelagið ætlar sær at fáa lønarhækkingar við í nýggja sáttmálan, sum skal koma í gildi [...] skal vera betri at liva í Føroyum. -Kunnu fakfeløgini ikki fáa lønarhækkingar í góðum tíðum, nær skulu tey so fáa tær? -Ein má minnast til, at hóast lønirnar eru tær somu sum í 91, so er keypiorkan munandi [...] búskaparfrøðingarnir, at vit høvdu bøtt um okkara kappingarføri í mun til okkara veruligu kappingarneytar í Íslandi og Skotlandi við kanska 25% í hesum tíðarskeiðnum. Hetta heldur løg-maður vera rættiliga avgerandi