Orð - talað ella skrivað - hava sjálvandi týdning í einum slíkum føri, men eru slík nóg mikið til tess at grøða øll sár kundi verið spurt! Í blaðnum Alhalgannadag er sera áhugaverd og góð samrøða við prest um nettupp hetta at missa, um sorgina og um hvussu lívið kann verða hjá teimum, sum mist hava.
Tað er hugvekjandi lesnaður at hoyra prest úttala seg so ærliga og inniliga um eitt so eymt og tó, eitt so náttúrligt mál sum hetta við sorg og missi.
Tað gongur upp fyri einum, hvussu torfør uppgávan at troysta og stuðla er hjá eitt nú okkara prestum. Sjálvandi kunnu vit siga, at hetta er ein av teirra arbeiðsuppgávum, men hinvegin eiga vit at geva okkum fær um, hvussu stór og álvarslig og torfør henda uppgáva í veruleikanum er. Einki nýtt er í tí, at prestur alt tað vit vita um hevur havt til arbeiði at fara við deyðsboðum til tey nærmastu. Men hetta hevur líkasum verið eitt tabuevni, tvs. nakað, sum man ikki tosar um. Nettupp tí er tað gott prestur nú stígur fram og sigur sína inniligu hugsan um eitt so viðkvamt mál.
Og latið okkum nú aftaná 1. november leggja okkum í geyma og taka til eftirtektar, hvat ein av prestum okkara veruliga hevði uppá hjartað. Hann eftirlýsti einum samstarvi millum fleiri fólk, stovnar ella felagsskapir, sum meira medvitað kann taka sær av hesum við sorgini. Og í hesum sambandi nevndi hann eisini tað meira ítøkiliga, um at einkjur, sum sita eftir við nógvum børnum, umframt at hava sorgina at dragast við, ikki fáa endarnar at røkka saman. Hjá teimum rakar missurin dupult so hart. Og her mælti prestur myndugleikunum til at tryggja einkjum eina størri pensión.
Hetta eru góð ráð frá einum presti, sum okkara politikarar áttu at tikið til sín. Nú verður so nógv tosað um góðar tíðir og yvirskot á fíggjarlóg og átti tað tí eisini at verið ein møguleiki fyri at tikið hetta málið upp. Hetta má ikki gerast eitt partapolitiskt mál, og tí skal tað vera okkara áheitan á allar flokkar á tingi um saman og í sátt og semju at taka áheitanina hjá eysturoyarpresti í fullum álvara. Tá vildi hesin dagur teirra sjólætnu verið annað enn bert orð. Tá vildi hann verið spírin til nakað ítøkiligt. Tøkk til prest fyri góðu orðini og fyribils tøkk til okkara politikarar fyri at vilja taka málið upp.
Sosialurin










