Hetta hevur verið ein góð vika hjá bæði fótbóltinum og hondbóltinum í høvuðsstaðnum. Nú er avgjørt, at ein nýggj ítróttarhøll skal byggjast afturat skúlanum í Hoyvík, og nú verður eisini farið undir at gera ein grasvøll til altjóða fótbólt í Gundadali.
Alt hetta munnu flestu fólk í Havn fegnast um, og tað ger Kári Hentze eisini. Hann er formaður í Havnar Svimjifelag, sum verður granni hjá nýggja grasvøllinum, ið skal gerast.
Hann unnir væl hoyvíkingum eina ítróttarhøll og fegnast eisini um, at Havnin nú fær ein grasvøll. Men hann hevur eitt hjartasuff kortini.
? Áðrenn summarfrítíðina søkti Havnar Svimjifelag til býráðið um at fáa fleiri venjingartímar í svimjihøllini, greiðir Kári Hentze frá.
? Tá fingu vit svar aftur frá býráðnum, sum skuldi kanna, um tað ikki bar til hjá HS at sleppa inn á skúlarnar at venja.
Umframt í svimjihøllini eru eisini svimjihylar í Eysturskúlanum og í Argja Skúla.
? Vit svaraðu beinanvegin aftur, at hetta hevði í øllum førum verið ein hjálp, tí vit kundu brúka skúlarnar til teir yngru svimjararnar, sigur Kári Hentze.
Síðani tá hevur Havnar Svimjifelag einki hoyrt aftur frá býráðnum, hóast felagið síðani hevur vent sær til bæði mentanarnevndina og býráðsformannin.
? Tí helt eg tað vera eitt sindur hugstoytandi, tá eg í útvarpinum hoyrdi, at býráðið nú játtar pening til bæði grasvøll og ítróttarhøll, sigur formaðurin í Havnar Svimjifelag.
Hann vísir á, at sum nú er, hevur HS ein stóran trupulleika, tí felagið ikki kann taka ímóti øllum, sum vilja vera limir og venja við felagnum.
? Sum nú er, mugu vit siga nei til tey, sum venda sær til okkum, og tað er sera spell. Men tað gerst ikki annað, tá vit í løtuni t.d. hava eitt lið við 36 svimjarum, sum hevur eina geil at venja á, sigur Kári Hentze.
? Sum eg skilji á býráðnum, er hetta ikki ein spurningur um pengar, men meira eitt prinsipp, sum sigur, at svimjihøllin í so stóran mun sum gjørligt skal vera opin fyri almenninginum, og tað skilji eg væl. Men hjá okkum er støðan sera trupul. Oyggjaleikirnir nærkast, og eftir røttum skuldu svimjararnir, sum skulu við til leikirnar, venja nógv júst nú, men tað kunnu teir ikki, tí hylurin er so nógv upptikin, sigur hann.
Havnar Svimjifelag hevur upplivað eina risastóra tilgongd í seinastuni, og tá felagið fyrstu ferð skrivaði til býráðið beint áðrenn summarfrítíðina, var tað tí, at felagið longu tá kundi síggja, at tað ikki fór at bera til hjá øllum at venja, og at felagið tí at enda noyddist at siga nei við fólk, um felagið ikki fekk fleiri venjingartímar.
HS hevur gjørt eitt gott nevndararbeiðið í seinastuni, og roynt verður at halda teimum evnaríkastu svimjarunum til eldin við at senda teir at luttaka í kappingum uttanlands. Men nú noyðist Havnar Svimjifelag altso at siga nei, tí tað ikki er pláss fyri fleiri svimjarum.
Vit fingu tíverri ikki nakra viðmerking frá býráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar, um, hví Havnar Svimjifelag einki hevur hoyrt aftur um umsóknina at fáa fleiri venjingartímar í høllini ella fáa tímar í skúlunum.