almennum føroyskum oljufelag, sum skuldi havt optión í øllum givnum loyvum. Og júst soleiðis ljóðaði uppskotið, sum ein minniluti í vinnunevndini skjeyt upp: »Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta [...] ksins Beint fyri jól í 1992 skrivaðu Atli Dam og Poul Schlüter undir avtaluna, sum gav okkum rættin til ráevnini í føroysku undirgrundini. Og hetta var samstundis byrjanin til ein møguleika ? byrjanin [...] so eydnaðist at fáa hetta stórmál loyst úr lagdi í sátt og semju. Og einki er at ivast í, at breiða politiska undirtøkan hevur ført við sær virðing í útheimi. Vit vístu, at føroyingar vildu, at hesin
ar her. Krøvini fyri at sleppa upp í part eru strong, tá tað snýr seg um orðhaldni, góðsku, umhvørvisvernd og arbeiðaravernd, og sloppin upp í part er hvør dagur ein avbjóðing at gera títt besta og eitt [...] samfelagsmenning og ikki eitt skifti liva í sús og dús og beint eftir hava stórar búskaparligar kreppur at dragast við. Oljan skapar valla støðufesti í føroyskum búskapi. Í hesum døgum mótmælir lastbilavinnan [...] olju. Í báðum støðum verður lagt eftir oljuavgjaldinum, heldur enn eftir tí framleiðsluavmarking, sum OPEC-londini hava sett í verk, og øðrum politiskum og vinnuligum forðingum fyri frælsum marknaði í oljuvinnuni
seinastu grein tína, har tú so sáttarsemjanndi í byrjanani leggur fyri við at siga við meg, at nú mugu vit tosa saman sum virðiligir menn fyri síðan í endanum í somu grein at leggja meg undir bæði líkt og [...] politiskt frælsi, so liggur tú nú mitt í politiska dunnuhylinum og blakar við runu. Tú veitst fullvæl, hvar tú hevur meg, og hvar tú hevur Føroya Javnaðarflokk í ríkisrættarliga spurninginum. Men tá tú [...] Hetta er ótrúliga lágt og lítið virðiligt fyri ein mann, sum hevur sett sær sum mál at leiða tjóðina gjøgnum loysingina. Hetta er manipulatión og villeiðing í stórum stíli. Tað kann bert takast sum prógv
Stongunum í Klaksvík hjá Lisu og Eliseus Jacobsen. Mása er ættað úr Árnafirði, men hon vaks upp á Stongunum hjá Marit og Reinhold Jacobsen. Jógvan hevur í mong ár havt prentstovu í kjallaranum í heiminum [...] havt sína gongd í Betesda, og tað er har, at tey í kvøld hava vælkomst veitslu. Gullbrúdleyp í Havnini Síðsta leygardag, 21. oktober, høvdu hjúnini Judith og Osvald Kjærbo í Havn verið gift í 50 ár. Tá tey [...] inn í nýggj hús úti í Grønlandi, har nógv hús vórðu bygt í fimti árunum. Tey bæði hava øll árini búð í J. Nolsøesgøtu 17. Judith og Osvald eiga fimm døtrar. Tær báðar elstu, Anna og Katrin, búgva í Havnini
Í dag er 1. november, allahalganna dagur og tað er minningardagur teirra sjólætnu. Sum gamalt er, verða minningarhald kring alt landið í dag, bæði í kirkjum og við minnisvarðar yvir tey sjólætnu. Fáar [...] november í fjør, eru seks føroyingar deyðir á sjónum. Tey eru: Frans Jacobsen úr Norðragøtu, 74 ára gamal, fórst við Dabba á Gøtuvík. 5. november í fjør. Kim Holm av Tvøroyri, 32 ára gamal, búsitandi í Grønlandi [...] gekk burtur við báti í Grønlandi 13. Apríl. Benjamin Clementsen á Sandi, 45 ára gamal, doyði við norska bátinum Persfjord 8. mai. Heri Mellemgaard úr Klaksvík, 34 ára gamal, búsitandi í Sønderborg, sló út
Skála, tí búgva tey nú í økinum, har tey eru uppvaksin og hava familju, vinir og kenningar. - Eg kenni øll fólk yvir sjey ár í mínum prestagjaldi, og tí eri eg í grundini eisini ein avvarðandi, tá fólk doyggja [...] allar hugsandi mátar. Vit hava mist fólk í bestu árum av vanlukkum og sjúkum, og vanlukkurnar á sjónum hava rakt okkum hart, sigur Jógvan Fríðríksson. Í dag er dagur teirra sjólætnu, og kring alt landið minnast [...] -Hetta er ein góður siður, tí sjálvandi skulu vit minnast tey, sum doyggja á og við sjógvin. Vit eru ein tjóð sum livir av havinum, og havið er eisini allastaðni rundan um okkum. Hetta skal verða ein sorgblíður
vit siga, at hetta er ein av teirra arbeiðsuppgávum, men hinvegin eiga vit at geva okkum fær um, hvussu stór og álvarslig og torfør henda uppgáva í veruleikanum er. Einki nýtt er í tí, at prestur alt tað [...] Orð - talað ella skrivað - hava sjálvandi týdning í einum slíkum føri, men eru slík nóg mikið til tess at grøða øll sár kundi verið spurt! Í blaðnum Alhalgannadag er sera áhugaverd og góð samrøða við prest [...] hugsan um eitt so viðkvamt mál. Og latið okkum nú aftaná 1. november leggja okkum í geyma og taka til eftirtektar, hvat ein av prestum okkara veruliga hevði uppá hjartað. Hann eftirlýsti einum samstarvi millum
tann 25. oktober 2000 fer at vera ein minniligur dagur í føroysku søguni. Tá hevði danski forsætisráðharrin boðað landsstýrinum frá, at hann ikki helt, at føroyingar vóru ein tjóð. Føroysku andstøðuflokkarnir [...] greiðu orðunum í heimastýrislógini um at vit eru ein tjóð. Samstundis sigur Nyrup, at eru vit ikki samdir um alt, so eru vit ikki samdir um nakað! Vanliga reglan er, at verður ein áseting í einum sáttmála [...] okkurin fór at fegnast um, at hann nú hevði fingið ein viðhaldsmann á hægstu rók í danska statinum. Men hvat hendi? Edmund Joensen vísti seg sum ein rættan mann og gekk beint ímóti tí sum danski forsæ
verið sjómansprestur í Onglandi, prestur í Føroyum, útvarpsmaður og landsstýrismaður. Hann hevur í nøkur ár verið prestur hjá føroysku meinigheitini í Keypmannahavn, sum heldur til í Samuelskirkjuni á Nørrebrúgv [...] urguna. - Hetta er ein gomul/nýggj urga, sum hevur staðið í Angelholm Kirke í Svøríki. Tað er ein danskt bygd urga og tað er Hemmersham, ið hevur bygt, og hann hevur bygt nógvar urgur í Føroyum, men so vítt [...] pælir enn, urgan í Ebebezer í Havn, greiðir Bergur Jacobsen frá. - Hann var ein meistari til pípurnar, men ikki tøknina. Og í hesi urguni hevur hann bert gjørt pípurnar og hetta er ein urga við 34 røddum
at skúlabygningarnir eru einki broyttir síðani síðst í sjeyti árunum, tá ið niðari skúlin, Nýggi skúli, var tikin í brúk. Tá var skúlin ætlaður til ein vanligan bygdarskúla, men síðani er eisini framhaldsdeild [...] verður jørðarbeiði í samband við útbygging av Argja skúla hervið boðið út alment. Arbeiðið umfatar útgraving og planering. Arbeiðið er ætlað at byrja medio februar 1989. Síðsti dagur at biðja um útbjóð [...] verður at flyta á konto 440.344.9 í Føroya Banka ella at senda sum krossaður kekkur, áðrenn útbjóðingartilfairð verður útflýggjað. Seinasta freist at seta fram spurningar í sambandi við útbjóðingartilfarið